Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Beiggi mín Vilmund

Innanlands, Lesarabrøv | 31/08-2019 18:17

Beiggi mín Vilmund hevur búð í eini íbúð á Mýruni 6 í nógv ár – og har hevur hann trivist sera væl. Fyri langari,langari tíð síðan var á ljóði, at vegna sopp á Mýruni 6, so skuldi hann-og onnur- flyta. Og so bleiv. Hann flutti á Mýruna 4 í eitt lítið kamar. Har fall hann skjótt til og kom at stórtrívast.Men her skuldi hann so bara verða fyribils, tí ætlanin var, at Mýran 4 eisini skuldi steingja. Hendan flytingin varð tó útsett ferð eftir ferð. Í seinastu viku, eina viku undan vali, flutti hann so aftur – hesaferð út í Torfinsgøtu í Havn. Hóast stutt tíð er frálíðin, tykist hann at vera fallin til.

Orsøkin til, at hesar flytingar, hóast alt, hava gingið so væl, sum tær hava, er eina og alleina teim fantastisku starvsfólkunum, sum dagliga eru um hann, fyri at takka.

Tað, sum far meg at taka til pennin, er tað sum er farið fram í hesum málið. Hann er nú 75 ára gamal og hevur altíð verið glaður fyri at havt frið og havt ein fastan, reguligan gerandisdag við so fáum broytingum sum gjørligt. Tað kann mann ikki siga hevur eyðkent hetta seinasta árið, har hann hevur flutt ikki minni enn tvær ferðir.

Her skal eisini havast í huga, at peningur hevur verið tøkur at byggja nýtt tíðarhóskandi sambýlið – uttan at spakin enn er settur í jørðina. Eg vil kalla tað politiskt drál!

Áðrenn Vilmund gjørdist 70 ára gamal arbeiddi hann á Verkstaðnum Vón. Altíð verið eitt arbeiðsgrev! Hann elskaði hetta, málaði pelar(prestar) og treivst sera væl. Hetta var ein sera týðandi táttur í lívi hansara. MEN, stutt eftir at hann fylti 70, var ongin møguleiki meir á Verkstaðnum. Hetta neit honum fast. Hann hevði jú somu førleikar, sum dagin fyri hann skuldi gevast! Hetta skal als ikki skiljast, sum ábreiðsla á VÓN ella starvsfólk tess. Tí tey dugdu sera væl at vera um hann og var ein stór orsøk til hansara trívsil á Verkstaðnum.

Aftur her hevur tann politiska skipanin svikið, tí eftir hann gjørdis 70, hevur hann einki  tilboð um handaligt arbeiði havt og tað hevur hann saknað í stóran mun. Dugdi als ikki at skilja, at tá hann kundi fara til arbeiðis “í gjár”, at hann so ikki eisini kundi fara til arbeiðis “í morgin”. Førleikanir vóru jú óbroyttir! Starvsfólkini á Mýruni, sum hava nóg mikið at takast við frammanundan, hava so avgjørt roynt at fjálgað um hansara gerandisdag – ongin ivi um tað!

Eingin, ið hevur menningartarn, eigur at koma í slíka støðu sum bróðir og javnlíkar hansara!  

149  persónar eru á bíðilista hjá almannaverkinum til búfelagsskapir,sambýlir, bú-og viðgerðastovnar og røktarheim!

Eingin, heldur ikki ein ið hevur menningartarn, eigur at verða uppsagdur vegna aldur. Tað skal ikki vera aldurin, men førleikin, ið avgerð, nær tú skalt gevast á arbeiðsmarknaðinum.

Steingrim Niclasen, sáli sigur so væl og beinraki í yrkingini “ Undir heimsisns súlnagangi” :

Undir heimsins súlnagangi

sitað fjónað enn í mangi,

tey, ið verða kallað veik.

Ongan leik í lívsins talvi,

flyta tey av egnum alvi

HVØR vil flyta teirra leik.


Ein av orsøkunum fyri, at eg stilli upp til løgtingsvalið er, at eg fegin vil vera við at “flyta teirra leik”. Tað er mær eitt hjartamál.

Í hesum “gulltíðum” hevur óskiljandi verið alt ov nógv drálað !!

Nú skal ikki drálast meir !!! 


Tordur J. Niclasen, listi H


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi