Týsdagin byrjar arbeiðið at gera nýggja Eysturoyartunnilin
Tá verður alment hátíðarhald á Strondum í sambandi við at fyrsta skotið verður latið av.
Klokkan 14 bjóðar Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlum, vælkomin. Síðani halda Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Artur Johansen, bygdaráðsformaður, røðu og klokkan 14:15 skjýtur Henrik Old, landsstýrismaður, fyrsta skotið.
Klokkan 14:30 verður bjóðað kaffi, te og køkur í Bygdarhúsinum á Strondum og hátíðarhaldið endar klokkan 16.
Verður veðrið ikki til vildar, verða røðurnar í staðin hildnar í bygdarhúsinum eftir fyrsta skotið.
Í samband við hátíðarhaldið, siglir Ternan av Bursatanga kl. 12.30 inn á Strendur. Túrurin er ókeypis. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy. Siglt verður aftur av Strondum kl. 16.00 til Havnar. Ternan tekur 295 ferðafólk. Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, eins og frá tunnilsmunnanum til bygdarhúsið og aftur til Ternuna.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur