Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”

Innanlands, Politikkur | 18/08-2019 13:00

Kristin Michelsen er ein persónur, ið stendur við sítt, og berjist fyri betri kørmum fyri fiskivnnuni og at binda oyggjarnar saman við tunnlum og vegum, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, sum eisini slær fast, at tað má man virða. Klokkan 18.00 í gjár var seinasta freist hjá flokkunum at seta valevnir á listan.

Tá ið endaligu vallistarnir vóru kunngjørdir, vóru onkur nýggj nøvn, men í hvussu er eitt av teimum vekir ans: Sjálvstýri boðaði beint undan freistini frá, at Kristin Michelsen verður á Sjálvstýrislistanum. Herfyri gav Kristin Michelsen ábending um, at hann fór ikki at stilla upp fyri annan flokk – men hóast hetta stóð kortini onkursvegna eftir, at ein uppstilling ikki var heilt óvæntandi. Og nú er tað púra vist: Borgarstjórin á Tvøroyri er á sjálvstýrislistanum (sí tíðindaskriv í gjár).

Í tingskeiðnum, sum nú er um at vera runnið, gjørdist Kristin Michelsen so balstýrin fyri Javnaðarflokkin og samgonguna, at hann varð koyrdur úr tingbólkinum. Sum skilst, so hevur hann ikki fingið møguleikan at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til komandi val. Hann er ikki tann fyrsti, sum hevur skift úr einum flokki í annan.

Tað er ikki altíð, at floksskifti hava spælt so væl av fyri flokkin, sum hevur fingið nýggjan kandidat á sín lista, og flokkar tykjast nú meira varnir, áðrenn teir lata seg tøla av atkvøðutølum einans. Verður hugt nærri at hesi nýggju samansetingini – Sjálvstýri og Kristin Michelsen – so er kanska talan um eitt burðardygt match, sum tikið verður til. Kristin Michelsen – saman við Bjarna Hammer – setti fót fyri pørtum av fiskivinnunýskipanini. Tí varð uppboðs-søluparturin minkaður og menningarkvoturnar sóu dagsins ljós.

Formaðurin í Sjálvstýri hevur áður sagt, at fiskivinnunýskipanin var ein høvuðsorsøkin til, at Sjálvstýri sleit samráðingarnar um at gerast partur av samgonguni. Í tíðindaskrivinum frá Sjálvstýri sigur Kristin Michelsen, at bæði uppboðssølan og menningarkvoturnar skulu takast av, og fiskivinnan skal fáa tryggari karmar at virka undir, soleiðis at nýggjar íløgur kunnu gerast. Hetta kann helst bara skiljast soleiðis, at veiðirættindi, sum í dag verða plaserað umvegis uppboðssøluna og av landsstýrismanninum, aftur skulu gerast rættindi hjá ávísum aktørum. Spurningurin er so, hvussu hetta skal gerast. Fótonglarnarnir, sum teir báðir samgongutinglimirnir løgdu fyri partar av fiskivinnunýskipanini, varð roknað sum verja av útjaðaraáhugamálum.

Sjálvstýri hevur bæði í valskeiðnum, sum er runnið og í sambandi við framløguna av valskránni lagt dent á, at almennu íløgurnar eiga at síggjast aftur kring alt landið. Tíðindaskrivið ber boð um, at partarnir vilja sleppa undan ósemjum um, hvat skal gerast í útjaðarahøpi, tí talan er um rættiliga ítøkilig mál. Umframt at smáu sjúkrahúsini skulu styrkjast, so skulu nýggir almennir stovnar staðsetast í útjaðaranum, serliga í Eysturoynni, eins og farast skal undir Fjøruvegin í Runavík beinanvegin.

Tunnilsmál hava ein serligan leiklut í útjaðarahøpi. Sjálvstýri er kanska tann flokkurin, sum mest hevur verið ella viljað verið roknaður sum tunnilsflokkur. Flokkurin hevur havt ikki færri enn tveir pínslarváttar í tunnilsmálum. Sámal Petur í Grund varð rikin frá sum landsstýrismaður, tí hann setti upp á Vágatunnilin meira enn táverandi løgmaður, Edmund Joensen, vildi lata sær lynda, og Kári P. Højgaard fekk somu lagnu í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Tunnilsraðfestingar hava verið ovarlaga á breddanum í hesum valskeiðnum, men tað hevur gingið illa at semjast um eina endaliga raðfesting. Samsemja er millum allar flokkar um, at ein suðuroyartunnil skal gerast, men spurningurin er, hvussu og hvussu skjótt skal fram. Kristin Michelsen sigur m.a. í tíðindaskrivinum, at hann vil seta “fulla ferð á Suðuroyartunnilin, soleiðis at klárt er at bora, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Eisini vil hann seta ferð á tunnlarnar Norður um Fjall og Fámjinstunnilin”. Spurningurin er, hvat hetta merkir meira ítøkiliga.

Sjálvstýri hevur staðið seg illa í fleiri kanningum, og í nýggjari tíð hevur Sjálvstýri staðið seg illa í Suðuroynni, har flokkurin fekk 28 atkvøður, av teimum 12 á Tvøroyri. Á valinum í 2015 fekk Kristin Michelsen 302 atkvøður, og spurningurin er, um Kristin Michelsen verður ein maifluga á Sjálvstýrislistanum ella um uppstillingin av honum verður byrjanin til eina endurreisn av Sjálvstýri í Suðuroynni.

Ein sannroynd er tað, at upp undir seinasta val býráðsval fór Kristin Michelsen á kommunulistan í 12. tíma, og nú stillar hann upp fyri Sjálvstýri beint undan evstamarkinum. Spurningurin er, um Sjálvstýri kann hava álit á einum tinglimi, ið royndist løgmanni so balstýrin, at hann varð rikin úr tingbólkinum.

Jógvan Skorheim sigur við R7, at Sjálvstýri gamaní hevur latið navnið Kristin Michelsen inn í evstu løtu, men einki er farið fram eftir ráni, tí partarnir hava tosað saman í eina tíð.

– Kristin Michelsen er ein persónur, ið berjist fyri sínum sjónarmiðum, og tað skal man hava virðing fyri. Harafturat draga Sjálvstýri og Kristin Michelsen millum annað eina línu í týdningarmikla spurninginum um, hvussu fiskivinnan skal skipast, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Hann heldur, at umdømið, sum Kristin Michelsen hevur sum ein, ið berjist fyri sínum sjónarmiðum og stendur við sítt, hevur við sær, at hann hevur undirtøku millum nógvar veljarar.

– Sjálvandi snýr val og politiskt vald seg um atkvøður, men tað er ikki av minni týdningi, at Kristin Michelsen verður við til at styrkja um flokkin í Suðuroynni og upp á landsplán. Nú er listin liðugur, og eg fegnist um at vit hava fingið ein sterkan lista, ið stendur sterkt saman um valskránna, sum er ítøkilig og framsøkin, sigur Jógvan Skorheim, floksformaður við R7.fo í dag.


Lagt út:
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi