Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

“Vit skulu kappast við aðrar tjóðir, vit skulu ikki oyðileggja fyri hvønn annan”

Innanlands | 20/08-2019 14:00

Tíðindaskriv frá blaðnum Sjógvur & Fólk

Tað er beinleiðis skeivt, tá tað í tí almenna kjakinum ofta verður sagt at vit kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum—vit liva øll av inntøkunum sum koma inn í samfelagið úr útlondum, fyrst og fremst frá útflutningi, staðfesti Magni Laksáfoss í PhD-ritgerðini hann vardi á Roskilde Universitet í mai í ár. “Vit liva øll av útflutningi,” skrivar hann í blaðnum Sjógvur & Fólk, sum júst er komið út á fimta sinni. 

Blaðið liggur tøkt á netinum (www.SJOGVURogFOLK.com) og verður borið út mikudagin 21. august við Posta til øll húski í landinum.

Á forsíðuni heitir Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, á landsins politikarar um at avtaka uppboðssøluna av fiskirættindum, sum hann kallar “totalt miseydnaða” fyri fiskivinnuna og tey sum sigla við fiskiskipunum. Formaðurin í Føroya Fiski­mannafelag, Jan Højgaard, tekur undir við áheitanini.

ĺ aðrari samrøðu við blaðið sigur Kaj Johannessen, reiðari á Enniberg: “Vit skulu kappast við aðrar tjóðir, vit skulu ikki oyðileggja fyri hvønn annan.” Hann ávarar um at uppboðssølan av fiskirættindum ger at stórur partur av avlopinum í tí føroysku vinnuni fer til at kappbjóða um rættindi at fiska.

Fóru vit frá einari marknaðargrundaðari skipan til politiska útlutan, spyr Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur í stórari greining undir yvirskriftini “Soleiðis fer ein nýskipan í fisk.” Jógvan Mørkøre skrivar at ideologiseringin av fiskivinnupolitikkinum er til skaða fyri vinnuna og samfelagið, at armslongdar meginreglan má innførast av nýggjum, og at vit í fiskivinnuhøpi eiga at ansa eftir at ikki samantvinna vinnupolitiskar og sosialpolitiskar spurningar. Samfelagsfrøðingurin vísir á at ein tilfeingisrenta kann staðfestast í pørtum av fiskivinnuni, men at hendan er sera torfør at áseta neyvt; hann mælir til eitt hóskiligt tilfeingisgjald sum stýringsamboð fyri vinnupolitikkin, og at peningurin ið kemur inn frá hesum fer í serligan grunn heldur enn at verða tikin inn í raksturin av landskassanum.

‘Ávísar avmarkingar’

Fiskivinnan og alivinnan eru nær skyldar upp á nógvar mátar og báðar eru partur av fiskavøru ídnaðinum, vísir Hanus Hansen á í samrøðu við Sjógvur & Fólk; tó hava hesar vinnur sera ymiskar treytir at virka undir í Føroyum, ikki minst tá tað kemur til avgjøld til landskassan og longd á rættindum.

Nevndarformaðurin í Varðanum, Dávid Jacobsen, vísir á at tann føroyski fiskiflotin er við at dragna afturúr álvarsliga í mun til okkara kappingarneytar—meðan norðmenn, íslendingar, grønlendingar og onnur byggja nýtt í heilum, brenna vit inni við óneyðuga orkudýrum og dálkandi skipum. 

Eitt skifti hendir í løtuni innan maskintøkni á skipum, og tað er neyðugt at endurnýggja fiskiflotan nú meðan høvi er, sigur stjórin á Thor, Hans Andrias Kelduberg—tað ræður um fyri føroyingar at ikki endurtaka mistakið við koltrolarunum sum komu í 1950unum, leggur hann afturat.

Fiskiflotin má endurnýggjast, men nýhugsan krevst í mun til føroyskt skipasmíð—møguleikarnir fyri menning her eru ov stórir til at lata fara framvið, sigur Klaksvíkar Sleipistøð, ið saman við øðrum hevur sjósett átakið ‘Dygdarskip’.

Aðrastaðni í blaðnum sigur Johnny í Grótinum, sum var formaður í Nýskipanar­nevndini, at váðafús altjóða fígging ger okkum ríkari sum land; hann mælir til “ávísar avmarkingar” heldur enn fult forboð fyri útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni á sjónum. 

Tað skrivar blaðstjórin á blaðnum Sjógvur & Fólk, Búi Tyril í dag

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi