Kinversk olja órógvar íløguhug í skrubbarar
Skipasmiðjur um allan heim hava í hesum døgum úr at gera við at seta skrubbarar í skip, so tey vera tilreiðar til nýggju svávulreglurnar 1. januar 2020. Men Kina kann vera tilreiðar við einum brennievni, sum byggir á ráolju, men við lágum svávulinnihaldi. Og tað kann gera íløgurnar í skrubbarar til ein vánaligan handil.
Ein nýggj frágreiðing vísir, at um skipaeigarar taka prísin á ráolju úr Miðeystri sum støði í útrokningunum í sambandi við skrubbarar, kann talan vera um ein vánaligan handil.
Ein blanding, sum byggir á reinsaða ráolju við lágum svávulinnihaldi úr Kina kann fáa munin á kostnaðinum á olju við høgum svávulinnihaldi og á olju við lágum svávulinnihaldi niður á 100 dollarar fyri tonsið, sambært einum greinara í shipping í Shanghai.
Tískil kann fyrimunurin við at gera íløgur í skrubbarar fyri at halda kostnaðin niðri, hvørva.
Ein lægri prísmunur merkir, at tað fer at taka nógv longri tíð at vinna útreiðslurnar fyri skrubbarar til millum 3 og 5 milliónir dollarar innaftur.
Ein greinari í Shanghai, Liu Xunliang, tekur sum dømi ein bulkara (leysfarmaskip): 200 virknir dagar um árið við einari nýtslu uppá 48 tons um dagin og kostnaðurin av einum skrubbara uppá 5 mió. dollarar merkir, at íløgan er vunnin innaftur eftur umleið tveimum árum við einum prísmuni uppá 240 dollarar.
Gongur tað sum greinarin væntar, so kunnu kinverskar havnir yvirhála Singapor sum heimsins størsta bunkarhavn.
Kelda: TradeWinds og www.antares.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











