Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tá stjórin fer yvir um mark

Innanlands, Lesarabrøv | 24/08-2019 14:00

Tað hóvar okkum sera illa, at stjórin í Mark í lesarabrævi ákærir einstakan lim í eigarafelagnum eystan Kongavarða fyri bæði at villeiða, ærumeiða og diskriminera í sambandi við mótmælini frá grannunum ímóti ætlanunum hjá Tórshavnar býráð at loyva bygging av 94 leiguíbúðum.

Endamálið hjá stjóranum í Mark tykist at vera at fara eftir manninum fyri at sleppa undan at fyrihalda seg til málið. Hetta er ikki nakar óvanligur taktikkur tá mótargumentini eru sterk, men ein sera ódámligur taktikkur.

Vit skulu enn einaferð staðfesta, at mótmælini frá eigarafeløgunum og grannunum undir Kongavarða ikki er vend ímóti Mark ella stjóranum í fyritøkuni. Tí mátti verið óneyðugt hjá stjóranum at lagt persónliga eftir einum av limum okkara, og vónandi fær hesin limur eina hóskandi umbering sum skjótast.

Mótmælið vendir sær til býráðsmeirilutan við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Marin Katrinu Frýdal, forkvinnu í byggi- og býarskipanarnevndini, á odda. Tórshavnar býráð gongur ímóti sakkunnleikanum í egnari umsiting og heildarætlanini fyri økið fyri at loyva privatum byggiharra at byggja 94 íbúðir har pláss einans er fyri 30 íbúðum. Harumframt hevur býráðið selt privata byggiharranum lendið fyri langt undir marknaðarprís, og hetta hava eigarafeløgini kært til Heilsu- og Innlendismálaráðið. Vit halda snøgt sagt ikki at alt ruggar rætt í hesum máli.

Um stjórin í Mark ikki heldur, at grannarnir undir Kongavarða eru ímóti hesari verkætlanini, so kann hann bara koma og banka á hurðarnar og spyrja.

Á borgarafundi um byggingina helt hann seg burtur, men sendi ístaðin ein arkitekt at bera í bøtuflaka fyri ætlaðu byggingina, ið hesin hevði pjøssað eitt sindur uppá. Tað var heilt týðuligt fyri øll ið vóru til staðar, at hetta ikki var nakað sum arkitekturin var serliga stoltur av. Og tað er væl skilligt fyri tey flestu.

Yvir 500 havnaborgarar hava nú mótmælt hesi ørvitisætlanini á https://www.change.org/p/steðgið-ætlaðu-íbúðarbyggingini-undir-kongavarða og eitt stórt tal av grannum hava sent kommununi mótmælisskriv. Mótmælini eru væl grundað og hava hollan stuðul millum allar grannar og flestøll argjafólk og havnafólk.

Mótmælini eru ein staðilig áheitan á Tórshavnar býráð um at sleppa ætlanini um at broyta byggisamtyktina undir Kongavarða. Vit ynskja, at Tórshavnar býráð fylgir síni egnu heildarætlan, lurtar eftir sakkunnleikanum í egnari umsiting og fer undir at byggja 30 íbúðir á økinum sum upprunaliga ætlað, heldur enn at leypa á leistum fyri privatum byggiharra. 

Ætlanin at kroysta 94 íbúðir á alt ov trongum plássi er og verður ongantíð ein virðilig loysn á íbúðartrotinum í Havn. Hetta er eitt mistak av søguligum dimensiónum, sum fer at kosta Havnini dýrt í framtíðini og skapa trupulleikar, sum verða torførir at loysa.

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða
Umboðandi 119 búeindir


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi