MYNDARØÐ: Jenis av Rana sat einsamallur í samráðingarrúminum í 55 minuttir
Klokkan 8.30 í morgun skuldi samráðingarnar í millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin halda fram, eftir at tær slitnaðu í gjárkvøldið.
Tá fólk frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum komu í løgtingið um 8.30 tíðina í morgun, fóru tey beint í kantinuna at seta seg.
Tað sá ikki út til at tey høvdu hug at fara til samráðingarborið, í hvussu so er ikki beinanvegin.
Formaðurin fyri Miðflokkin fór beina leið í samráðingarhølið klokkan 8.30.
Eg eri klárur og havi brett upp ermar, segði Jenis, sum myndin eisini vísur, tá vit hitti hann beint eftir klokkan 09.00
Klokkan 09.25 ella bara 5 minuttir áðrenn deadline komu samraðingarleiðarin, Bárður á Steig Nielsen og formaður Fólkaflokksins á fundin. Tá hevði Jenis av Rana, formaður Miðflokksins bíða í 55 minuttir.
Sum skilst, so endaði fundurin úrslitaleysur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur