Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...

Innanlands, Lesarabrøv | 16/08-2019 17:00

Eg velji ikki eina kvinnu ...

Eg velji ikki ein kvinnu, bara fyri at velja eina kvinnu. Soleiðis verður ofta tikið til, tá ið kjakast verður um kvinnur í politikki. Og so verður lagt afturat. Eg velji tann persónin, sum eg haldi vera best egnaðan, maður ella kvinna. Og tað vísir seg aloftast at verða maður.

Fólkaræði snýr seg í stóran mun um at geva ljóð fyri ymiskum sjónarmiðum, og so kunnu tey fólkavaldu kjakast og semjast um hvat rættast er at gera hesum sjónarmiðum viðvíkjandi.
Tað eru sjálvandi nøkur høvuðsevni sum altíð telja mest í politikki, og hesi skugga ofta fyri øðrum smærri og tó viðkomandi evnum, sum av tí grund, ikki í nóg stóran mun verða borin fram á torg.

Royndir politikarar gerast við tíðini sera dugnaligir at tosa og argumentera fyri sínum sjónarmiðum viðvíkjandi teim stóru spurningunum, sum altíð eru frammi í politikki, og hettar verður tíðum tikið sum tekin um politiskan dugnaskap.

Konufólk, sum vilja gera seg galdandi í politikki, hava ofta onnur og kanska bleytari virði á skrá, og tey vera møguliga ikki eins nógv vird og tey politiskt tyngru “mannfólkamálini”.

Tað gav at býta, tá ið Karin Kjølbro, sum einsamøll kvinna í løgtinginum í 80’unum, royndi at fáa onnur mál á skrá enn hesi evindaligu mannfólkamálini. Hon tosaði um fátækaváða, arbeiðsloysisstuðul og pensjónsskipan, men tað hildu mannligu politikararnir lítið um. Ongum nýtist at líða neyð í Føroyum, og tann, sum vil arbeiða finnur altíð arbeiði, um ikki annað so uttanlands, tí tað hava føroyingar fyrr prógva, tá ið teir sigldu við íslendskum og norskum skipum.
Í einum máli um dagføring av donskum lógum galdandi fyri Føroyar, vóru broytingar í sokallaður rasismuparagraffini 266b við. Har hevði onkur av mannligu politikarunum biti merki í, at tað stóð nakað um kynsliga orientering (homoseksualitet). Slíkt vildi mann onki hava við at gera her í Føroyum, og, tá ið atkvøtt bleiv, var tað bara Karin Kjølbro sum reistist. Hon bleiv tó í fyrst umfari hála niðuraftur av síðumonnunum, men bardi seg tó leysa og atkvøddi fyri.
Hennara mál um fátækaváða, arbeiðsloysisstuðul, pensjónir og 266b eru í dag øll væl og virðiliga viðgjørd á tingi, meðan stóru visioneru mannfólkamálini um skipapakkar, kemikaliuskip, svartkjaftaverksmiðjutrolarum, flakavirki á hvørjum tanga og líknandi koyrdu landið so logandi á heysin, nøkur ár seinni. Hóast skattgjaldarin mátti gjaldi fyri landsskattaveðhaldini, spældu vit tó av við øll hesi dýru skipini. Flakavirkini fóru tó ongan veg, men danir koyrdu tey allar flestu í ein mølposa og bundu væl fyri.
Nei, tá var meira skil í kvinnuni á tingi enn monnunum.

Minnist ólavsøkurnar í gomlum døgum undir kassarúsdrekkamentanini, tá ið tú frá Kongabrúnni og niðan í sjónleikarhúsið kundi telja upp í tveysifrað tal av avdotnum monnum. Í dag telur tú kanska eitt tveysifrað tal av skeinkistøðum á hesum sama strekki og ongan avdotnan á ólavsøku. Og hvør er tað, sum fyrst og fremst hevur æruna av hesi kollveltandi mentanarbroyting? Jú, ein kvinna, Marita Petersen sála. Hon hevði rygg til at fara í holt við at dagføra tað ófatiliga tápuliga vanlukkuligu rúsdrekkalóggávu, sum ongin av teim bragdligu monnunum á tingi tordi at nerta.
Ikki hevði henda kvinna, sum seinni gjørdist løgmaður bara visiónir, hon var eisini djørv.

Kvinnur hava í størstan mun gjørt vart við seg á vinstravonginum, men á høgravonginum kom eisini ein sterk kvinna fram, tá ið teir fyrr so mannsterku fólkaflokstingmenninir í Suðurstreymi vóru hvokknir nakað. Teir settu hana á ein Urias-post sum landsstýriskvinnu í almannamálum í eini borgarligari samgongu. Men so væl megnaði hon uppgávuna, at hon á næsta vali skoraði fleiri atkvøður enn allir teir fyri so mannsterku fólkaflokstingmenninir í Suðurstreymi tilsamans.
Fólkaflokkurin kendi tó ikki vitjunartíð sína. Menninir ræddist hesa sterku kvinnu og gjørdu alt fyri at halda henni burtur frá valdinum í flokkinum. Men hon var tó ikki so at syfta, og situr nú við munandi størri valdi enn teir allir tilsamans, men bara ikki í landspolitikki.

Her eru bara tríggjar nevndar, men fleiri aðrar hava gjørt vart við seg sum sera dugnaligar og objektivar í kjaki. Tað hava vit sanniliga brúk fyri at viga upp ímót teim mannligu grundgevingunum, sum alt ov ofta bera brá av lótum til tess at verja eina frammanundan tikna støðu, sum illa kann forsvarast.

Eg velji ikki eina kvinnu, bert fyri at velja eina kvinnu. Eg velji ein kvinnu, tí eg haldi at tað gagnar fólkaræðinum betur enn at velja ein mann, sum líkist hinum monnunum ov nógv. Og so kann hann vera so dugnaligur, sum hann vera vil. Tað er ikki júst tað vit hava brúk fyri, men heldur fjølbroytni, so málini verða viðgjørdi frá breiðari sjónarvinkli.


Thormund Johannesen

Stilli ikki upp.

Har er nokk av monnum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi