Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vit eru fólk (menniskju)

Innanlands, Lesarabrøv | 03/09-2019 13:00

Nú valið er farið afturum, og vit fiskivinnan, hava fingið eitt gott útgangsstøðið til komandi 4 árini.

Fiskivinnan tann happaða, tann ríka, tann sum bara hugsar um seg sjálva, hevur klárað seg væl í hesum valinum.

Fiskivinnan, hvat er so tað?

Sambært teimum ráðandi seinastu 4 árini, er hon nakrir ríkir einstaklingar!

Er tað nú soleiðis?

Nei, fiskivinnan er menniskju, vanlig fólk sum stríðast og strevast, og enntá kanska meira enn aðrir samfelagsbólkar.

Arbeiða nógv meira enn vanligir løntakarir á landið. Og geva nokk eina mest til samfelagið, um man tekur alt við.

Seinastu 4 árini hevur samgongan gloymt, at fiskivinnan er púra vanlig menniskju, sum øll onnur her í samfelagnum.

Gloymdi, at tá nú umstøðurnar skuldu broytast innan hesa vinnu, at so at spyrja hesa vinnu fiskivinnuna, tvs fólkini, um hvussu tey kundu ynskt, at tað skuldi síggja út frammeftir.

Men nei, øll onnur skuldu spyrjast, bara ikki vanliga fólkið í fiskivinnuni. Tí sambært teimum, er fiskivinnan bara nøkur undarlig fólk, sum krædda alt innundir seg, og tí skuldi man fara uttanum tey.

Tey fingu ístaðin eitt so fínt orð sum hoyringsskriv sendandi, og royndu tey øll eftir førimuni at senda hoyringsskrivini aftur, og søgdu tey øll við ein munn, at hettar vilja vit ikki, hettar er at fara langt út um okkara mark.

Men ongin lurtaði eftir okkum, tí vit vóru nóg rík, og at fólksins ogn var ikki okkara. Sjálvt um vit menniskjuni í fiskivinnuni altíð hava goldið okkara ríkiliga part til samfelagið, so at skúlar, vegir, havnir, tunnellir, heilsuverk og alt annað ið føroyingurin skuldi brúka, bleiv gjørt.

Nei, nú var altso tíð uppá at landskassasúgvarin bleiv settur fastur á okkum, ja, áðrenn vit fingu møguleikan at brúka pengarnir til nakað sum helst.

Øll onnur í samfelagnum eru farin upp í løn, og tey ráðandi reypa um góðar tíðir, og kontórini í Havn eru við at bresta av fólki. Kassin hjá Tórshavnar kommunu er nú farin uppum 1 milliard um árið í skatta inntøkum.

Vit menniskjuni í fiskivinnuni skuldu gjalda, so vit skuldu niður í løn, og vit eru jú fiskivinnan, og ikki vanlig fólk. Ja, so tað hugsaðu tey ráðandi úti í Tinganesi ikki so nógv um.

Men valið tann 31. august vísti, at tað tíbetur er ein heimur uttanfyri kontórini úti í Tinganesi. Og vit menniskjuni, sum eru í fiskivinnuni søgdu, nokk er nokk, og eg hugsi, at um tey ráðandi seinastu 4 árini høvdu hugsað um, at fiskivinnan eru menniskju, vanligir borgarir her á landi, stríðsfólk sum 16 ára gomul fara á sjógvin, og byrja at gjalda til samfelagið.

Um hugsað hevði verið um fiskivinnuna sum menniskju, hevði undirtøkan fyri samgonguni seinastu 4 árini, verið væl hægri, eri eg púra vísur í. 

Tað bleiv gloymt, men vónandi fær føroya fólk og tey ráðandi, aftur respekt fyri fiskivinnuni, tí fiskivinnan er menniskju, borgarar og skattgjaldarar. Uttan hesi stríðsfólk verður fátæksligt her á landi.

Fólkaflokkurin
Tað sama er galdandi, tá nú tann sum skal savna tjóðina, boðar frá, at um tit velja fólkaflokkin, ja, so eru tit í einum vandabólki, sum hann ikki tímir at tosa við. Tí har eru onkrir grammir menn, sum eiga nógvar pengar.

Hugsi, at í øllum flokkum eru fólk sum eiga nógvar pengar, og man hevur í hvussu er sæð, at sosialistarnir ikki standa aftast í køðini, tá tað kemur til at hála innundir seg.

Fólkaflokkurin hvat er tað?

Jú, akkurát tað sama, sum øll onnur her í samfelagnum. Og er tað uttan fyri alt lágmark, at tann rúmligi altfevnandi sosialistaflokkurin við verandi løgmanni á odda, útihýsir yvir 8000 veljarum og teirra familjum.

Umleið 13000 føroyingar, uttan so mikið at hava tosað við hesi fólk fyrst.

Fólkaflokkurin er ein flokkur, har allir samfelagsbólkar úr føroyska samfelagnum eru umboðaðir. Arbeiðsfólk, sjómenn, læknar, stjórar, sjúkrasystrar, ja, pláss er fyri øllum í fólkaflokkinum, og gjalda øll hesi til okkara land hvønn dag.

Nakað annað var, um flokkarnir høvdu tosað saman, og man so kom til niðurstøðuna, at ov langt er millum hugsjónina hjá flokkunum báðum, so var alt ílagið.

Men at Løgmaður uttan at hava tosað við fólkaflokkin, útihýsir 13000 føroyingar, sum uttan iva eru minst líka nógv verdir borgarir, sum teir 10000 sosialistarnir í Føroyum, er uttan fyri alt lágmark, og hevði tað verið uppá sítt pláss, at háttvirdi løgmaður gavst við appartheidpolitikki sínum ímóti 13000 føroyingum.

Dánial A Hansen
Miðvágur


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi