MC-gudstænastan 2019
Leygardagin, tann 7. septembur, klokkan 15:00, verður hildin ein MC-gudstænasta, sum vanliga hevur verið hildin á hvørjum ári tey seinastu mongu árini. Í ár er tað so samkoman “Elim” í Søldarfirði, sum er karmur um tiltakið.
Vanliga eru nógv tiltøk, har tey motorsúkkluáhugaðu eru við í, t.d. felagskoyringar, so sum Ellisakfør á flaggdegnum, MC-Boogie, ymiskar stevnur kring landið, uttanlandsferðir og so eisini ein MC-gudstænasta, sum fellur antin í byrjanini ella í endanum av MC-árinum. Í ár endar altso MC-árið við hesum tiltaki.
Sum vant er gudstænastan umleið ein tima long, har ymiskt er á skránni, so sum felagssangur, tala og eitt blandað úrval av øðrum sangi og tónleiki. Vanliga fáa tær lokalu kreftirnar sín fasta leiklut at syngja og spæla og soleiðis er eisini hesu ferð. Harumframt koma Eyðun Jacobsen v/familju úr Klaksvík og Petur Hans Hansen av Toftum at luttaka. Eyðun er serliga kendur fyri sínar mongu Nashville-innspælingar, bæði sum solistur og saman við øðrum. Petur Hans er eisini kendur sum solistur, men eisini sum sangari í bólkum, serstakliga bólkinum “The Gadders”.
Tað verður Jákup Hansen, ið kemur at halda eina stutta talu til MC-fólkið.
Umframt sang- og tónleikaligu innsløgini, hevur tað eydnast fyrireikarunum at fáa tann vælkenda Kornelius at vitja MC-fólkið. Kornelius hevur fyri tað mesta víst børnum sín áhuga og sagt teimum fangandi søgur, men hann dugir so sanniliga eisini at umstilla seg til eitt høvi, sum hetta, at fortelja MC-fólkinum eina góða og spennandi søgu og so at kunna seg meira við hetta serstaka umhvørvið, sum MC-umhvørvið er.
Eftir gudstænastuna og áðren MC-fólkið fer heim, verður kaffi-hugnaløta í samkomukjallaranum, har sjálvandi øll er hjartaliga vælkomin at vera við.
Tað er felagskristiligi MC-kluburin Cross-Bikers MC Føroyar, sum skipar fyri og tað er við spenningi, vit síggja fram til hetta tiltak, sum so avgjørt eisini er fyri almenningin at vera við í.
Sostatt eru øll hjartaliga vælkomin!
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











