Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

”Eg hevði tað, tá eg ikki átti tað, men misti tað, tá eg fekk tað.”

Innanlands, Mentan | 09/09-2019 12:30

August og september mánaðar eru nakað heilt serstakt.

Summarið er av, søkur og vøkur og festivalar eru pakkaðir niður. Tey lesandi eru farin av landinum og børnini  í skúla aftur.

Vit tendra ljós um kvøldið, tað skýmir og fleiri halda hetta vera eina hugnaliga árstíð, meðan onnur longu sakna summarið.

Minnist so sera væl fyrsta skúladag, hvussu ferniseraðu gólvini í nunnuskúlanum skygdu, alt angaði á serstakan hátt, reyða skúlataskan og penalarahúsið við nýggjum blýantum.

Túrurin við mammu oman í Gamla Bókhandil at velja  pappír at koyra um skúlabøkurnar og merkið at klistra á, har navnið skuldi skrivast .

Tá fór mann oman lítlar trappur og so var stórt rúm, har alskyns pappír, viskileður, linealur og blýantar vóru. Og so at velja sær, hvat var tað penasta.

Bøkurnar í taskuna og so í skúla, eitt skúlaár fyri og annað eftir. Soleiðis hava vit ymsar skiftissiðir í lívinum, ymsar marknaðarsteinar við steðga við. Og hava vit gáað um løtuna, sogið hana inn, so goymist løtan sum minni.

Vit hava júst havt val og nøkur eru vald og onnur ikki. Valdysturin hevur vart ein mánaða og vit hava hoyrt um lyfti og alt tað góða, sum politikarin vildi geva tær og mær, um vit bara settu okkara X rætta stað.

Og tey valdu eru so hjartans fegin, men hvussu leingi ?

Eitt fyribrigdi eitur ”sorgblídni, sum er tengt at einum sigri”. Henda kenslan, sum barnið kann kenna jólaaftan, tá alt er pakkað upp ella tá vit leingi og inniliga hava ynskt okkum okkurt ella arbeitt hart fyri at fáa tað, tá kann henda løgna, bláa kenslan koma og vit spyrja :

 ” Var hetta tað ”?  Væntanin og spenningurin, meðan eg var á veg, stendur ikki mál við kensluna, nú eg havi vunnið ella fingið hetta ella hatta.

Henda bláa kenslan er tóm, og vit halda hana ikki út, so vit mugu gera alt fyri at fylla henda tómleikan. Og vit eru so bangin fyri friðinum, pausuni, tí hvussu kann eg sláa tíðina í hel ? Jú, við at arbeiða enn meir, so ongin munur er á at arbeiða og hava frí, alt flýtur saman. Ella lata keypiørskunu fáa fastatøkur á mær, tí kanska eg verði meiri nøgd um….?

Hava vit óverulig, illusorisk mál í lívinum, sum ikki ber til at fáa ella geva okkum nakra lukkukenslu ? Vegurin til stóran sigur er ofta ein einsamøll ferð.

Og vit skunda okkum og seta okkum mál,  sum eg skal náa, tí tað er tað  mest optimala.

Og vit keypa okkum fátæk í bókum, sum biðja okkum finna bestu úgávuna av okkum sjálvum ella seta ja-hattin á høvdið ella kaga inn í seg sjálvan, so hvørvur kanska ótti og ófriður ?

Lukkan gevur ikki takksemi, men kennir tú takksemi, verður tú glaður.

Í okkara skundmiklu ferð eftir øllum gloyma vit kanska menniskjuni, vit hava við okkum í okkara foldarlívi, kensluna at síggja næstan í hinum, at meiningin er at hava onkran at elska og onkran sum elskar meg ?

Og tá  fýra politisk ár eru av, hvør fólkavaldur ger tá nakra niðurstøðu, um hann/hon nú sá menniskjað í cementinum ella helt at tey gomlu skuldu fáa góðar umstøður, so tey kendu eitt takksemi aftur frá teimum ”úti í lívinum ”?

Í dag vita vit eina rúgva um alt møguligt, og vit kunnu lætt ogna okkum vitan um alt frá rúmd til at polstra eina sofu, men minnir eru tað ikki, tí minnir kunnu vera fjálg at finna fram aftur, sum ein vanligan týsdag í august í trýssunum, fót fyri fót, við mammu oman at keypa viskileður og blýantar.

hetta skrivar Armgarð Arge á folkakirkjan.fo.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi