Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fólkaheilsuráðið: Aldursmarkið fyri at keypa spiritus átti kanska at verið sett upp til 20 ár

Heilsa, Lívsstílur | 12/09-2019 18:00

Fólkaheilsuráðið hevur verið á Nordisk Rusmiddel Seminar 2019 í Nuuk saman við 24 umboð frá NRS felagsskapinum og umboðum í Grønlendsku landsumsitingini og starvsfólkum, sum arbeiða á rúsevnisøkinum í Grønlandi. Fólkaheilsuráðið skrivar á heimasíðu síni, at tað er umráðandi, at varpa ljós á alkoholnýtslu, tí kanningar vísa, at høg nýtsla av alkoholi í langa tíð førir til medisinskar sjúkur, og at fyllskapur ofta førir til akutta vanlukkur og skaðar, sum so frá líður ofta ger fólk sjúk.

Tað er prógvað, at avmarkað atgongd minkar um rúsdrekkanýtsluna. Øll londini í NRS samstarvinum, uttan Danmark og Grønland hava einkarsølu. Aldursmarkið fyri at keypa øl og vín í londunum, sum eru við í NRS samstarvinum liggur millum 16 og 18 ár, meðan aldursmarkið fyri at keypa spiritus liggur millum 18 og 20 ár. Í Føroyum er aldursmarkið í báðum førum 18 ár, men kanska átti markið fyri spiritus verið sett upp til 20 ár, skrivar Fòlkaheilsuráðið á heimasíðu síni. 

Fólkaheilsuráðið heldur tað verða áhugavert at hoyra, hvussu íslendingar hava fingið broytt alkoholnýtsluna munandi millum ung. Í 90inum lógu ung í Íslandi á sama høga støði sum danskur ungdómur, tá ið tað kom til alkoholnýtslu, og tí byrjaðu Íslendingar at seta inn á fleiri økjum. Tey fóru undir at kanna, hvat tey, sum ikki drekka, hava í felag. Tað vísti seg, at hesi høvdu góð familjusambond, góðar vinir, góða heilsustøðu og virkið frítíðarlív. Hetta er m.a. í tráð við høvuðsboðskapin í ABC fyri sálarliga heilsuverkætlanina og nýggja ABC áktakið “Kveik Ung” hjá Fólkaheilsuráðnum.

Íslendingar fóru m.a. eisini undir at organisera ítróttin betur, settu útgongubann inni á ávísum støðum ávísar tíðir og styrktu foreldra samstarvið. Foreldraumboð skuldu m.a. vera í skúlastýrinum eisini á miðnámi, sum vit kanska skulu arbeiða fyri í Føroyum. Ongar barnaveitslur uttan tilsýn av vaksnum og promillumarkið fyri at koyra bil bleiv sett til 0,2. Íslendsku kommunurnar geva øllum møguleika ókeypis at taka lut í frítíðarvirksemi, sum er upplagt at føroysku kommunurnar eisini gera.

Øll londini banna lýsingar við rúsdrekka, uttan Danmark og Grønland, har tað bert er bannað at rætta lýsingar við alkoholi til børn og ung.

Vegleiðingar hjá NRS londunum minna nakað um hvørt annað. Norra brúkar tó ikki vegleiðingina 7/14 alkohol eindir longur, hetta tí tey meta, at gransking ikki vísir nóg týðiligt, at ein ávís nøgd hevur heilsuligan virknað. M.a. vísir nýggj gransking eisini at lægri nøgdir enn 7/14 eisini kunnu vera heilsuskaðandi. WHO hevur sum so onga beinleiðis vegleiðing, men 7/14 er mark í sambandi við munandi økta vanda fyri heilsuskaðum, og tað hevur ikki verið ætlanin hjá WHO at brúka 7/14 alkohol eindir, sum mark fyri, hvat tú kanst drekka. Fólkaheilsuráðið fer nú at umrøða, hvørt tilmælið í Føroyum skal broytast til drekk minst møguligt, men við tilvísing til nøgdir, har vandin fyri heilsuskaðum økist hagfrøðiliga.

Vit gerast alsamt eldri og spurningurin er, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til alkoholnýtsluna hjá eldri borgarum, og hvussu skulu røktarfólk fyrihalda seg á røktarheimum, har alkohol fyllir meir og meir, og hvussu skulu heimahjálparstarvsfólk fyrihalda seg til tey, sum búgva heima. Fólkaheilsuráðið fer eisini at koma við átøkum, sum viðgera alkoholnýðslu og eldri.

Samanumtøka frá seminarinum kann lesast her.

 

 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (136) - 2. juni 2020
Jan Lamhauge: Eik-málið átti at verðið roynt í Rættinum
Sjófólk leypa fyri borð av reikferða­skipum
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 23 )   
Í øðini eftir samrøðu við Trump
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - ein dugnaligur brævskrivari!
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Hvagar eru vit á veg?
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Partabrøv til starvs­fólk hjá Bakkafrosti
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
KIRKJUR, SAMKOMU- OG MISSIÓNS­HÚS - nú verður latið uppaftur!
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 3. partur
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
Samrøða við Rannvá G. Niclasen um mótmæli og korona í New York
Listaframsýning við Silju Strøm í Gamla Seglhúsi­num í Klaksvík
31. mai - Altjóða roykfríur dagur
DRONNING ELISABETH OG PÁSKA­HÁTÍÐIN - fyri fyrstu ferð í 68 ár
Sjófólk sleppa ikki í land aftur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi