Vilja hava skipan ið tryggjar starvsfólki feriuløn og lønarseðil
KJAK: Kanningin, sum tey 13 fakfeløgini hava latið gera av byggivinnuni og um setanarviðurskiftini í hotell- og matstovuvinnuni, vísir nøkur dømi um, at arbeiðsgevarar ikki yvirhalda lógartryggjaði rættindi um at rinda út feriuløn saman við lønini. Somuleiðis at starvsfólk ikki fáa lønarseðil, tá ið løn verður útgoldin. Politisku flokkarnir taka undir við at stramma upp við at gera tryggari mannangondir, soleiðis at lógin verður hildin.
Eitt av evnunum á valfundinum, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri í Smæruni leygardagin, vóru viðurskifti, sum komu fram í kanningini, ið 13 fakfeløg lótu gera, og sum varð almannakunngjørd 5. august.
Kanningin vísir, at í matstovu og gistingarhúsvinnuni, serliga hjá smáu aktørunum, kann tað vera ein trupulleiki, at starvsfólk ikki fáa feriuløn og lønarseðlar, soleiðis sum lógin annars ásetur. Tað er ávíkavíst brot á feriulógina og skattalógina. Dømi eru eisini, um at fólk í vinnuni arbeiða svart.
Viðvíkjandi lógarbundnu eftirlønini er skipanin soleiðis háttað, at tað ikki ber til at flyta løn, uttan at eftirlønin verður flutt samstundis. Á kjakfundinum vóru umboðini fyri politisku flokkarnar spurd, um tey taka undir við, at ein líknandi skipan verður sett á stovn viðvíkjandi feriulønini og lønarseðlunum. Ein skipan, sum also tryggjar at tað ikki ber til at flyta løn, uttan at fólk samstundis fáa feriuløn og lønarseðlar útflýggjaðar. Lønarseðlarnir hava stóran týdning fyri gjøgnumskygni. Teir geva fólki møguleika at kanna eftir um lønin er røtt, og t.d. at feriuløn eisini verður flutt.
Vilja stramma upp
Og politikararnir vóru sum heild ógvuliga jaliga sinnaðir til eina skipan, ið tryggjar starvsfólkini betri enn nú.
- Hetta er eru viðurskifti, sum eru løtt loysa. Tað er rætt og slætt bara at stramma upp soleiðis, at tú ikki kanst flyta lønina, uttan at frítíðarlønin fylgir við. Hetta er nakað, sum vit í Javnarflokkinum vilja hyggja upp á og fáa broytt beinanvegin. Eingin orsøk er ikki at hava hesa skipanina galdandi fyri frítíðarløn, eins og tað er í sambandi við eftirløn. Hetta er avgjørt nakað, sum vit vilja taka upp, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum er valevni fyri Javnaðarflokkin.
Eisini Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tekur undir við, at frítíðarlønin verður rindað saman við lønini. Hon heldur, at hetta eigur at gerast ein partur trýparta samstarvinum á arbeiðsmarknaðinum.
- Tað kundi verið ein góður máti at ásett tað í lóg eisini, og Tjóðveldi tekur avgjørt undir við at gera hetta, segði landsstýriskvinnan og valevni fyri Tjóðveldi
Sambandsflokkurin var umboður av Annfinni Brekkstein. Eisini hann var fyri at áseta nærri reglur, ið tryggjar at arbeiðsgevarar ikki sleppa undan at rinda lógarásettu feriulønina.
- Tað er púra greitt, at um tað er soleiðis, at starvsfólk ikki fáa sína frítíðarløn, so eiga vit at fáa tryggjað hetta. Øll hava krav upp á feriuløn, so um arbeiðsgevarin ikki heldur hesa skylduna, eru vit noydd at fara lógarvegin fyri at tryggja feriupengarnar, segði Annfinn Brekkstein, valevni fyri Sambandsflokkin.
Eisini Jógvan Skorheim, formaður og valevni fyri Sjálvstýri, tekur undir við at lóggeva nærri fyri at tryggja feriulønina. Tað sama ger Eivind Jacobsen, valevni úr Fólkaflokkinum.
Lønarseðilin skal eisini sendast
Millum politisku umboðini á valfundinum var somuleiðis breið semja um, at lønarseðil altíð skal fylgja við eini lønarútgjalding.
- Arbeiðsgevarin ger sær dælt av, at fólk ikki hava nóg stóra vitan um hesi viðurskifti, og her áttu fakfeløgini at farið út á arbeiðsplássini at kunna starvsfólkini um krøv og lógir á økinum, segði Jákup Hans Heinesen, valevni hjá Framtakinum.
Kristina Háfoss úr Tjóðveldi segði soleiðis um tann spurningin viðvíkjandi lønarseðlum:
- Um tað á nakran hátt ber til at byggja tað inn í skipanina, at tað ikki skal bera til at flyta løn, uttan við einum talgildum lønarseðli, so eigur hetta sjálvandi at verða gjørt. Ein møguleiki átti at verið at innført hetta í sambandi við Taldgildu Føroyar, tá allir føroyingar seinni í ár fáa sín egna talgilda postkassa, har allir arbeiðsgevarar kunnu senda brøv við eitt nú lønarseðlum til hendan postkassan. Her kundi man hugsað eina loysn, ið fer at koyra saman við nýggju skipanini, segði Kristina Háfoss.
Jógvan Skorheim helt, at alt sum kann gera, at vit sleppa undan svørtum arbeiði, eigur at verða gjørt.
- Koma vit í samgongu aftan á valið, fara vit at taka hetta upp, so hesi viðurskifti verða skipaði á rættan hátt. Nevniliga at tryggja fólki ein lønarseðil, so vit fáa ruddað svart arbeiði av vegnum, segði floksformaðurin og valevni fyri Sjálvstýri.
innsent - greinin stendur á starvsmannafelag.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











