Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

"SO TEY TRÚGVA LYGNINI –"

Innanlands | 21/08-2019 23:00


Hesi boðini komu inn á Facebook í dag:

"Norðurlandahúsið í Føroyum added an event that might interest you". Har koma so mong boð. Og nei, it certainly might not interest me í hesum føri.

Henda 'eventin' er einmansleikur, sum kallast "She is my father".
Surprise, surprise! Norðurlandahúsið í Føroyum hevur okkurt pro-samkynt – og tað hevði væl eingin okkara væntað? 

Ájú, vit sóu skriftina á vegginum, nú nýggi stjórin í mentaða húsinum tók øll norðurlendsku fløggini niður, so LGBT-merkið kundi veittra og skoðast í øllum sínum veldi, og á myndum veipandi tók lut í stoltu gonguni, har hon slapp at taka ímóti 'heiðurs'prísi. Sanniliga hevur norski stjórin kritað vøll sín upp, uppaftur meir enn tann íslendski frammanundan, sum helt tað vera alneyðugt, at føroyingar og mentanarhúsið fingu ein drag-queen-festival. Jú, stórmentan drigin inn í bæriligu mentanarborgina, má sigast.

Eg fór inn á leinkið um leikin, sum fb vildi vísa mær. Og ikki tí eg havi áhuga fyri leikinum, men tí eg vildi vita, hvat tað var, fremsti mentanarberin í Føroyum helt vera vert at vísa. Í umrøðu av leikinum stendur m.a.:

"Tá pápin brádliga í 2009 kom út sum ein transkvinna, mátti Hannes Óli laga seg eftir einum nýggjum veruleika ... Sum 57 ára gamalur mátti pápin byrja eina nýggja tilveru, nú sum kvinnan hann altíð hevði verið, Anna Margrét."

Lygn oman á lygn. Ein pápi, sum 'altíð hevur verið kvinna'? Hvar fóru vísindini nú? Er hann veruliga pápi sonin, so er hann maður. Tað verður ringt at vísa aftur.

"... so tey trúgva lygnini" skrivaði ein kendur maður. Og lygn oman á lygn hevur LGBT-rákið fylt okkum við síðstu árini.

Vit hava trúarfrælsi. Fólk kunnu trúgva lygn so galið, tey vilja. Eingin kann forða nøkrum at trúgva tí, sum hóvar honum best. Summi okkara trúgva tí, ið onnur kalla eitt ævintýr um ein gamlan mann, sum situr í skýggjunum. Burtursæð frá tí fatanini hevur henda trúgvin í óteljandi førum borið, uggað og hildið uppi gjøgnum sjúku og miss heil lív og upp gjøgnum ættarlið.

Tíbetur hava vit trúarfrælsi. Ella hava havt. Hvussu fer at verða? Hvørjum sleppa børn og barnabørn okkara at trúgva, tá ið lygn og ósannindi skulu í skúlabøkur og frálærutilfar? 

"Han har ikke noget på!" rópti smádrongurin í 'Nakna keisaranum' hjá H.C. Andersen, men tey vaksnu hússjaðu, tí sovorðið mátti ikki sigast! 

Hvør sleppur at læra smádreingir og smágentir okkara í framtíðini? Verða tey latin í hendurnar á ikki bara lærarum, men longu pedagogum, sum noyða tey at trúgva, at lygn er sannleiki, og sannleiki er lygn? Hvussu verður við trúarfrælsinum?

Sjálvsagt kunnu fólk trúgva tí, tey vilja. Men nú má tað bara ikki sigast longur, uttan so at tú ert VIÐ rákinum. Tú kanst ikki nevna, hvat tú ert sannførdur um er satt, uttan at verða kallaður intolerantur og fordømandi.

Er tað eitt slíkt samfelag, vit vilja hava? Ætlaði ikki at skriva nakað um val ella at agitera fyri nakran flokk á hesum tráðnum. Men kenni kortini trongd til tað nú. Tí vit liva í eini sera álvarsligari tíð, og hvør einstakur okkara er við til at seta síni fingramerki á hana.

Latið okkum, sum eru ímóti hesum ódámliga rákinum við ósannindum, sum verða smoygd niður yvir høvdið á okkum og øllum okkara, velja tey á ting, sum tora og vilja standa ímóti lygnini. Tíbetur eru ikki heilt fá valevni, sum vilja tað, ikki bara í einum flokki og tveimum. Gud havi lov fyri tey øll!

Soleiðis skrivar Erla Berghamar á Facebook.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi