Vestmannadagar: Skráin í dag
Kl. 14.30 – 16.30 Opið hús í Frítíðarstovuni
Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja Frítíðarstovuna, Garðatún 11, og at heilsa upp á børn og vaksin. Gestirnir fáa ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Kl. 15.00 – 17.00 Grill fyri børn og vaksin – niðan fyri Heilsumiðstøðina
Aftur í ár verða børn og vaksin boðin at fáa eina grillaða pylsu við øllum. Grillað verður niðan fyri Heilsumiðstøðina.
Kl. 15.00 – 17.00 Opið hús á Havnarskrivstovuni
Øll eru vælkomin inn á gólvið á Havnarskrivstovuni til ein drekkamunn og eitt prát.
Kl. 15.00 – 17.00 Opið hús í Bátafelagnum
Øll eru vælkomin inn á gólvið hjá Bátafelagnum/Undirhúsinum til ein drekkamunn og eitt prát.
Kl. 15.00 – 17.00 Opið hús á Staðnum
Øll eru vælkomin inn á gólvið á Staðnum til ein drekkamunn og eitt prát.
Kl. 16.00 – 18.00 Opið hús á Vestmanna Arbeiðarafelag
Vestmanna Arbeiðarafelag bjóðar øllum til ein hugnaligan drekkamunn og prát.
Kl. 17.00 – 18.00 Lata klæðir inn til Lat-og-fá marknaðin – Krambúðin
Tey, ið ynskja at lata klæðir, leikur og barnaútgerð til lat-og-fá marknaðin, sum verður í morgin, kunnu koma í Krambúðina og lata inn rein og heil klæðir til allar aldrar, barnaleikur og barnaútgerð. Tað er umráðandi, at klæðini/lutirnir eru rein og heil. Heitt verður á fólk um at skilja klæðini í posar í hesum bólkum: gentur undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri, kvinnur, dreingir undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri, menn.
Kl. 17.00 – 19.00 Fiskikapping á keiini
Fiskikapping verður fyri børnum á keiini niðan fyri fiskavirkið. Tann, sum fær størstu nøgdina í kiloum, vinnur. Vinningar, sum eru gávukort til Disvoy, verða latnir til nr. 1, 2 og 3 í kappingini. Neyðugt er við tilmelding, sum fer fram við at ringja til Paula á tlf. 770 107 í seinasta lagi týsdagin 18. september kl. 15. Fyri at luttaka skal barnið vera í bjargingarvesti. Foreldrini hava ábyrgdina av børnum sínum.
Kl. 18.00 – 20.00 Listaframsýning – á Bryggjuni
Gyðja H. Didriksen, Martin Joensen, Laila Nikolajsen, Heidi Petersen, Ann-Mari Egholm, Ann-Mari Borgarsdóttir Mouritsen, Herit Magnussen og Herit Joensen sýna fram egin listaverk. Flestu listaverkini eru til sølu.
Broyting í skránni:
Kl. 19.00 – 23.00 Kaffistova – flutt á Bryggjuna
Kl. 20.00 Gospelkonsert við M.C. Restorff – flutt á Bryggjuni
M. C. Restorff hevur gospelkonsert á Bryggjuni.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











