Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eg síggi onga meining í at útbúgva fólk til lærarayrkið, sum ikki kunnu brúka útbúgvingina

Innanlands, Lesarabrøv | 16/09-2019 13:00

Tað skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarfelag í dag.

Vit útbúgva ov nógvar lærarar
- Tey flestu, sum ikki fáa lærarastarv alt fyri eitt, velja sær aðra leið, og tað merkir, at tey leita sær burtur frá fólkaskúlanum. Eg síggi onga meining í at útbúgva fólk til lærarayrkið, sum ikki kunnu brúka útbúgvingina har, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.16. september 2019

Í ár og í fjør hevur meginparturin av nýútbúnu lærarunum fingið lærarastarv, tó teir flestu hava ikki fingið fulla tímatalvu. Teir flestu søkja øll størvini í økinum, har teir búgva, og teir flestu boða frá, at tað er ein avbjóðing av fáa starv. Soleiðis hevur gongdin verið í fleiri ár, og tað er nógv, ið bendir á, at tað fer ikki at gerast lættari at fáa lærarastarv í framtíðini. Á skrivstovuni hjá Føroya Lærarafelag í Pedda við Stein gøtu í Havn verður fylgt væl við gongdini.

- Tað verða útbúnir fleiri lærarar, enn tað eru lærarar, sum fara frá, og tað hevur Lærarafelagið víst á í fleiri ár. Gongdin hevur verið soleiðis í nøkur ár, at tað fara færri lærarar frá, enn tað verða útbúnir lærarar, og henda gongdin fer at halda á og enntá gerast verri fyri teir nýútbúnu, tí komandi árini fer talið á lærarum, sum fara frá um 63-64 ára aldur, á minka munandi. Tað eru bara umleið 70 tænastumannasettir lærarar eftir í skúlaverkinum, og tað eru bara tænastumenn, sum kunnu fara frá um 63-64 ára aldur við eftirløn. Teir sáttmálasettu lærararnir skulu arbeiða, til teir eru 67 ár, fyri at kunna fara frá við eftirløn, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Hóast allir nýútbúnu lærararnir ikki fáa starv, so eru ikki nógvir arbeiðsleysir lærarar, men tað kemst av, at lítið og einki arbeiðsloysi er í landinum.

- Fólk við læraraprógvi, sum ikki fáa starv í skúlanum, finna sær starv aðrastaðni, men orsøkin til, at tey velja at lesa til lærara, er, at tey vilja arbeiða sum lærari. Námsvísindadeildin eigur ikki at taka fleiri læraralesandi inn, enn tørvurin er. Á hvørjum ári verða 35 lesandi tikin inn á læraraútbúgvingina. Hóskandi tal hevði verið 24, sum tað var fyrr, haldi eg. Samfelagið hevur ikki gagn av, at vit útbúgva fleiri lærarar, enn tørvurin er. Onkur hevur skotið upp at leypa ár um og ikki taka lesandi inn, men tað haldi eg ikki er ein góð loysn fyri læraraskúlan, tí tað skapar ólag á útbúgvingartilboðið.

Á hvørjum ári síðstu árini hava tað verið einir 3-6 nýútbúnir lærarar, sum ikki hava fingið starv, tá ið ein stutt tíð er fráliðin eftir lokið prógv. Fær nýútbúni lærarin ikki starv beint eftir loknan lestur, so eru útlitini fyri at fáa starv seinni, ikki góð.

- Hjá onkrum einstøkum nýútbúnum lærara eydnast tað at fáa starv eina tíð eftir, at viðkomandi hevur fingið prógv, men tað er sera trupult, og avbjóðingin verður alla tíðina størri, tí nýútbúnir lærarar koma til á hvørjum ári. Tey flestu, sum ikki fáa starv alt fyri eitt, velja sær aðra leið, og tað merkir, at tey leita sær burtur frá fólkaskúlanum. Eg síggi onga meining í at útbúgva fólk til lærarayrkið, sum ikki kunnu brúka útbúgvingina har. Tað kostar samfelagnum pengar at útbúgva fólk.

skulabladid.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi