Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Avloysarin helst eisini almannakunngjørdur í morgin

Innanlands | 25/08-2019 13:15
Mynd: FSF.fo

Tað er helst greitt, at Lars Olsen heldur ikki fram í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari, eftir at verandi sáttmáli gongur út seinast í hesum árinum. Óvátta tíðindi vilja vera við, at nyggji A-landsliðsvenjarin helst verður almannakunngjørdur í morgin -ella ein av næstu døgunum.

Í november í 2011 skrivaðu FSF og Lars Olsen undir ein tvey-ára sáttmála. 10 mail í 2013 skrivaðu partanir undir ein nýggjan sáttmála, sum bant partarnar at hvør øðrum fram til 31. desember 2015, so tann tíðin er um at renna út.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so er tíðindafundur hjá FSF í morgin klokkan 10.00. 

Á tíðindafundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum at kunngerða hópin til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Spania, men tað merkir ikki, at tað verður Lars Olsen sum kemur at standa við endan eftir  31.desember í ár. 

Lars Olsen hevur úttala seg, at hann fegin vil halda fram sum A-landsliðsvenjari eftir 31.desember í ár, tá sáttmálin gongur út. 

Um FSF skal hava ein avloysara fyri Lars Olsen, er tíðin fram til 31.desember so stutt, at FSF helst longu í morgin fer at almannakunngera nýggjan avloysara fyri Lars Olsen.

Vit hava ábendingar um, at nyggji venjarin ikki er føroyingur.

 

 

Um Lars kann sigast: 

Lars Christian Olsen er føddur 2. februar í 1961. Fyrstu árini spældi Lars Olsen í verjuni hjá barndómsfelagnum Glostrup IF, men sum yrkisleikari hevur hann umboðað Køge Boldklub og Brøndby IF í donskum fótbólti, Trabzonspor í Turkalandi, R.F.C. Seraing í Belgia, og FC Basel í Sveis.

Eftir 5 ár í útlegd, vendi Lars Olsen heim aftur til danskan fótbólt í 1996, har hann spældi eitt ár fyri Brøndby IF, áðrenn fótbóltsskógvarnir vórðu settir á hylluna, og verjuleikarin fór undir venjarayrkið.

Sum venjari hevur Lars Olsen drúgvar royndir úr donskum fótbólti, har hann millum annað hevur vant Brøndby IF, Randers FC og OB Odense, ið øll hava spælt i Superliguni undir leiðslu av Lars Olsen.

Sum leikari hevur Lars Olsen vunnið danska meistaraheitið 6 ferðir við Brøndby IF, og í 1988 var sterki verjuleikarin valdur til ársins leikara í donskum fótbólti.

Í 1989 vann Lars Olsen donsku steypakappingina, og í 1992 var hann við til at vinna steypakappingina í Turkalandi. Størsta løtan fyri Lars Olsen er uttan iva europameistaraheitið, sum Danmark vann í 1992.

Í venjarastarvinum hevur eisini gingist væl hjá Lars Olsen. Frá 2003 til 2007 vandi Lars Christian Olsen Randers FC, og í 2006 eydnaðist teimum at vinna donsku steypakappingina.

Umframt at hava spælt hópin av U-landsdystum fyri Danmark, var Lars Christian Olsen í 10 ár á danska A-landsliðnum. Í nøkur ár var Lars Olsen liðskipari hjá Danmark, og millum annað var Lars Olsen liðskipari hjá dønum, tá teir í 1992 gjørdust europameistarar í fótbólti.

Lars Olsen spældi tilsamans 84 dystir fyri Danmark, og gjørdi 4 mál.

Í løtuni er Lars Christian Olsen høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum. Sáttmálin millum Fótbóltssamband Føroya og Lars Olsen er galdandi fyri undankappingina til HM 2014.

Tað skrivaði FSF á síni heimasíðu  í 2013.

Lars Olsen verður helst ikki arbeiðsleysur. Danska felagið Brøndby IF royndi í mars 2016 at fáa Lars Olsen til venjara,  men tað kom ongantíð so langt. 

 

 

 

 

 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi