Fekk seks dystir leikbann, fyri tilætlað stútað ein TB-spælara í høvdið
Yvirkærunevndini staðfestir avgerðina hjá Aganevndini, ið sum kunnugt staðfesti avgerðina hjá Kappingarnevndini.
Tá TB og KÍ spældu landskappingardyst á jóansøku, fekk KÍ-spælarin, Deni Pavlovic reytt kort stutt fyri leiklok. Reyða kortið varð givið fyri at Deni Pavlovic tilætlað stútaði ein TB-spælara í høvdið, uttan av bólturin var í spæl teirra millum.
Kappingarnevndin hjá FSF avgjørdi at revsa Deni Pavlovic við seks dystum leikbann. Men KÍ metti at seks dystir leikbann var ein alt ov hørð revsing, og valdi at kæra til Aganevndina. 30. juli kom niðurstøðan frá Aganevndini, ið staðfesti avgerðina hjá Kappingarnevndini.
Klaksvíkingar valdi at fara víðari við málinum, og kærdu til Yvirkærunevndina, sum nú hevur viðgjørt málið. Og Yvirkærunevndini staðfestir avgerðina hjá Aganevndini, ið sum kunnigt staðfesti avgerðina hjá Kappingarnevndini.
Frágreiðingin frá Yvirkærunevndini kann lesast HER http://www.fsf.fo/Files/Billeder/PDF/Deni_Pavlovic_Yvirkarunevndin_23-08-2019.pdf
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur