Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaði fyri kjakfundi í Løkshøll í Runavík týskvøldið 20. august. Her er ljóðupptøkan frá tí fundinum.
Kjakast var um tveir høvuðsspurningar:
1. Hvussu fáa vit útvegað nóg mikið av skikkaðari arbeiðsmegi til at loysa tær samfelagsuppgávur, sum føroyska samfelagið hevur tørv á.
2. Hvussu skipa vit sum heild umstøðurnar hjá føroysku vinnuni, so vit fáa framhaldandi vøkstur og góð størv.
Hvussu manna vit ósettu størvini?
Fløskuhálsar á føroyska arbeiðsmarknaðinum orsakað av stóra tørvinum á arbeiðsmegi eru ein álvarslig hóttan móti rakstrinum og menningarmøguleikunum hjá hópin av føroyskum fyritøkum og almennum stovnum. Arbeiðsloysið í Føroyum er í løtuni eitt tað lægsta nakrantíð, samstundis sum tørvurin á arbeiðsmegi er stórur. Størv eru ósett, lønartrýstið er stórt, og kappingarførið versnar alsamt.
Fyri at hava ein væl virkandi føroyskan arbeiðsmarknað og eitt sterkt vinnulív er neyðugt, at møguleiki verður fyri at manna tey størv, sum eru tøk. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sum eina loysn skotið upp, at at tað skal gerast smidligari at seta í starv arbeiðsmegi úr øllum heiminum, so vit kunnu fáa loyst tær uppgávur, føroyska samfelagið hevur tørv á.
Mangulin á skikkaðari arbeiðsmegi innan nógvar vinnugreinar er so stórur, at tá søkt verður eftir fólki, er mangan sera avmarkaður áhugi fyri starvinum. Tað hendir tí meira enn so, at eingin umsókn er, ella eingin skikkaður er millum umsøkjararnar. Antin tí hesir ikki hava neyðugu førleikarnar til starvið, ella eru ov ungir til at søkja sær eitt lønt starv.
Hesin álvarsligi trupulleikin á arbeiðsmarknaðinum hevur nógvar neiligar avleiðingar fyri bæði fyritøkur, samfelag og í síðsta enda borgararnar, ið uppliva, at tað kann vera sera torført at fáa fatur á einum handverkara, tá eitthvørt skal gerast við húsini ella bústaðin.
Hvør skal kósin vera á vinnupolitiska økinum?
Hitt evnið, sum var viðgjørt á politiska kjakfundinum í Løkshøll, er hvør kósin skal vera á tí vinnupolitiska økinum, so føroyskar fyritøkur fáa góðar og kappingarførar umstøður at virka undir. Ein varandi vælferð í Føroyum er tengd at, at vit hava eitt kappingarført vinnulív. Seinasti orðaði vinnupolitikkurin er frá 2005 og tørvur er á at fáa eitt kjak um kósina á vinnupolitiska økinum komandi árini.
Ein komandi samgonga eigur at dagføra vinnupolitikkin, so hann frameftir kann verða brúktur sum vegvísari, tá politisk átøk verða framd. Eitt nú við at seta fokus á, hvat skal til fyri, at vinnan framyvir økir enn meira um virðisskapanina og soleiðis kann geva enn størri íkast til samfelagsbúskapin.
Á kjakfundinum luttóku valevni fyri allar politisku flokkarnar. Tó møtti einki umboð frá Framtakinum. Tað var eisini høvi hjá áhoyrararum at seta spurningar. Orðstýrarar vóru Óluva Zachariassen og Kári Mikkelsen.
Politisku umboðini á kjakfundinum vóru:
fyri Fólkaflokkin: Bjartur Nolsøe og Jørgen Niclasen,
fyri Sambandsflokkin: Magnus Rasmussen og Bárður Nielsen,
fyri Javnaðarflokkin: Sjúrður Skaale og Aksel V. Johannesen,
fyri Sjálvstýrið: Bárður Kass Nielsen og Jógvan Skorheim,
fyri Tjóðveldi: Torbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal,
fyri Framsókn: Ruth Vang og Poul Michelsen,
fyri Miðflokkin: Bill Justinussen,
fyri Føroyaflokkin: Liss Hansen og Hjalmar Zachariassen,
______________________________
Trýst á pílin omanfyri fyri at lurta.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avgerð tikin um at fara til samráðingar við Russland fyri 2025
Ein H-bygingur og annar
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara
Hjartaliga takk fyri
Hví flyta føroyingar ikki heimaftur?
Klokkuklárt sjálvmál
Krógva seg fyri veljarunum
Loynifundur á Strondum
Lygn samgongan
Russar fyrireika álop
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, filmsframleiðslu og náttúrugransking
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur