Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tiltak: Psykosudrotningin sigur frá

Heilsa, Mentan | 14/09-2019 18:00

Hybridbókin ”Psykosudrotningin sigur frá”, sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað, verður løgd fram í Perluni í Havn í morgin 15. september kl. 15. Í hesum sambandi verður upplestur, framsýning av tekningum úr bókini og fyrilestur um psykosu.

Sálarfrøðingurin Suni Poulsen fer at bjóða vælkomin til tiltakið og stutt at greiða frá, hvussu sálarheilsutilboð í dag aloftast eru afturúrsigld av greinskingini, sum m.a. vísir, at flestu psykiatrisku diagnosurnar ikki eru gott vísindaliga undirbygdar, og at flestu ástøði um sálarliga líðing eiga at endurskoðast og nýhugsast.

Sálarfrøðingurin Olga Runciman úr Danmark fer at halda fyrilestur um sambandið millum trauma og psykosu. Endamálið við bókini “Psykosudrotningin sigur frá” og fyrilestrinum er at varpa ljós á psykosu sum ein natúrlig reaktión upp á lemjandi og traumatiskar hendingar í lívinum. Í sínum arbeiðið leggur Olga dent á lívssøguna hjá tí, ið stríðist. Umvegis lívssøguna kann meiningin í psykosuni finnast. Tað er altíð ein orsøk til slíkt sálarligt órógv, og við at skilja orsøkina til líðingina, so kann vegurin til linna finnast. Meira og meira gransking vísir á, at samband er millum trauma og psykosu. Tíverri arbeiðir psykiatriin ikki við støði í hesum í dag, men tvíheldur um ástøðina um kemiska ójavnvág í heilanum og um ástøðina, at psykosa er heilasjúka. Somuleiðis tvíheldur hon um, at talan er um ólag við dopamin reseptorunum í heilanum, at psykotisk eyðkenni koma av eini øðrvísi heila-anatomi ella øðrvísi aktiviteti í heilanum. Einki av hesum er nær námind vísindaliga undirbygt soleiðis sum sambandið millum trauma og psykosu er, og tað óhepnasta av øllum er, at skeiva fatanin av, at psykosa er heilasjúka, førir til vónloysi og døpurhuga millum tey, sum stríðast. Tey hava sambært psykiatriini ein sjúkan heila, og alt tey siga er íspunnið.


Við bókini og hesum tiltaki er endamálið at geva teimum psykotisku ein narrativitet aftur, tey skulu hava rætt til sína lívssøgu og siga hana, sum tey ynskja. Grainsking vísir eisini, at um tey, ið stríðast við psykosu, fara út og siga sína søgu og knýta lívshendingar og líðing saman, so minkar stigmatiseringin, ið er knýtt at hesum menniskjum. Tað skrivar fyrireikararnir til tiltakið, Eksil og Sinnisbati, í innbjóðing á facebook. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi