Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bjarta Petersen (MA in Counseling) Ein áheitan á trúgvandi føroyingar

Innanlands, Lesarabrøv | 29/08-2019 15:30

Eg eri uppvaksin í tøttum vinarlag við í minsta lagi 4 mennskjum, sum í dag liva ein homosexuellan lívstíl. Sera fitt, kreativ og hjartagóð menniskju, sum eg eri so mega góð við. 

Í bókini hjá dr. Brown, 2011 (A Queer Thing Happened to America), har hann granskar homosexualitet, sigur hann at lesbiskar kvinnur hava ofta verið úti fyri kynsligum ágangi frá mannfólki, tað førðir til vaml fyri mannliga kyninum, og tísskil skapast ein dráttur at kvinnum. Gay menn hava hinvegin ikki neyðvendigvís verið fyri kynsligum ágangi. Ofta koma teir úr heimum við einum pápa, sum virkar fjarður ella ikki er tilstaðar. Ofta hava teir bara systrar ella mest kvinnuligar familjulimir, og eitt ov tætt samband við ein móðurfigur. Pápin kann tykjast harðligur, niðurgerandi ella vrakandi móti teimum. 
 
Fleiri av hesum monnunum eru sera kreativir, artistiskir og sartir. Vrakanin og harðskapurin ger eitt brot tíðliga í barndóminum, sum ger, at teir hava sera nógv fokus á seg sjálvan sum vaksnir. Hetta skapar ein stóran longsul í teimum at møtast við monnum, at leinkja á ein djúpari hátt, og eftir at móttaka aksept frá mannfólki. Hetta fær teir at kenna seg tiltrektar til mannfólk kynsliga (Brown, 2011).

Gransking vísir, at kynslutir hjá monnum vaksa bara við at síggja tað, sum tendrar teir. Kynslutir hjá kvinnum vaksa av øllum nakinmyndum. Hetta fær summi at siga, at kvinnur hava lættari við at gerast homosexuellar. Onnur siga, at menn, sum eru homosexuellir, hava onki val (Leiblum, 2007).  *hetta linjubrotið hevði eg ikki havt við (tað nýtst heldur ikki forstáilsi).

LGBT umfatar lesbisk, gay, bisexuel, transsexuel, transvestittar og onnur. Tey tosa ikki opinlýst um, at tey hava eina agenda. Men á teirra internationallu heimasíðum siga tey, at tey ikki einans ynskja góðkenning frá almenninginum. Tey ynskja at homosexualitetur er normalt og høgt virdur. Tey ynskja, at onnur skulu føla tað, sum tey føldu, tá tað ikki var akseptera at vera gay. Úrsliti av hesum er forfylging av fólki, sum siga seg elska tey homosexuellu, men ikki taka undir við teirra lívsstíli. Tað eru mest sum Kristin, sum koma undir hetta trýstið av tí, sum Bíblian sigur um homosexualitet. Nakrar kirkjur hava sagt seg veruliga vilja fevna teim homosexuellu. Úrsliti er, at man stovnar nýggjar møtitíðir, har ein homosexuellur prestur talar eina tillagaða talu, sum passar til homosexuellan lívstíl. (Brown, 2011). 

Kristin menniskju, sum ynskja at hjálpa homosexuellum at broyta lívsstíl, eru ákærd fyri alt møguligt. Teirra tænasta er vandamikil. Psykologar, og fyri tann skuld læknar, sum móttaka ein persón, sum sigur seg yvast um tey eru av hinum slagum, er tvungin til at ráðgeva teimumat velja homosexuellan lívsstíl. Trupuleikin er, at statistikkur vísur at homosexuel menniskju ganga meira til lækna og psykolog enn restina av fólkunum. So setur rithøvundurin, Brown, spuriningin, um hetta kanska merkir, at tað ikki er so sunt at vera homosexuellur .

Kristna kirkjan sum heild eigur at taka móti øllum og altíð vera til reiðar at fyrigeva alt. Harafturat eiga vit at minnast, at homosexualitetur er ofta nevndur sum siðloysi í skriftini. Hetta orið siðloysi merkir nógv ymiskt: í stuttum alt sum er sex áðrenn, uttanfyri ella eftir eitt hjúnaband millum mann og kvinnu. Homosexuel eiga ikki at vera sædd annaleiðis enn tey, sum sova saman áðrenn hjúnaband. Jesus elskar øll, og sama eiga vit at gera. Eg vildi ynskt, at samkomur og kirkjur gjørdu meira av at tosa alment um reinleika viðvíkjandi sex, og um at koma aftur og gerast reinur av nýggjum. Eg vildi ynskt, at vit løgdu meira dent á at læra gentur at vera kvinnur og at læra dreingir at vera menn. Her meini eg rós, sum eisini staðfestir teirra ymiskleika. So at børn ikki vaksa upp og kenna seg ósikran um tey eru góð nokk. 

Vit eiga at síggja LGBT sum ein bólk av menniskjum sum eru særd, og sum hava brúk fyri okkara kærleika og umsorgan. Men ikki sum tey, sum skulu seta dagskránna í okkara samfelag, skúlum og aðrastaðni. 

Børn velja áðrenn 20 mdr. hvønn av foreldrunum tey identificera seg við. Hetta hangur saman við sinnalag, kyn og onnur signalir, sum barnið fær.  Tað eru fleiri orrsøkir til, hví ein drongur endar við at velja homosexualitet. Fleiri av teimum siga frá, at teir áttu nógvar systrar, sum elskaðu at pynta teir. Aðrir siga pápin dámdi ikki, at teir ikki vóru serliga mansligir. Fleiri siga, at tað bleiv sagt í skúlanum, at teir vóru Gay, og tí máttu teir seta sær sjálvum tann spurningin, og til endan royna, um so var.  Nakrir siga teir spældu við eldri dreingir kynsligt spæl, sum tendraði teir. Og nakrir blivur neyðtiknir av vaksnum monnum, og hildu tísskil, at tingini áttu at vera so. Hetta merkir, at dreingjabørn kunnu lærast at vera Gay. Meira fokus vit seta á homosexualitet, tess fleiri menniskju koma í tann bólkin- helst av fleiri grundum. 

Tey fyrstu av homosexuellum pørum adoperaðu børnini í USA eru nú blivin vaksin. Fleiri av teimum hava nú trakka fram og sagt, at tey eru ill um støðuna, hetta setti tey í sum børn. Tey greiða frá, at tey eru tikin við til nógv sexualiseraði tiltøk, og eru blivin upplærd til t.d. at lata seg í sum kynskiftingar. Tey greiða frá, at tey hava kent seg ónormalan, og ikki hava fingið sínar emotionellu tørvir møttar, mótvegis børnum við tveimum foreldrum av ymiskum kyni. Tey stríðast nógv við sín samleika í dag. Hetta eru tey sum nú reisa seg og siga stop. Trupuleikin er, at tey verða censureraði.

Eg eri uppvaksin í tøttum vinarlag við í minsta lagi 4 mennskjum, sum í dag liva ein homosexuellan lívstíl. Sera fitt, kreativ og hjartagóð menniskju, sum eg eri so mega góð við. 

Trupuleikin, sum eg síggji hann í dag, er,at LGBT velur at fara frá at vera ókul til at vilja stýra øllum heiminum, og entá at ganga so langt sum at vilja hevna alt ilt, sum tey hava følt. Hetta ger at tey blíva farlig fyri okkara samfelag. Ongin skal hevna nakað her. Vit skulu fyrigeva øll somul og gera frið. Okkara børn skulu ikki lærast upp at vera homosexuel, hóast tey læra at elska øll. Ongin skal sita ótryggjaður á ellisárum osv. Vit eiga at vera klók og síggja infiltreringina og siga nei. 
 
So koma vit til tað týdningarmesta. Fólkaflokkurin og aðrir flokkar hava fyrr tosa um, at hjúnabandslógin bleiv lumpa yvir høvdið á okkum, uttanum ein meiriluta á einari fólkaatkvøðu. Nú tá stundar til val tora flokkarnir ikki at tosa um at broyta lógina aftur, men siga hon skal standa føst. Tað virkar næstan, sum onkur hevur persónliga hótt teir. Tí nú tosa teir ikki sama mál, sum fyrr. 

Vit í Miðflokkinum standa fast við okkara Gudstrúgv, um tað so skal kosta okkum okkara lív. Vit elska Gud og Hansara orð. Vit koma ongan veg uttanum Guds signing. Signingin fæst bara í lýdni fyri Guds orði. Og so álvarsligt, sum tað ljóðar: so kunnu lívsvalini hjá nøkrum kasta bann á okkum øll. 
 
Tí vil eg innarliga heita á alt Guds fólk: VEL MIÐFLOKKIN, SUM UM TAРVAR FÓLKAATKVØÐA UM HJÚNARBANDSLÓGINA NÚ. 

Skriva av Bjartu Petersen (MA in Counseling)

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi