Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nakrir spurningar til Karin Kjølbro

Innanlands, Lesarabrøv | 15/09-2019 13:00

Undirritaði hevur lagt til merkis, at henda annars so blídliga konan Karin Kjølbro í fleiri førum er farin at sløða um seg við ódámligum orðum, hon ongantíð áður hevur gjørt, orð so sum “hatur”, “haturstala”, “hatursherferð” o.s.fr. um onnur, sum eru av aðrari fatan enn hon.

Hatur er eitt óhugnaligt orð, fylt við eitri. At hata er nakað øgiligt nakað. At leggja onnur undir “hatur”, “haturstalu”, “hatursherferð” o.s.fr. er sera, sera álvarsamt. Hugsa teg um, Karin, áðrenn tú byrjar at geva øðrum slíkt skoðsmál. Tað kundi lættliga hugsast at ført til eitt §266b mál!

Jenis og tú tosa forbí hvønn annan. Jenis tosar um hjúnarbandslógina sum eina “spilta vøru”, meðan tú tosar um samkynd, sum um at tað vóru tey, Jenis skírir “spilta vøru”. Hetta er at rangsnúgva sannleikanum við vilja til tess at tæna einum heilt ávísum endamáli, sum ikki er neyðugt at nevna, tí tað skínur so alt ov væl ígjøgnum í tí, Karin skrivar.

Og hvat so, tí tá tjóðveldisfólk fagnaðu bíbliufobistinum Hans Andr. Sølvará, sum í keisarans nýggju klæðum í Miðlahúsinum stóð og slokti haturseggjandi moskum islams upp eftir rygginum í samband við útgávu hansara av bíbliufobistiska verki hansara “Orð um Gud”, varð hann mikið fagnaður av Karin Kjølbro! (Sí baksíðuna á Sosialinum 10.03.2008). Hví fagnar Karin Bíbliuókønum bíbliufobistum, sum niðurgera Orð Guðs til Orð um Guð? Hvat hevur Orð Guðs gjørt henni? Og tolir hon ikki at hoyra tað, sum Orð Guðs sigur um hjúnarlagið, so er at vera nóg erlig og siga tað!

At flyta focus er ein listinlærdur máti at grugga eitt mál. Annað fer eftir bóltinum, hin fer eftir manninum. Hetta málið snýr seg heilt einfalt um, - sum onkur rættiliga skilagott hevur sagt, - um ein skal hava ein sjálvsagdan “rætt” til at skráseta sín bil í Skipaskrásetingini ella ikki! Tað er hetta, málið snýr seg um, og als ikki um at mannminka samkynd! Hetta sivar ikki inn hjá Karin! Sum ein, ið varar av samkyndum tætt uppá í eins egnu familju, veit undirritaði alt um virðing fyri samkyndum. Tað skal Karin ikki koma og siga undirritaða!

Mær vitandi er Jenis ongantíð lagstur eftir samkyndum, soleiðis sum Karin vil gera tað til. Tað er at geva tveimum av sama kyni rúm í hjúnarbandslógini, hann, grundað á Orð Guðs, er so nógv ímóti, at Karin fær tað til at vera hatur! Ein undrast á hvat Karin hevur ímóti Skriftini, sum skipað hevur hjúnarlagið millum mann og kvinnu og staðiliga ávarar um fylgjurnar av nøkrum øðrum?

*Mær vitandi hevur Jenis heldur ongantíð brúkt niðrandi orð so sum “psykopat” um samkynd. Tað gjørdi Annita á Fríðriksmørk um egna floksfelaga sín Páll á Reynatúgvu!

Góða Karin, kanst tú siga okkum hvørt hetta er “haturstala” ella ikki? Og hvat sigur §266b um slíka virðing fyri øðrum?

*Annita royndi eisini at misbjóða fólki úr evangeliska umhvørvinum sum limir í Vísindasiðsemisnevndini!

Góða Karin, er hetta “haturstala” ella ikki? Og hvat sigur §266b um slíka virðing fyri øðrum?

*Sama Annita vildi eisini sýta prestum, ið bóru fram sannleikan, at prædika á Ólavsøku!

Góða Karin, kanst tú siga okkum hvørt hetta er “haturstala” ella ikki? Og hvat sigur §266b um slíka virðing fyri talufrælsinum?

*Eisini mælir unga ættarlið floksins til at tað skal standa øllum frítt at taka lívið av óføddum framtíðarføroyingum bara tí teir eru í vegin! Hitt ófødda barnið skal á mest barbariskan hátt bøta við lívi sínum fyri ólevnað teirra vaksnu - sum fyribyrging!! Ein øtast. Ein er endaður aftur í svartastu Miðøld, tá vit stoyttu tey oman, sum tá vóru í vegin!

Góða Karin, kanst tú siga okkum hvat §266b sigur um slíka virðing fyri øðrum?

*Eisini bjóðaðu ungu floksins seg fram í miðbýnum í Havn at stýra tjóðini undir hesum sera virðiliga hermerkinum: “Helvitis Fokking Fokk!”  Karin, royn tú nú sum kvinna at analysera hesi orðini og hvat tey standa fyri!!

Góða Karin, kanst tú siga okkum hvørt hetta er “haturstala” ella ikki? Og hvat sigur §266b um slíka virðing fyri øðrum?

*Ein av oddvitum Tjóðveldis, sum síðan er endaður í javnaðarflokkinum, orðaði seg soleiðis í fjølmiðlunum um tey samkyndu, tá tey hildu á at gera vart við sína søk uttanfyri Tinghúsið: “Haldið kjaft og farið til hús!”

Tey høvdu einki sagt og einki galið gjørt, bara staðið har friðarlig og tigandi við sínum plakatum. Og tað hava øll rætt til.

Góða Karin, kanst tú siga okkum hvørt hetta er “haturstala” ella ikki? Og hvat sigur §266b um slíka virðing fyri samkyndum?

*Kristin, ið vístu til Orð Guðs, tá kravið um hjúnarband fyri samkynd reið tjóðini sum ein marra, vórðu av sjálvkosnu umboðum virðileikans skírd “svín” og “Helvitis einglakór” (Niels Uni Dam), ”moralskar krympireyvar” (Oddfríður Rasmussen, Sos. 21.08.07), talibanar o.s.fr., fyri ikki at tala um Ingvør Nólsø, ið segði seg vilja spýggja! Tað fer hon so at fáa ríkiligt høvi til, tá hennara tími kemur!

Góða Karin, kanst tú siga okkum hvørt hetta er “haturstala” ella ikki? Og hvat sigur §266b um slíka virðing fyri øðrum?

Karin góða, hvat haturstalu viðvíkur kanst tú bara fara út á gøtuna og hoyra hvørji ikki munnberandi ljót orð og niðrandi vendingar ið verða brúkt um samkynd. Tað er forferdiligt at hoyra. Eg havi aldri hoyrt nakran, sum sigur seg vera ein kristin, brúka slík orð um tey samkyndu. Aldri. Tey hava manga ferðir størri virðing fyri teimum samkyndu enn so. So, Karin, hvør er tað, sum fæst við haturstalu?

Góða Karin, tað hevði hjálpt munandi um virðingina fyri øðrum, um tú kundi svara hesum spurningunum og sendi hasa haturstalu-rokningina til røttu adressuna!

Eg fari at viðmæla tær at málbera teg meira umhugsað eina aðruferð enn hin floksfelagi tín, sum segði: “Vit skjóta ikki bjørnina fyrr enn hon er skotin”!!

Kajfinn Hammer

Lat meg enda við hesi ikki sørt sigandi yrkingini hjá Jakob Sande (01.12.1906-16.03.1967)

I morgon vil eg byrja på eit nytt og bedre liv

I morgon vil eg byrja på eit nytt og betre liv, -trur eg.
Eg skal aldri gå på fylla meir og skjera folk med kniv, -trur eg.
Eg skal aldri skråla visar meir i laddevinsrus,
men synge åndelege sanger i Zions bedehus, -trur eg.

Alle kvinnfolk som eg møtar skal eg sky som bare fan, -trur eg.
Og gå vyrdeleg forbi dei som ein nybakt kappelan, -trur eg.
Eg skal sitte som ein munk i ein misjonskone-ring,
og drikka kaffe medan drøset går om andelege ting, -trur eg.

Det skal ingen meir få sjå meg når det lir til høgste natt, -trur eg,
koma ruslande på heimveg utan stivety og hatt, -trur eg.
Eg skal legga meg når grisen går til kvile i sitt bol,
og stå opp når hanen flakser og gjel i morgonsol, -trur eg.

Ja, i morgon skal eg byrja på den gode veg som sagt, -trur eg.
Taka striden upp mot kjøtet og den heile develsmakt, -trur eg.
Men i dag lyt det få vera, for eg er so spøkje tyrst
at eg må ha eit ølkrus til å leska meg på fyrst, -trur eg.
 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi