Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Jákup Suni Lauritsen stillar upp

Innanlands, Lesarabrøv | 18/08-2019 19:12

Eg havi valt at stillu upp til Løgtingsvalið fyri Miðflokkin, og saman við  valevnunum hjá Miðflokkinum, sum hava sett kjarnufamiljuna Føroyar í hásæti, vil eg eisini leggja orku í at menna vinnuna á sjógvi og á landi.

Tað er av alstórum týdningi at umboð okkara, sum vera vald inn á Føroya løgting, hava royndir og førleika til at stýra einum landi.

Mínar royndir og førleikar eru:
- í alivinnuni í 4 ár
- bygdaráðslimur, borgarstjóri, og tekniska ráðgeving innan kommunala geiran í 18 ár,
- í nevnd og nevndarformaður í SEV í 8 ár.
- partur av sjúkraflutningstænastuni í Vágum mong ár.
- stjóri á byggifyritøku síðani 1990.

Við hesum royndum og mínum áhuga fyri kommunal- lands og uttanríkis politikki frá ungum árum av, vil eg saman við tykkum byggja land.

Við tínari hjálp vil eg umboða Vágar og alt Føroya land.


Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurin


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (136) - 2. juni 2020
Jan Lamhauge: Eik-málið átti at verðið roynt í Rættinum
Sjófólk leypa fyri borð av reikferða­skipum
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 23 )   
Í øðini eftir samrøðu við Trump
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - ein dugnaligur brævskrivari!
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Partabrøv til starvs­fólk hjá Bakkafrosti
Hvagar eru vit á veg?
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
KIRKJUR, SAMKOMU- OG MISSIÓNS­HÚS - nú verður latið uppaftur!
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 3. partur
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
Samrøða við Rannvá G. Niclasen um mótmæli og korona í New York
Sjófólk sleppa ikki í land aftur
Listaframsýning við Silju Strøm í Gamla Seglhúsi­num í Klaksvík
31. mai - Altjóða roykfríur dagur
DRONNING ELISABETH OG PÁSKA­HÁTÍÐIN - fyri fyrstu ferð í 68 ár
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi