Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jógvan í Skorini borgarstjóri á Eiði: Framskygt bygdarráð við Hans Jákupi í Kollsbyrgi á odda

Innanlands | 16/09-2019 15:00

Tann 08.september vóru 20 ár síðan Korndalsbýlið á Eiði av fyrsta sinni lat upp. Hósdagin var ein hugnaløta har borgarstjórin helt ein stutta røðu.

Tey, sum mannaðu bygdaráðið á Eiði fyri 20 árum síðani, vóru ógvuliga framskygd.

Tey vóru:

Hans Jákup í Kollsbyrgi, borgarstjóri
Knút Vesturdal (tekniska nevnd)
Jógvan K. Mørkøre (tekniska nevnd)
Jóhan K. Joensen
Anfinnur Kruse
Anna Maria Poulsen
Edvard Pauli Ejdesgaard (tekniska nevnd)

Hesi bygdu tá Korndalsbýlið, og sigast má, at hetta heim hevur tænt bygdini meiri enn vit nakrantíð kunnu ímynda okkum.

Niðanfyri eru nøkur orð, sum borgarstjórin i segði á 20 ára degnum:

Góðan dag øll somul og hjartaliga til lukku á hesum stóra degi.

Nú eru longu 20 ár liðin, síðani Korndalsbýlið av fyrsta sinni lat upp. Og sigast má, at tað tykist als ikki so langt síðani, at hetta var eitt grønt óbygt øki.

Tá sambýlið kom, tá var talan veruliga um eina framskygda og djarva íløgu, sum tásitandi bygdaráð tók. Í okkara øki var nærum einki búpláss.

Taka vit samstarvið, sum í dag eitur VEKS, so hevði okkara øki fyri 20 árum síðani einans fá kømur í Vestmanna og annars áttu Eiðis og Sunda kommunur ein lítlan part av Ellis og røktarheiminum í Runavík. Í dag hevur hetta økið 71 búpláss.

Tískil var talan um eina stóra, djarva og neyðuga íløgu her í økinum, ein íløga sum nærum øll bleiv goldin av Eiðis kommunu sjálvari. Tá var stuðulin frá landinum als ikki tann sami, sum hann bleiv seinni.

Fyrstu tíðina var Jóhanna Fløtt leiðari, og hesa uppgávu røkti hon avbera væl. Síðani kom Helfrid framat sum leiðari, og Helfrid hevur absolutt eisini klárað avbjóðingina sum leiðari til UG.

Ofta verður sagt, at eitt samfelag verður definerað út frá, hvussu væl vit taka okkum av okkara veikaru borgarum.

Tá sambýlið kom, var tað heilt víst við tí fyri eyga, at vit skulu taka okkum av okkara eldru veikaru borgarum.

Starvsfólkini, sum starvast her, hava veruliga víst dirvi og eldhuga øll árini, og tað síggja vit framvegis í dag.

Starvsfólkini samla pening inn fyri at fara at ferðast við búðfólkunum, og eg tori at siga, at einki annað heim í Føroyum hevur slíka umsorgan og arbeiðsdirvi sum starvsfólkini á Korndalsbýlinum.

Í halgubók stendur skrivað, at vit skulu gera alt uttan at knarra og uttan at ivast, og júst hesi orð kunnu sigast um starvsfólkahópin her. Eg sum borgarstjóri og vit í stýrinum í VEKS, hava bara gott at bera tykkum, og tit eiga og fáa nógv rós í politiska landslagnum.

Men nú standa vit her 20 ár eftir, at Korndalsbýlið bleiv tikið í nýtslu. Hvat hava vit so fingið burturúr?

Jú, í dag kunnu okkara eldru borgarar njóta aldurdómin á einum heimi í heimbygdini, hetta skal og má ikki forsmáast.

Tað at vera í einum umhvørvi, sum vit kennast við, er absolutt nakað, okkara eldru borgarar eru takksamir fyri.

Vit yngru og avvarðandi kundu sjálvsagt ikki ímynda okkum nakað annað, enn at Korndalsbýlið eisini fer at gerast okkara heim seinni í lívinum.

Fyri fimm árum síðani bleiv eldraøkið lagt út til kommunurnar. Fólk eru helst ymisk á máli um hetta var ein røtt avgerð, tað lata vit liggja. Men eitt orðatak sigur, at “vit koma altíð at hava tørv á okkara eldru fyri at minna okkum á, at vit yngru við tíðini skulu koma at læra”.

Hetta er júst so. Vit hava nógv at læra, og okkara forfedrar hava heilt víst alt at læra okkum. Vit liva í nú’inum, men læra av søguni.

Mín vón er, at vit í framtíðini koma at seta enn meiri orku og fígging av til at røkja og fjálga um okkara eldru borgarar.

Allar metingar siga, at í framtíðini koma at verða munandi fleiri eldri, so eg vænti og vóni, at vit fara at duga uppaftur betur at taka okkum av øllum.

Korndalsbýlið, sum bleiv tikið í nýtslu fyri 20 árum síðani, var heilt víst eitt frambrot, men vit eiga framhaldandi at hugsa um okkara eldru borgarar. Tá var talan um hegni og dirvi frá politikarans síðu, men hesi 20 árini eru tað starvsfólkini, ið hava rikið heimið.

Hesi starvsfólkini eiga heiðurin – uttan tey var einki heim.

Hesi starvsfólkini hava skapt eitt veruligt heim.

Korndalsbýlið er heimið.

Hjartaliga til lukku enn einaferð!

Jógvan í Skrini


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi