Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Egoisma og næstrakærleiki

Innanlands, Lesarabrøv | 25/08-2019 17:00

Í sambandi við løgtingsvalið, sum stendur fyri framman, hevur fleiri ferðir verið frammi, at hjúnabandslógin eigur at vera broytt aftur til tað, hon var fyrr, also bert millum mann og kvinnu.

Eisini hevur verið frammi, at LGBT, ILGA v.ø eru í holt við at yvirtaka Føroyar, sum í øldir hevur bygt á kristna siðalæru, og at hetta fer at at viðføra, at Føroyar fara at verða merktar av egoismu við teirri avleiðing, at næstrakærleikin má víkja.

Eg skilji væl óttan, hjá teimum, sum hava hesa fatan, men talan er her um eina missskiljing. Satt er, at egoisma er ein eginleiki í menniskjanum bæði upp á gott og upp á ónt. Men so satt sum egoisman altíð hevur verið okkum íbúgvandi, hevur eisini næstrakærleikin havt ein avgerandi leiklut, tá vit skulu taka avgerðir í lívi okkara.

Ongin okkara millum er uttan eitt egocentur, ið ávirkar, hvat vit velja at gera í lívi okkara – eitt nú hvussu vit velja at innrætta okkum í tí privata – men ego okkara setur ikki karmarnar, sum loyva okkum at innrætta okkum. Tað ger hinvegin næstrakærleikin, sum eitt nú sameinir stórar fjøldir av føroyingum, ið savna seg til tess at betra um viðurskiftini hvør hjá øðrum. Hetta er ikki bert næstrakærleiki, sum verður vístur í tí privata, men í tí almenna. At summi ikki skilja tað (eins og eitt skúlabarn ikki altíð skilir, hvat lærarin sigur í skúlanum) er ikki løgið, men soleiðis lyftir menniskjan – bæði í anda og í gerð – næstrakærleikan upp í annan potens.

Næstrakærleikin er ikki hóttur. Næstrakærleikin er nakað vit læra hvønn annan, hóast vit ikki altíð eru tilvitaði um hann hundrað procent. Eins og foreldur læra børn síni, hvat er rætt og skeift í lívinum, læra eisini felagskapir aðrar felagskapir, hvat er rætt og skeift, og tað er eisini avspeglað í politiska kjakinum í Føroyum. Í Løgtinginum, sum nú hevur sitið í 4 ár, hava politikarar lært aðrar politikarar, hvat er rætt og skeift. Og júst hvat varð rætt og skeift viðvíkjandi støðu hjúnabandastovnsins, varð staðfest, tá Føroya Løgting avgjørdi, at eisini tvey av sama kyni kunnu fáa atgongd til hendan stovnin.

Sami næstrakærleiki elvir enn í fólki okkara og bert er tað ein spurningur um tíð, nær alt fólkið hevur góðtikið næstrakærleikan við øllum sínum facettum.

Trupla uppgávan hjá okkum, ið taka undir við næstrakærleikanum, er at bíða í tolni til allir samfelagsbólkar hava skilt hann. Tað veri seg fríkirkjur, partar av fólkakirkjuni eins og politiskir flokkar, hvørs leiðarar standa við eini stórari teologiskari uppgávu! Mega teir fara til verka við dirvi og sjálvrannsakan, Amen.

 

Ólavur Eysturdal


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi