Erla Olsen ( eldra ) vald til Ársins borgara í Vestmanna 2019
Á Vestmannadøgunum sum hava verið hesa vikuna hava nógv tiltøk verið. Í vikuni valdi Vestmanna Bygdarráð fyri fimtu ferð at heiðra einum borgara, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt munagott bygdini at frama.
Hetta kann vera við einstakari serligari hending ella við at hava arbeitt fyri einari søk til frama fyri Vestmanna gjøgnum longri tíð.
Heiðurin var latin í morgun, tá ið Vestmanna Kommuna bjóðaði øllum til felags morgunmat í ítróttarhøllini í sambandi við, at Vestmannadagarnir verða hildnir.
Átakið verður skipað soleiðis, at borgararnir sjálvir lata inn uppskot til bygdarráðið at velja ímillum.
Hesafer var Erla Olsen ( eldra ) vald til Ársins borgara í Vestmanna 2019.
Grundgevingin í stuttum var hendan:
At Erla er ein góð fyrimynd
At Erla hevur – saman við øðrum – í drúgvt áramál tikið sær av teimum smáu í VÍF
At Erla altíð er til reiðar við undirhaldi, tá ið tørvur er á tí til veitslur o.a.
At Erla hevur í fleiri enn 43 ár uttan slit stjórnað einum lokalum kóri og var við at stovnseta eitt annað kór, sum enn er í bygdini
At Erla hevur ikki minst sitið í meir enn 40 ár við urguna í Vestmanna kirkju
Tá Ársins borgari var útnevndur í dag, var Erla ikki sjálv til staðar, hon var tíverri sjúk. Tað var maðurin, Julian Olsen sum tók í móti heiðrinum. ( sí mynd )
Vit á R7 ynskja Erlu Olsen hjartaliga til lukku.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur