Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tobbi er greiður

Innanlands, Lesarabrøv | 17/08-2019 23:15

Kemur Tobbi inn á Føroya løgting, ætlar hann sær at sita í tveimum størvum tað sum eftir er av kommunala valskeiðnum. Tað skrivar Tobbi m.a á facebook vanga sínum í kvøld- les alt her

Iacta alea est

Táið eg sum tannáringur, miðskeiðis í sjeytiárunum í hinari øldini, limaði meg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, var tað ikki tí at eg ætlaði mær eitt politiskt lív. Orsøkin var bert hugsjónarlig. Fyrsta greinin í stevnuskrá floksins – samtykt á stovningarfundi – í 1948 – var løðarsteinurin:

„Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.“

10 ár seinri – í 1984 – komu nakrir av bygdarmonnum mínum, teir sum varðaðu av Tjóðveldisflokkinum í økinum, umborð á skipið, sum eg førdi, og teir vóru ikki ørindaleysir. Ynsktu at fáa meg á listan til løgtingsvalið tað árið. Hetta var ein rættilig avbjóðing hjá einum 28 ára gomlum skipara, men teir volaðu. Tað rakk til eitt triðja pláss eftir Signari á Brúnni og Peturi Reinert. Harvið var sjólívið bjargað.

1998 gjørdist eitt ár, sum vendi øllum á høvdið. Eftir at Signar á Brúnni varð valdur landsstýrismaður í mentanarmálum kom eg á ting og var sum tingmaður, landsstýrismaður í menta- og fiskivinnumálum og fólkatingsmaður ein partur av politisku skipanini fram til 2011, táið eg valdi at gevast og bleiv havnarmeistari við Runavíkar havn. Seinastu skjótt fýra árini havi eg verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu - umboðandi ein borgaralista í økinum har ið eg búgvi.

Flokkurin í oynni hevur í longri tíð dyrgt eftir at fáa meg innaftur á politiska pallin og ivasemið hevur verið stórt. Stutt fyri evsta mark valdi eg kortini at dugna flokki mínum og tók av. Sum maðurin segði – Cæsar, táið hann fór um ánna Rubicone: „Iacta alea est.“ Terningarnir eru kastaðir. Nú má svíða sum svøllur.

Tjóðskaparmálið er meginmálið. Tørvur er á tjóðskaparligari sjálvsvirðing. Tað ber ikki til, at eitt av heimsins ríkastu londum framhaldandi ikki er annað í heimssamfelagnum enn hjáland hjá øðrum landi. Tí er málið, at Føroyar gerast ein statur millum statir. Kortini eftir eini skipaðari rás. Danska ríkisveitingin eigur sum skjótast at vera niðurlaðað. Farast skal undir at fáa løgreglu og dómsvald undir føroyskt ræði og uttanríkispolitikkurin skal fáast á føroyskar hendur. Umráðandi er, at Tjóðveldisflokkurin á valinum um 14 dagar fær somikið av politiskum magni, at tað ikki slepst undan einari gongd, sum setir ferðina munandi upp í tjóðskaparpolitisku gongdini fram ímóti at ein føroyskur statur verður skipaður um tjóð okkara.

Vinnupolitikkur og mentanarpolitikkur hava av góðum grundum mín stóra áhuga. Havi verið landsstýrismaður í báðum geirum. Ein greiður vinnupolitikkur má setast á skrá og fiskivinnunýskipanin, sum í ov stóran mun er merkt av politiskum neyðsemjum, eigur í størri mun at vera bøtt soleiðis, at hon verður ein marknaðargrundað vinnuskipan til gagns fyri vinnuna, fiskimenninar og samfelagið. Tjóðarlaðingin á mentanarøkinum er alt avgerandi fyri savningarmegina millum fólk – høpið sum ger, at tjóðin kann standa uppi á øllum mótum. Harumframt er tað umráðandi, at sosialu javnvágirnar í samfelagnum verða stýrdar soleiðis, at tjóðin ikki liðast sundur í vinnarar og taparar.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp. Oyggin hevur sum er onga megi í landspolitiska geiranum. Tjóðveldisflokkurin hevur onki umboð havt í 8 ár á tingi, og nú er løtan komin hartil, at oyggin fær sín rímiliga part av landsins íløgufæi tey næstu árini.

Skuldi borgarstjórin í Runavíkar kommunu verið valdur á Føroya løgting um tvær vikur, ætlar hann at sita sum borgarstjóri tað sum eftir er av kommunala valskeiðnum, um býráðið annars gevur honum heimildina til tað.

Vónandi fær Tjóðveldisflokkurin somikið dygga undirtøku á løgtingsvalinum, at hann kann halda fram við at leggja kósina - sum ræður um at røkka sjálvræði føroyinga í øllum lutum.

Gott val.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi