Vestmanna: Vit hava seymað umleið 1400 berinet
Í samband við Vetmannadagarnar, sum eru alla hesa vikuna, hava nakrar kvinnur í Norðstreymoyar Heimavirkisfelag seyma heili 1400 berinet. Netini fáast ókeypis í handlunum.
Á facebook síðuni sum eitur VESTMANNA skrvar tey soleiðis:
Beri net:
Vegna Norðstreymoyar Heimavirkisfelag vil eg takka fyri áhugan fyri verkætlan okkara.
Vil takka seymikonum, øll ið hava latið toy, tey ið hava givið okkum mat og kakur oman í Krambúðina, handlarnir í Vestmanna fyri at taka væl undir átakinum.
Vit hava seymað umleið 1400 berinet. Hesi eru farin í Á, Magn og Rúsuna í Vestmanna.Meiningin er, at hesa vikuna tá Vestmannadagarnir eru, brúka vit ikki plastik beri net.
Vit vóna, at við hesum átakinum broyta vit hugburðin viðvíkjandi endurnýtslu av beri netum.
Ætlanin er, at tit fáa net tá tit keypa, og taka tey við aftur næstu ferð tit fara at keypa.
Netini eru ókeypis
Soeliðis skriva ein av samskiparunum á facebook.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi