Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Klaksvík: Tænastur í støðugari menning

Innanlands | 12/09-2019 14:00

Sum liður í arbeiðnum fyri at menna tænastuna og arbeiðsumstøðurnar á eldraøkinum, fingu starvsfólk hjá NBH í gjár undirvísing í, hvussu starvsfólk kunnu brúka flytilyftir, sum í næstum verða settar upp á Heiminum við Vágna, Sambýlinum á Heygnum og á Røktarheiminum.

Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, hevur NBH raðfest tætt samstarv millum eitt nú leiðslu og starvsfólk. Ergoterapeutarnir hjá NBH hava í eina tíð víst á, at flytilyftir kunnu gera stóran mun, tá ið talan er um flytistøður, sum m.a. gerast smidligari fyri borgaran, umframt at starvsfólkini fáa nógv betri arbeiðsumstøður.

- Hetta er avgjørt eitt stig rætta vegin, tá hugsað verður um tænastuna til borgaran og arbeiðsumstøðurnar hjá okkara starvsfólkum. Í ár hevur stýrið raðfest pening soleiðis, at 16 kømur kunnu gerast klár til flytilyftir, og í komandi ári verður eisini peningur settur av til enn fleiri flytilyftir. Málið er, at vit framyvir fara at hava møguleika at knýta flytilyftir í allar búeindirnar hjá NBH, sigur Jógvan Skorheim, formaður í NBH.

Tað er danski veitarin Guldmann, ið hevur nógv ár á baki, sum er veitari av hesari tøkni. Til undirvísingina í gjár vístu teir m.a. á, at fyritøkan hevur gjørt eitt stórt kanningararbeiði, ið staðfestir høgt nøgdsemi millum bæði brúkarar og starvsfólk.

Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen, ergoterapeutar í NBH, sum saman við leiðsluni hava arbeitt við hesum átakinum siga, at nýggju flytilyftirnar hava nógvar møguleikar, sum gólvlyftin ikki hevur. Eitt nú kann nýggja flytilyftin eisini brúkast tá búfólk, sum eru songjarliggjandi, skulu hava venjing ella røkt. Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen fegnast alsamt um hesa menningina og eru stoltar av, at NBH raðfestir hetta høgt.

innsent tíðindaskriv 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi