Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góð heim fyri nógv

Innanlands, Lesarabrøv | 23/08-2019 18:00

.......Jákup Egholm Hansen, at ærumeitt MARK, ærumeitt meg, diskriminerað allar kinesarar, stemplað komandi ”getto” leigarar, ærumeitt býráðslimir og manipulerað føroyingar.

Aftursvar til Jákup Egholm Hansen 

 

Jákup Egholm Hansen er áhaldandi sum fáur. Seinastu tíðina hevur hann billað føroyingum inn, at ein nýggj konteynara-getto kemur undir Kongavarða. Tíverri trúgva nógv fólk honum. Latið tykkum tó ikki villleiða. Vit vilja enn einaferð greiða frá, at vit fara ikki at nýta konteynarar undir Kongavarða.

Bygningurin er teknaður av Fuglark, sum má metast at verða millum 5 tær bestu arkitektafyritøkur í Føroyum. Um hann er vakur ella ikki, stendur øll frítt at hava eina meining um.

Íbúðirnar verða gjørdar burðardygt og úr umhvørvisvinarligum tilfari. Tilfar sum vit kenna úr okkara siðbundnu byggivinnu í Føroyum. Tvs. betong, træ, isolering, dampsperrur, fasadur, el og rør, sum vit vanliga nýta í Føroyum.

Umframt hetta, verður bygt eftir sunnum mannagongdum við høgum neyvleika og eftir nýggjastu byggireglugerðini.

Endamálið er at byggja eitt umhvørvið har kreativitetur, burðardygg góðska, teknikkur og búskapur hanga saman í eini eind í nýmótans byggarí, har inniklimaið er sunt.

Sum dømi kann nevnast, at allar íbúðirnar koma at hava gólvhita, 3 lags lágorkugløs, ventilatión við hitaendurvinning. Harumframt verða bjálvingar-, bruna-, ljós- og orkukrøv gjørd sambært nýggjastu reglunum.

Veitarin av okkara íbúðum hevur meira enn 20 ára royndir, og hevur veit stórar íbúðarloysnir og vinnubygningar til eitt nú danska marknaðin í fleiri ár.

Mær dámar ikki at ákæra nakran alment, men eftir míni fatan má eg tala at. Tað er óskilligt, at Jákup Egholm Hansen áhaldandi roynir at billa fólki inn, at talan er um konteynarabygging. Hann hevur enntá eina undirskriftainnsamling á Facebook, har hann heitir á fólk um at skriva undir ”skilaleysu konteynarabyggingini undir Kongavarða”. Forsíðan á hesi undirskriftainnsavning vísur eina beinleiðis skeiva og villleiðandi mynd, sum hann hevur tekna. Tí er tað, sum hann heitir á fólk um at undirskrivað, beinleiðis skeivt. Skjalafalsan er sera alvarsamt.

Tað nýggjasta átakið frá honum er, at brúka orð sum konteynarabyggjarí, undirskriftainnsavning ímóti konteynarabygging, kinesisk royndarverkætlan, undirprís, kroysta íbúðir, despiratir býráðslimir og alibaba – hetta má metast sum enn ein desperat roynd hjá Jakup Egholm Hansen at skapa øsing.

Eftir míni fatan, hevur tað tíverri eydnast Jákup Egholm Hansen, at ærumeitt MARK, ærumeitt meg, diskriminerað allar kinesarar, stemplað komandi ”getto” leigarar, ærumeitt býráðslimir og manipulerað føroyingar. Alt hetta verður gjørt í royndini í at fáa steðga byggingini, sum kemur at verða granni við hansara frítíðarbústað undir Kongavarða.

Tað skal sigast, at tað eru ikki allir íbúgvar undir Kongavarða, sum eru ímóti hesi verkætlan – vit hava tosað við fleiri, sum bjóða hesum vælkomnum. Harumframt fáa vit dagliga uppringingar, har komandi leigarar spyrja hvussu tað gongur við verkætlanini, tí tey eru spent at fáa eina trygga varðandi loysn at búgva í.

Fólk vita heilt einfalt ikki hvat er rætt og hvat er skeivt.

Tískil skal eg við hesum heita á øll, sum hava ein veruligan áhuga í hesum málið, um at venda sær til okkum um okkurt ivamál er.

Vinarliga lati tykkum ikki villeiða. Íbúðirnar undir Kongavarða fara at verða deiligar, hugnaligar og eitt gott heim hjá teimum mongu sum hava søkt og hava tørv á bústaði.

 

Vegna MARK

Gordon Rajani, stjóri.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi