Rák (40) Pál Weihe um heilsu og heilsuverk í 21. øld
Tosað verður um vinnulig áhugamál í medisinídnaðinum og um leiklutin hjá læknum. Spurt verður hvar læknin fær sína vitan um heilivág, hvussu læknaútbúgvingin er samansett og hvørja ávirkan medisinídnaðurin hevur á læknar.
Tosað verður eisini um opioid kreppuna, sum er í mongum londum - 20 % av danum eru bundnir av opioidum og støðan er helst tann sama í Føroyum. Í sendingini hoyra vit m.a. at medisinídnaðurin er komin á marknaðin við opioidum við tí grundgeving at man ikki verður bundin av teimum. Tosað verður um álit á medisinídnaðin. Spurt verður m.a. um kannabis kann verða eitt alternativ til opioidur og Pál Weihe greiður frá sínari hugsan um kannabis sum heilivág.
Pál Weihe er yvirlækni, leiðari á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, adjungeraður professari á Setrinum, formaður fyri Læknafelagnum í Føroyum og hevur í nógv ár verið altjóða viðurkendur granskari.
Annika Bolton Mortensen er vertur í sendingini.
Seinni partur av prátinum við Pál Weihe kemur á R7 mikudagin kl. 13.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











