Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Amerikanskur destroyari á Havnina í oktober

Lesarabrøv, Politikkur | 07/09-2019 17:00

Komandi mánað leggur eitt amerikanskt herskip til bryggju í Føroyum. Hetta er fyrsta vitjan av sínum slag í langa tíð.

Talan er um destroyaran USS Donald Cook. Hetta er eitt 22 ára gamalt og 154 metrar langt skip, hvørs uppgáva er at tileinkisgera fremmandar rakettir. Skipið var m.a. brúkt í stríðnum um Krim hálvoynna í 2014, stutt eftir, at Russland tók hana frá Ukreina.

Hóast endamálið við vitjanini ikki á nakran hátt er hernaðarligt, hevur tað kortini súmbolskan týdning, at herskipið vitjar beint nú.

 

Stórveldi kappast

Trump-tosið um at keypa Grønland var sjálvandi vitleyst – men tað avdúkaði, at hansara ráðgevar hava greitt honum frá teirri kapprenning, sum er millum stórveldini um at seta dagsskránna í arktiska økinum.

Hetta økir um strategiska týdning Grønlands, og kemur eisini til sjóndar, nú USA í næstan letur upp vælmannaða sendistovu í Nuuk.

Stórveldini, sum kappast, eru ikki bara Russland og USA, men eisini Kina.

Hóast Kina liggur fjart frá Arktis, er kinesiska stjórnin sera virkin í royndunum at koma framat. Hetta var helst orsøkin til, at kinesarar sýndu áhuga fyri at fíggja flogvallir í Grønlandi. Og at Lars Løkke Rasmussen brádliga fleyg til Grønlands og beyð heimastýrinum bíliga fígging til somu flogvallir – umframt pengar til onnur endamál – var neyvan bara eitt danskt, innanríkispolitiskt mál. Tað var stórpolitikkur. USA vil ikki, at Kina fær ov nógva ávirkan, og tí er ikki óhugsandi, at góða danska tilboðið til Grønlands kom eftir “uppskoti” úr USA.

 

Føroyar

Føroyar hava eisini strategiskan týdning. Vit liggja á gáttini millum Europa og Arktis – mitt á teirri siglingarleið norður um Russland, sum fer at latast upp um nøkur ár.

Tí venda altjóða eygu eisini móti Føroyum.

Og her eru tvey viðurskifti, sum verða løgd til merkis.

Annað er okkara nógv umrøddi útflutningur til Russlands. Sum fólkatingsmaður eri eg óteljandi ferðir spurdur um hetta – og havi tá ført fram tey argument, sum gera, at handilin ikki bara kann verjast, men eisini kann vera við til at fyribyrgja konfliktum.

Tey skal eg ikki endurtaka her. Men vit mugu við hvørt høvi gera øllum greitt, at handilin við Russland bara er handil og ikki á nakran hátt merkir, at vit ivast í, hvar okkara politiski loyalitetur er. Sølan til Russlands kann koma í sera ringt ljós, um vit frá almennari síðu lata nakran iva vera um, at vit strategiskt og politiskt eru og vilja vera eitt vestanland og eitt NATO-land.

Hitt er Huawei. Henda kinesiska stórfyritøka er undir illgruna fyri at verða brúkt av kinesisku fregnartænastuni, og tí hava fleiri vestanlond vent henni bakið. Men Føroya Tele og Huawei hava í fleiri ár samstarvað um tað 5G net, sum longu er roynt, og sum um heilt stutta tíð byrjar at verða tøkt fyri almenningin í Føroyum.

Eg gangi út frá, at trygdin er i lagi. Men vit sleppa ikki undan illgrunanum um, at kineserar við hesum royna tað sama, sum teir royndu í Grønlandi: At knýta Føroyar at sær handilsliga og tekniskt fyri á tann hátt at fáa politiska ávirkan.

Eisini hetta ger, at vit mugu vera púra greið um, at vit strategiskt eru – og ynskja at vera – partur av vesturheiminum og NATO.

 

Gott høvi

Vit gera einki skeivt. Men vit mugu ikki gloyma, at hetta er politiskt viðkvæmt, og at tað eru kreftir, sum eru ónøgdar við tað, vit gera. Eitt skeivt signal kann tí gera stóra skaða.

Tá USS Donald Cook kemur á Havnina í næsta mánað, hava vit fingið ein nýggjan løgmann og ein nýggjan ráðharra í uttanríkismálum.

Kanska okkara nýggja politiska leiðsla fer at kunna nýta hetta høvi til at geva greitt til kennar, at vit strategiskt eru væl og virðiliga kjølfest í samstarvinum við okkara sameindu. Undirskilt: at okkara handilssambond við Russland og Kina bara eru júst tað – handilssambond.

Soleiðis kann nýggja landsstýrið vera við til at forða fyri, at sølan til Russlands, sum er so avgerandi fyri okkara búskap, kemur undir trýst.

Sjúrður Skaale


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi