Vilt tú tekna nýggja jólaposan hjá SMS?
Nú kunnu øll børn í Føroyum koma við teirra uppskotum til, hvussu ársins jólaposi hjá SMS skal síggja út.
Aftur í ár sleppa børn í Føroyum at avgera prentið, sum skal á jólaposan hjá SMS, og hendan siðvenjan hevur nógv ár á baki “Vit eru fleiri sum eru uppvaksin við barnatekningunum á jólaposunum hjá SMS, og serstøku jólaposarnir eru eftir hondini vornir ein partur av jólunum”, sigur Siri Sørensen, samskipari á marknaðardeildini í SMS. Tað sæst eisini á undirtøkuni á hvørjum ári, at hetta er nakað fólk hava tikið til sín “Vit elska at síggja hvussu kreativ børnini eru, og tí lata vit allar tekningarnar, sum koma inn, hanga frammi øll jólini í SMS”, sigur Siri Sørensen, sum vónar at undirtøkan verður eins stór í ár sum undanfarnu árini.
Afturat tí at sleppa á jólaposan hjá SMS, sum verður prentaður í fleiri túsund eintøkum, so vinnur besta jólatekningin eitt gávukort á 2000 kr frá SMS og 10 útvaldar tekningar vinna gávukort á 200 kr. Serligt teknipappír fæst á marknaðardeildini í SMS, og tekningarnar mugu vera marknaðardeildini í hendi í seinasta lagi 2. september. Tað skrivar SMS í tíðindaskrivi.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Bjarni

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











