Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Ein kanning sum Gallup hevur gjørt fyri KVF gevur andstøðuflokkunum tilsamans 18 sessir.
heimasíðan hjá KVF skriva soleiðis:
Fólkaflokkurin verður størsti flokkur á løgtingsvalinum 31. august, og samgongan missir meirilutan.
Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Kanningin vísir, at samgongan missir tveir tingsessir, og fær tilsamans 15 sessir.
Andstøðuflokkarnir fáa tilsamans 18 sessir.
Býtið
Fólkaflokkurin, sum verður størsti flokkur, fær tveir sessir aftrat, og fær 8 tingsessir. Fólkaflokkurin fær 24,1 prosent av atkvøðunum.
Sambandsflokkurin fær 20,1 prosent. Hann fær ein sess aftrat, og fær tilsamans sjey tingsessir.
Javnaðarflokkurin verður næststørsti flokkur við 21,2 prosent av atkvøðunum. Hann missir ein sess, og fær sjey tingsessir.
Tjóðveldi fær 18,2 prosent. Flokkurin missir ein sess, og fær tilsamans seks sessir.
Framsókn og Miðflokkurin varðveita báðar sínar tingsessir. Teir fáa ávikavist 7 og 5 prosent av atkvøðunum.
Sjálvstýri fær 3,5 prosent av atkvøðunum, og missir annan tingsessin.
Hvørki Framtakið fyri rættinum at velja kannabis ella Føroyaflokkurin verða umboðaðir í nýggja løgtinginum. Framtakið stendur til at fáa eitt prosent av atkvøðunum.
Óvissan í kanningini er 1,8 prosent hvønn vegin.
541 spurd
Gallup gjørdi kanningina frá 12. til 16. august, sum var dagin fyri, at valevnislistarnir skuldu verða valnevndini í hendi.
541 fólk vórðu spurd í kanningini.
Øll kanningin liggur her https://kvf.fo/sites/default/files/gallup_veljarakanning_kvf_aug._19.pdf
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur