Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Oluffa og Niels Andreasen (uppt 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
EvR
Á Torginum 30. juni 2020 - Sálmar og sangir
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
EvR
Á Torginum 23. juni 2020 - Samrøða við Hans Joensen (uppt 2012)
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Nova
NOVA úr Suðuroynni (45) - 22. juni 2020
Lýsing
Lýsing

Tann kristni og uppgáva hansara!

Innanlands, Lesarabrøv | 07/09-2019 16:15

Tann kristni skal ikki ávara heimin um undirgang og endatíðir við grundgevingum í samfelagsrákum, sum bert í hansara munni hevur ringan smakk.

Tann kristni skal boða gleðiboðskapin (evangeliið) og elska næsta sín.

TAÐ er hansara uppgáva!

At ávara og at boða er ikki tað sama, men mangt bendir á, at tann kristni heldur vil ávara um fiktivar vandar í einum tryggum samfelagi heldur enn at boða gleðiboðskapin fyri teimum í samfelagnum, sum hava tørv á tí!

Tann kristni, sum ávarar um líkt og ólíkt, hevur als ikki skilt kristindómin.

Hann roynir hinvegin at binda kristin, semi-kristin og ikki-kristin í leinkjur, sum hann sjálvur hevur evnað til.

Vilja tey ikki læsa seg í leinkjur hansara, sigur hann, at tey eru vilst og fráfallin.

Tí um nøkur hava sæð ljósið (í myrka fangaholi hansara), mugu fangarnir, ið eftir eru – fyri einhvønn prís – ikki fáa eyguni á tað.

Annars missur hann teir fangarnar eisini.

Tí heldur hann bara áfram at ávara!

Alt bendir á, at Miðflokkurin hevur fingið ein nýggjan fangavørð, Ragnar Ludvig, ið stillaði upp til valið á lista H.

Hóast hann ikki varð valdur á Ting, ávarar hann framhaldandi umvegis miðlarnar.

Hann er stinnur í síni egnu heimsáskoðan og gudsfatan og útfrá hesum, ávarar hann um fiktivar vandar í eitt nú hjúnabandslógini.

Jesus sjálvur kom ikki í heimin til tess at staðfesta gomlu lógina, men at uppfylla hana, so vit øll kunnu vera frí til at liva eftir bestu sannføring okkara um, hvat eitt gott lív er.

Jesus bað okkum boða gleðiboðskapin.

Hann segði ikki, at vit skulu gera lógir í hansara navni.

Ei heldur segði hann, at vit skulu føra “kristnan politikk” (hvat tað so er?).

Tað Jesus strangliga eggjaði menniskjanum til, var

1) at vera góðir lærusveinar við at boða gleðiboðskapin og

2) at elska næsta okkara, sum okkum sjálvi, men tað ikki við at føra kríggj ímóti teimum, sum hava eina aðra heimsáskoðan ella gudsfatan enn vit sjálvi!

Sostatt hava tey kristnu í Miðflokkinum ikki skilt sína uppgávu sum kristin!

Tann kristni skal ikki gera evangeliið til eina politiska uppgávu, tí evangeliið, sum hann boðar, er fyrst og fremst ein sjálvuppgáva:

Tí skal tann kristni elska næsta sín, má hann fyrst læra at elska seg sjálvan og við tí kærleikanum, sum hann elskar seg sjálvan við, skal hann elska sín næsta, sum er EITT HVØRT annað menniskja.

Tástani skilir hann, at tað er hann, sum skal ganga undan sum fyridømi fyri onnur, heldur enn at reka næsta sín í rætt!

Jesus fór so langt sum at siga, at næstin eisini er fíggindin, og tí skal tann kristni – hóast hann viðhvørt kennir seg kroystan upp í ein krók – framhaldandi bert BOÐA evangeliið og ikki ÁVARA um tað!

Ólavur Eysturdal
 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Myndarøð: Tá Hvalbiar­tunnlin var skotin ígjøgnum
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Stórur eftirspurn­ingur at fáa eina av hesum íbúðunum
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 28 )
Tekur lands­stýrið ikki Jenis av Rana í álvara? 
MYNDARØÐ: Væl eydna fiski­kapping á Eiðisvatni
”Tað gongur nokk….”
Fegnir sjómenn
Hans Joensen selt klædnahandlin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
Ólavsøkan enn einaferð
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Samrøða: Heðin Jákupsson um nýggjan føroyska rættstavara
SandFrakt og summarlega í Suður­grønlandi
Svimji­høllin í Runavík nærkast
Jenis av Rana klipti snórin
Landsverk vitjaði í Hvalvík
Fleiri ungir línumenn við Havbúgvanum
Koronasmittan breiðir seg við fullari ferð
Skráín hjá IKTUS, sunnudag 7. juli 2020
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Oluffa og Niels Andreasen (uppt 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
EvR
Á Torginum 30. juni 2020 - Sálmar og sangir
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
EvR
Á Torginum 23. juni 2020 - Samrøða við Hans Joensen (uppt 2012)
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Nova
NOVA úr Suðuroynni (45) - 22. juni 2020
Nýggjastu tíðindi