Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Cadillac Fleetwood í Sørvági

Innanlands | 22/08-2019 13:00

  - Eg hugdi at honum fleiri ferðir, og tá ið vit fluttu heim í 2012, ringi og spyrji um bilin, um eg kundi koma og hyggja at honum ... og ja ja, eg fall fyri honum beinanvegin, sigur Elianá Ørg . 

Cadillac Fleetwood í Sørvági

Kristi himmalsferðardag tann 29. mai í 2014 fara nakrir vetarankoyrarar og onnur vanlig fólk úr Havn vestur í Vágar at hoyra Finnboga Niclasen, táverandi flogvallarovasta, greiða frá tí nýggja og næstan lidna terminalinum hjá Vága Floghavn. Eina løtu seinni standa summi av hesum havnarfólkunum sum steinrunnin og stara inn á eina skyggjandi, skínandi, glógvandi kølaraverju á einum dollargrini


Tað var so tað, men tað lukkaðist høvundanum at fáa hetta eygnariv avmyndað og goymt. Ikki fyrr enn hálvtfimta ár seinni fekk høvundurin at vita, at hetta var ein Cadillac, sum sørvingurin Elian á Ørg eigur, og her er søgan um Cadillac'in hjá Eliani.


Cadillac av Argjum


Ørg er staðarnavn í Sørvági. Eitt staðarnavn, ið ljóðar væl sum eftirnavn eisini, so Elian á Ørg býr í Sørvági við familjuni, konuni Flor á Ørg og trimum børnum sínum. Konan Flor er úr býnum Myobamba har norðuri í Peru. Elian er maskinmeistari við skipi, ið skjýtur seismikk úti í verðini, og tað var nettupp í Peru, har hann búði eitt skifti, at hann hitti Flor, meðan teir arbeiddu við einum prosjekti í oljuvinnuni. Skipið er norskt, men í løtuni reka ein amerikanari og tveir australiarar tað.

   Ein Cadillac er ein erkiamerikanskur bilur, og tankarnir fara at sveima, tí hvussu hevur Elian fingið fatur á sínum vøddamikla dollargrini?

   - Eg havi faktiskt keypt hann á Argjum, brosar Elian, - so eg fór ikki so langt eftir honum.

   Maðurin, ið fekk hann til Føroya úr Florida, arbeiddi á Skipafelagnum í Havn, og nú er Elian annar eigarin her á landi. Tað vóru eini eldri hjún á Argjum, sum áttu bilin, áðrenn Elian keypti hann. Maðurin doyr í 2010, og tá selur hon bilin. Hann stóð til sølu á torg.fo hjá Portalinum.

   - Eg hugdi at honum fleiri ferðir, og tá ið vit fluttu heim í 2012, ringi og spyrji um bilin, um eg kundi koma og hyggja at honum ... og ja ja, eg fall fyri honum beinanvegin, sigur Elian. 


Triumph til Fuglafjarðar


Hann átti annars ein Triumph sportsvogn, sum hann ætlaði at fáa seldan, áðrenn hann keypti Cadillac'in, og tað er nettupp hesin 1969 Triumph Spitfire, sum Marjun og Jákup Frants Larsen í Fuglafirði keyptu frá Elian í 2012. Bilurin stendur í tí ríka savninum hjá Fuglafjarðar Ellisakførum og er umrøddur í seinna FE-blaðnum í 2018.

   Hann hevði avtalað við tey, sum áttu Cadillac'in, at hann skuldi keypa hann fyri 65.000 krónur, og hann vildi selja Triumph'in fyri 50.000 krónur.

   - Tað var soleiðis, at hvørja ferð eg var úti við Triumph-bilinum og møtti 10 monnum, so vildu minst 11 keypa hann, men oftani so blívur tað bara snakk, sigur Elian, sum viðgongur, at tað gekk eitt sindur striltið at selja bilin, men so ringdi Jákup Frants Larsen í Fuglafirði og segði seg vera áhugaðan í bilinum og vildi bjóða 40.000. Tað var so 10.000 minni, enn Elian ætlaði, men hann ringdi til hansara, sum átti Cadillac'in og segði, at nú hevði hann fingið eitt boð, sum var 10.000 minni, enn hann hevði ætlað. Elian mælti til, at hann og Jákup Frants býttu hallið upp á 10.000 ímillum sín, og so keypti hann. Tað var í januar í 2013, at Cadillac'urin fekk heimstað í Sørvági.

   - Eg fekk hann fyri 60.000 tá til endans, sigur Elian.

   

Florida í 1985


Hesin Cadillac Fleetwood er 34 ára gamal, frá 1985. Hann hoyrdi heima í Jacksonville í Florida og kostaði 23.672,50 dollarar, umroknað umleið 140.000 krónur, so hóast 34 ár eru gingin, síðan Theron H. Ray & Ruby L. Ray, 6718 Bloxham Ave, Jacksonville, Fl (Florida) 32208, keyptu bilin, var hann lutfalsliga bíligur. Tað er eisini veruleiki, at tað hevur altíð verið bíligt at keypa motorakfør í USA. Ið hvussu er nógv bíligari enn í Føroyum.

   Cadillac'urin  hjá Elian á Ørg er einki broyttur hesi 34 árini, hann hevur verið til, uttan tað, at hann er sjálvandi eitt sindur patineraður. Lakkið er akkurát tað sama, og tað tiltikna amerikanska kromið er tað sama. Er Cadillac'ur ikki úti og koyrir, so stendur hann altíð inni í eini – sum Elian sigur – rímiliga góðari garasju.

Bilurin er einastandandi góður at koyra. Tað er næstan sum at vera í vektloysi at seta seg við róðrið og prika spitaran eitt sindur, og hann sveimar eftir vegnum. Her er sjálvandi alt automatiskt og elektriskt. Hetta er jú ein Cadillac!


Eitt er at droyma


Elian loyvir sær at fantasera um, at hevði hann havt pláss og sjálvandi eina ovurfeita kontu, so átti hann fleiri amerikanskar vøddabilar. Sum er hevði hann helst viljað átt ein Lincoln Continental aftrat Cadillac'inum. Lincoln Continental er flaggskipið hjá Ford, og Cadillac er flaggskipið hjá General Motors. 

Eitt er at droyma, eitt annað er at staðfesta veruleikan, sum er ein spurningur um at raðfesta. Elian á Ørg ivast ikki í, at hann prioriterar sítt heim, konu og børn og bát framum eina bilpark við amerikanskum vøddabilum við sveivi. 

 

Greinina og myndirnar eigur Sonne Smith. Greinin stendur í blaðnum hjá Føroya Ellisakfør, sum kom út Juni 2019 - 27 árgangur  


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi