Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Lýsing
Lýsing

Bárður Nielsen "kroystur" av sínum egnu

Innanlands | 06/09-2019 09:15

Fleiri valevnir og framstandandi limir í Sambandsflokkinum hava sent mótmælisskriv til flokkin. Teirra millum eru m.a ein byráðslimur í Havn og borgarstjórin í Vága Kommunu.

Tey siga: 

Tíðdindaskriv:

Hjúnabandslógin skal varðveitast

Valið er av, og sum limir floksins, fegnast vit um góða úrslitið og sjeynda mannin, ið vit megnaðu at vinna farna valkvøld. Vit sum Sambandsflokkur eru nú í eini lykastøðu - latum okkum gangnýta hana sum best!

Nú samgonga skal skipast og tað hómast at blíva ein borgarlig av slagnum, føla vit eina skyldu at koma við eini áheitan til okkara umboð við samráðingarborðið, og harafturat við einum boðskapi til føroya fólk.

Vit eru ein sosial-liberalur flokkur. Liberala stevnan vísir á frælsið hjá einstaklinginum, bæði á arbeiðsmarknaðinum og privat. Liberalisman vísir á, at frá tí degi vit verða borin í heim, eru vit javnsett og at øll menniskju hava trý grundleggjandi rættindi: lív, frælsi og ogn.

Frælsi er tað orðið, ið vit ynskja at bíta fast í, í hesi áheitan.

Sum partvíst liberalur flokkur, eiga vit at verja rættin hjá føroyska borgaranum at hava frælsi at elska tann, tey elska - og harafturat giftast við tí persóni, ið tey elska.

Tað er tí okkara áheitan til tykkum, okkara floksfelagar, at hóast tað krevur nógv at gerast samd um eitt samgonguskjal, er frælsi ikki til at fara á kompromis við.

Vit heita á tykkum við hesum skrivi, at standa stinn í samgongusamráðingunum og halda fast við, at vit hvørki rulla hjúnabandslógina aftur ella broyta núverandi lóg. Arbeitt skal aldrin vera ímóti at skerja rættindi hjá føroyskum borgarum.

Allan Skaalum, valevni

Alvi Mortensen, valevni

Anja Haldansen, valevni

Anna Falkenberg, valevni

Annfinn Brekkstein, valevni

Eivin Helgi Jacobsen, valevni

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, valevni

Eyðdis Hartmann Niclasen, valevni

Ingi Mittún, valevni

Sunrid Traðará, valevni

Anna-Mari Nielsen, limur

Árni Guldborg Nielsen, limur

Birgir Ferjá Heldarskarð, limur

Eydna Gleðisheygg, limur

Hans Hjørleivur Magnussen, limur

Linnea Lindenskov Petersen, limur

Magdalena Mørk, limur

Magnus Herdalur, limur

Magnus Reinert Hansen, limur 

Olivia Kruse, limur

Petur Hansen, limur  

Thordis Skaalum, limur


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi