Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
Norðurjól á Biskupstorgi í Klaksvík
Rák
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Metis
Samrøða: Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað bók um millumlandasigling
Metis
Samrøða: Eyðgunn Samuelsen, fyrrv. lands­stýris­kvinna, um bústaðir
Metis
Samrøða: Kári millum Garðarnar greiður frá um gomlu føroysku træskipini
EvR
Á Torginum - Absalon Absalonsen prátar við Niels Oddmar Poulsen
Metis
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Hví grætur tú" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Sandoyarsendingin
Samrøða: Sámal Hanni Lognberg, um uppvøkstur, handil og tað at hava leiðsluna í eini missión
Vespureiðrið
Vespureiðrið (127) - 4. nov 2019
Lýsing
Lýsing

Lósu alt Markus-evangeliið uppá tveir tímar

Innanlands | 08/09-2019 11:00

Tað verður onkutíð tikið til, at fleiri av bókunum í Bíbliuni kunnu lesast eftir minni enn einum tíma.

Hesin veruleiki hevur helst givið mongum fólkum tann fyrsta áhugan at lesa í hesi ótrúliga bókini og læra innihald hennara betri at kenna.

Men hjá mongum er tað helst so, at ein skal taka seg saman fyri at fara undir regluligan bíbliulestur – og síðani at halda á við hesi góðu og dagligu siðvenjuni.

Ein annar háttur er at seta seg væl til rættis og snøgt sagt bert lurta, meðan onnur lesa upp fyri teg annaðhvørt í útvarpi ella á fløgu.

Hinvegin ber eisini at fara til eitt alment tiltak, har fólk hava átikið sær at lesa upp úr eini av teimum 66 bókunum í Bíbliuni, eins og gjørt var í Fríðrikskirkjuni mikukvøldið (4. september).

Boðið var her inn til eitt kvøld, har innihaldið í evangeli’inum eftir Markus skuldi lesast upp. Og líkt var til, at fólk høvdu áhuga í hesum, tí eini 40 fólk vóru í kirkjuni hesa løtuna.

- Ja, sigur sóknarpresturin, Ovi Brim. - Vit gjørdu hetta eftir einari av mongu áminningunum hjá Paulusi til sín góða vin, Timoteus, tá hesin fekk ráð um, hvussu hann skuldi skipa kirkjuliðið og virksemið í tí.

- Í fyrra brævi sínum til Timoteus kap 4 og í ørindi 13 sigur Paulus beinleiðis við hann: “Legg tær, inntil eg komi, eina við upplestrinum, áminningini, læruni!”. Tí skipa vit fyri hesi løtuni, har vit lesa eina heila bók í Bíbliuni í einum.

BERT 16 KAPITLAR
Løtan í Fríðrikskirkjuni byrjaði við einum sálmi, áðrenn Ovi Brim segði eitt sindur um, hvat ein eigur at geva sær far um í hesum evangeli’inum.

- Hóast tað einans hevur 16 kapitlar, og er tað stytsta evangeli’ið, so eru stórt ríkidømi at finna her, vísti prestur á.

– Ofta fara vit í dýpdina við einum bíbliuteksti og útleggja hann, har vit nýta nógv av okkara egnu orðum, tí vit bera tað fram, sum vit fáa burturúr.

- Alt gott um tað. Men vit hava eisini tørv á at síggja ta stóru heildina, og at síggja samanhangin sum teir ymsu tekstirnir eru skrivaðir í.

Prestur vísir á, at longu í bíbilskari tíð skiltu tey týdningin av hesum: Bæði Móses, Jósva, Jósia og Esra í Gamla testamenti lósu upp úr lógini, tá Guds fólk skuldi vegleiðast. Og hetta sama dugdi Paulus eisini at síggja.

- Vit valdu Markusevangeliið, tí tað er tað stytsta evangeliið. Eingin sigur, at áhoyrararnir fáa alt við, tí tað er rúgvismikið.

- Men kanska fær onkur okkurt serligt burturúr tveimum ella trimum kapitlum, sum hesin ikki hevur givið sær far um fyrr. Hetta er tí eitt høvi at stuðla hvør øðrum í at lesa í Bíbliuni, tí tað er avbjóðandi fyri tey flestu av okkum, sigur Ovi.

MÁ ENDURTAKAST
Kvøldið í Fríðrikskirkjuni var skipað soleiðis, at fyrst vóru átta kapitlar lisnir, og síðani var ein steðgur við einum drekkamunni. Eftir tað vóru teir seinastu átta kapitlarnir lisnir.

Tey høvdu í summar heitt á tvey fólk, eina kvinnu og ein mann, um at lesa alt Markusevangeliið og veruliga tilogna sær tað, so at tey kunnu bera tað fram, soleiðis sum tey skiltu tað.

Tey høvdu fingið Helenu Hansen, sum er lærari á Miðnámsskúla at lesa frá kapittul 1 til 8, og Súna í Hjøllum, fólkaskúlalærara at lesa frá kapittul 9 til 16. Tað tók teimum einar 50 minuttir hvør at lesa sínar 8 kapitlar.

- Og hetta komu tey sera væl frá, vísir Ovi Brim á.

Hetta er fyrstu ferð at tey í Fríðrikskirkjuni skipa fyri júst hesum tiltakinum. Men sannlíkt er at tað fer at vera endurtikið.

- Ja, hetta var ein sera rík løta, og vit miða tí eftir at skipa fyri einum líknandi tiltaki einar tvær til tríggjar ferðir um árið, sigur Ovi Brim at enda.

(Vit hava tíverri ongar myndir frá hesi inniligu og rørandi løtu í Fríðrikskirkjuni!)

Orð: Snorri Brend
Mynd: Ovi Brim/trubodin.fo

greinin stendur á folkakirkjan.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Sonja: Harragud eg eri troytt av at vera umrødd
Tí er ikki talan um útblaking
Svik avdúkað í Bylgjuni í Runavík
Føroyingur í Argentina: Búskaparstøðan er út av lagi vánalig
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
Jenis av Rana vónar framvegis at fáa sendistovu í Jerusalem
Afturkalling av matvørum: “Rice n´GO - hindbær”, Urtekram kikkertrar, og skinkustrimlar frá COOP
Frágreiðing frá skúla­stýri­num í Fuglafjarðar skúla
Ísland: Útvísing av kvinnu í 36. viku hevur vakt øsing
Pressa, pressa, pressa”!
LJÓÐBROT: Íslendskur journalistur um Namibia-gøluna hjá Samherja
Sandurin niðanfyri kirkju­garðin
Maria Reynstind misti mannin: nú heitir hon á onnur ið hava mist
Íslendskt virksemi í Namibia verður gjølla kannað
Eg fekk 10.000 kr. Hetta vóru rørandi boð at fáa.
LJÓÐBROT: Samrøða við Doru Tiberiu á Torvlagnum
Jógvan Hugo Gardar, journalistur, um Samherja-gøluna: Stórt mál í Noregi
Tíðindi á R7 klokkan 12:00 og 15:00
Tit, ikki vit, gjørdu Trump
Rimmar fastur í 3 vikur á Skála - nú gekk
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Gullak Madsen letur smíða nýggja Ruth
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
Norðurjól á Biskupstorgi í Klaksvík
Rák
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Metis
Samrøða: Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað bók um millumlandasigling
Metis
Samrøða: Eyðgunn Samuelsen, fyrrv. lands­stýris­kvinna, um bústaðir
Metis
Samrøða: Kári millum Garðarnar greiður frá um gomlu føroysku træskipini
EvR
Á Torginum - Absalon Absalonsen prátar við Niels Oddmar Poulsen
Metis
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Hví grætur tú" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Sandoyarsendingin
Samrøða: Sámal Hanni Lognberg, um uppvøkstur, handil og tað at hava leiðsluna í eini missión
Vespureiðrið
Vespureiðrið (127) - 4. nov 2019
Nýggjastu tíðindi