Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Rák
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Lýsing
Lýsing

Jarðaeigarin avgerð útboðið!

Innanlands, Lesarabrøv | 19/09-2019 12:15

Jarðaeigarin avgerð útboðið!

Orkumyndugleikin Orka á Umhvørvisstovuni, hevur nú verið alment frammi og vart sína støðu í samband við útboð av vindmyllulund á Gellingarkletti.

Alt gongur fyri seg júst eftir bókini – verður sagt!

Sjálvt um grundleggjandi og avgerðandi kjarnin í elveitingarlógini, um at tryggja brúkaranum bíligan streym við veruligari kapping, á jøvnum føti millum fleiri veitarar uppá “sama loyvi” til framleiðslu av vindorku, við hesum verður skúgvað væl og virðiliga til viks, so heldur Umhvørvisstovan fast við, at onki skeivt er farið fram í málinum.

Ekslusivavtalan hjá Spf. Vindrøkt við Sigert Patursson er eftir øllum at døma leisturin fyri  vindmylluútboð í Føroyum í framtíðini.

Sami leistur verður harvið mest sannlíkt eisini brúktur til øll onnur vindmylluútboð í landinum!

Avgerandi fyri útboðið hjá orkumyndugleikanum sýnist sostatt vera, at einstaki tilboðsgevarin fyrst og fremst hevur eina seravtalu við tann til eina og hvørja tíð verandi jarðaeigara – ella í hesum føri festaran av landsjørð – almennari jørð – sum allir føroyingar eiga - so er tað sagt!

Av góðum grundum verður tað altíð bert ein - og bert ein – áhugaður, sum ger avtalur um sama lendi, - og ikki fleiri!

Harvið hevur orkumyndugleikin heilt eyðsæð effektivt útihýst alneyðugu kappingini, sum lógin leggur upp til - fyri at útvega brúkarunum bíligari streym!

Ætlan og endamál við elveitingarlógini verður skúgvað til viks

Tá ið tað í lógini stendur, at tað er landsstýrismaðurin - ella í hesum føri orkumyndugleikin, - sum metir um hvørt umstøðurnar tala fyri, ella ikki tala fyri, um ein umsókn eigur at verða viðgjørd, so stendur fast, at tað er upp til orkumyndugleikan sjálvan at seta neyðugu treytirnar og krøvini fyri umsóknirnar av framtíðar vindmylluútbyggingum í Føroyum.

Orkumyndugleikin kundi tískil – um hann vildi - frammanundan sett sum eitt ófrávíkiligt krav, at skal ein umsókn í heila tikið koma til viðgerðar, so er tað ein avgerandi treyt, at aðrir eisini sleppa at bjóða uppá bókstaviliga “sama loyvi”. Lógin sjálv brúkar bert orðingina “sama loyvið”, og henda orðing kann í hesum samanhangi ikki vera annað enn bæði sama orka og sama staðseting, tá talan annars av góðum grundum ikki kann vera um sambæriligar prísir í eini opnari kapping millum fleiri tilboðsgevarar!

Undanførslan hjá Umhvørvisstovuni fyri at blanda “perur og bananir” saman í hesum útboði, av framtíðar grønu orkuni í Føroyum, er so løgið tað ljóðar, at sama loyvi í teirra hugaheimi ikki er sama staðseting, men bara sama orkunøgd. Staðsetingin, sum í veruleikanum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri at varðveita eina reella og javnbjóðis kapping, uppá jøvn kor, verður harvið ógvuliga arrogant skúgvað til viks, vísandi til eina viðmerking í lógini, har tað stendur, at tá ein umsókn kemur inn, skal landsstýrismaðurin gera av, at onnur áhuga eisini kunnu søkja um loyvi á “sama stað” ella á “øðrum stað”.

    

Elorkuprísur eftir meting?

T.v.s. at sleppa áhugaðir ikki at bjóða á “sama stað”, ja- so kunnu teir bara bjóða á “øðrum stað” – og sleppa teir ikki eingang tað, tí onnur øki ikki eru tøk, - so sleppa teir als ikki at bjóða, við tí úrsliti, at vit hava bert eittans boð, sum Orkumyndugleikin so skal taka støðu til!

Og – tá nú orkumyndugleikin bert hevur eitt boð – hvat ger hann so? Jú, sambært útsagnir som komnar eru higartil, so ætla teir sær at gita seg fram til, um hetta “kappingarleysa” tilboð - nú er “kappingarført” – so løgi tað ljóðar!

Í tí samanhangi siga teir seg at hava sokallaðar góðar “indikatorar” fyri kappingarførar prísir, nú tað eru “lendismonopol við eksklusivavtalum”, sum eftir øllum at døma verða avgerandi fyri hvør kann leggja boð inn uppá “grønu framtíðina” til Umhvørvisstovuna.

Teir fara so at samanbera núverandi tilboð frá Vindrøkt við áður innkomin tilboð, t.d. í Húshaganum og í Porkeri, sum síðan verða vigað fyri og ímóti, til antin svartur ella hvítur roykur kemur upp úr skorsteininum á Umhvørvisstovuni!

Allir partar koma so at sita eftir við einum sera ringum smakki í munninum! Umhvørvisstovan ánar nevniliga í veruleikanum ikki hvat reelli kostnaðurin er fyri eitt útboð á Gellingarkletti. Úrslitið verður sostatt, at Umhvørvisstovan antin kemur at taka av tilboðnum, ella vísa tilboðið frá sær – uttan at kenna veruliga marknaðarprísin! 

Aðalmálið í elveitingarlógini, um frælsa javnbjóðis kapping fyri at tryggja føroyska brúkaranum bíligari streym, verður hervið fullkomuliga jarðlagt – ongin ivi um tað!

Endamálið við elveitingarlógini slept!

Sjálvt um ætlanin við elveitingarlógini um fría og javnbjóðis kapping í samband við veitan av loyvi til framleiðslu av vindorku nærum stendur meitlað í stein, og harvið burdi og átti at verið fylgd treytaleyst í samband við alla útbjóðing av slíkari elorku í Føroyum, so má staðfestast, at Umhvørvisstovan, við núverandi útbjóðingartreytum, positiv hevur valt at síggja burtur frá hesum aðalmáli.  

Við síni góðkenning av einstøkum undirhondsavtalum við jarðaeigarar og festarar, hevur orkumyndugleikin reelt útihýst tað alt avgerandi kappingarelementið, sum lógin leggur upp til til tess at tryggja brúkaranum bíligan streym.

Hetta inniber í stuttum, at kappingin hereftir ikki so nógv fer at snúgva seg um kapping um at bjóða føroyska brúkaranum lágar elprísir. Heldur fer kappingin nú at snúgva seg um at umganga kapping. Hetta verður so, eftir uppskrift frá Gellingarkletti, gjørt við at komandi útbjóðarar av vindorklu fara at royna at leggja hald á best egnaðu lendini í landinum til endamálið, - fyri harvið halda aðrar uttanfyri útboðið!

Leysasøgur eru longu farnar at ganga um, at oljufelagið Magn - (íslendingar) - nú ætlar at tryggja sær seravtalur um lendi í Sandoynni fyri eitt komandi útboð har í økinum. Hetta verður sjálvsagt gjørt eftir somu uppskrift, sum nýtt eru á Gellingarkletti, har oljufelagið Effo, sum medeigari av Vindrøkt, hevur megnað, at gjørt tað bragd, at sleppa sær undan tað fyri ein og hvønn útbjóðara “skaðiligu” kappingina um streym til føroysku elbrúkararnar.

Vinnan er nom og effektiv tá ið tað snýr seg um at troyta slíkar sersømdir har tær vísa seg – ongin ivi um tað! 

Soleiðis verða tað alskyns kreativar  avtalur um jarðarrættindini, sum hereftir verða avgerandi fyri hvør nú fer at sleppa framat, og harvið hoyra til tey útvaldu kapitaláhugamálini, sum kunnu loyva sær at geva føroyingum tilboð uppá “bíligan streym”.

Kommunali felagsskapurin SEV verður av góðum grundum hildin uttanfyri, tá tað illa ber til hjá eini kommunalari fyritøku at gera loyniligar seravtalur, har almenningurin ikki kann fáa innlit.   

Eigararnir av Spf. Vindrøkt kunnu sostatt bara frøast, - orkumyndugleikin spælir við uppá teirra treytir – so her gongur fyribils alt sum eftir ánni !

Vindrøkt vunnið fyrstu leikirnar í talvinum!

Vit mugu hervið reelt staðfesta, at Spf. Vindrøkt hevur vunnið fyrsta leikin í talvinum ímóti føroyska brúkaranum um at fáa tann fyri ein privatan íleggjara óhoyrda fyrimun, at sleppa at bjóða uppá eina verkætlan uttan kappingarneytar.

Endamálið við at gera eina undirhondsavtalu við Sigert Patursson, og harvið forða øðrum at sleppa framat at bjóða uppá hesi 18 MW, á sama stað, sær sostatt út til at fara og bera frukt!

Hættaði Spf. Vindrøkt sær undir eina vanliga kapping, uppá javnbjóðis kor – so var jú ongin orsøk til at gera eina slíka seravtalu, og harafturat at rinda stórar eykaupphæddir í jarðarleigu til festaran fyri lendi, - sum hesin væl at merkja onki eigur í, men sum tað almenna vælsignar, vísandi til eina elligamla tilsøgn frá 2003, sum skal eitast ikki at kunna takast aftur, men tvørturímóti vara inn í ævinleikan! 

Ekslusivavtalur er loysnin!

Eyðsæð er, at eksklusiva avtalan er gjørd, og munandi eykaútreiðslur til festaran verða goldnar -  bert tí tað loysir seg fyri Spf. Vindrøkt!

Og hví loysir tað seg, - jú einans tí Vindrøkt á henda hátt kann bjóða fram ein prís, sum ikki hevði verið møguligur í javnari kapping við aðrar - onnur grund er væl saktans ikki fyri at handla soleiðis, sum her er gjørt!  

Tá frí kapping pr. definitión altíð skerjir profittin hjá eini privatari kapitalfyritøku til ein sokallaðan normalan vinning, eru hesar somu fyritøkur altíð til reiðar at ofra nógv, og eisini rinda munandi upphæddir fyri at sleppa sær undan hesi somu kapping.

Bert á henda hátt kann fyritøkan skapa sær eina monopolstøðu á marknaðinum, og harvið fáa møguleikan til at hækka tilboðið til væl omanfyri normalan marknaðarprís.

Hetta er uppskriftin uppá hvussu eitt eyka avkast verður skapt til kapitaleigararnar – nakað sum privata fyritøkan er fullvitandi um, tá hon handlar!

Bert við at umganga reella kapping á jøvnum føti kann Spf. Vindrøkt sostatt náa tí máli, sum er hornasteinurin undir hesi seravtalu, nevniliga ein eyka vinning, sum ikki er gjørligur at náa uppá vanligar kappingartreytir! 

Og hvør fær eykarokningina? - Jú, tað er eyðvitað vanligi føroyski elbrúkarin!

Kann sleppast undan monopolistiskum tilboðum?

Jú, - tað ber væl til, bert tað ikki valdaði slíkt apati og atgerðarloysi hjá politiska myndug-leikanum!

Fyrst av øllum kundi, sum áður nevnt, verið sett sum eitt absolut krav, at allir áhugaðir tilboðsgevarar uppá nýggjar vindmyllur sluppu framat egnaða lendinum, um hetta lendið í heila tikið skuldi verið við í útbjóðingini.

Harvið varð læst av fyri lukrativum ekslusivavtalum við jarðaeigararnar eina ferð med alla, samstundis sum tað so týðandi kappingarelementið, sum skal tryggja brúkarunum bíligan streym, varð varðveitt!

Næsti møguleikin er, at tað almenna, t.v.s. elbrúkarin, sum eigari av nærum helminginum – 50 %´um - av allari jørð í Føroyum, stutt og greitt bjóðaði útvald øki út til endamálið - uppá javnbjóðis treytir fyri allar áhugaðar.

Harvið kundi broddurin beinanvegin verið tikin av ósunnu og skaðiligu spekulatiónini í jørð til “grønu framtíðina” fyri brúkarans rokning!

Triðji møguleikin er als ikki tikin uppá tungu nakrastaðni, og tað er sjálvsagt ognartøka av lendi til endamálið, sum lógin positivt heimilar, jfr. Løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað § 19 stk. 1.

Veruligi missurin hjá eigarunum er í útgangsstøðinum ongin, tá teir altíð verða hildnir skaðaleysir, og sambært lógini fáa fult endurgjald fyri tað teir hava mist.

Feilir verða vardir av berum stoltleika                  

Størsti trupulleikin í hesum samanhangi er vælsaktans tann, at eitt mistak hjá orkumyndugleikanum eftir øllum at døma nú rættvísger, at gjørd verða onnur og fleiri mistøk í samband við bæði verandi og komandi vindmylluútboð í Føroyum..

Orkumyndugleikin fæst nevniliga treyðugt til at viðurkenna, at her er gjørdur ein sera álvarsamur feilur í útbjóðingini, sum fullkomuliga skeiklar allar fyritreytir fyri eini javnbjóðis og sunnari kapping uppá framtíðar vindorkuútbyggingina her á landi.  

Ein viðurkenning av einum mistaki, er altíð eitt niðurlag, og tap av “prestigu”fyri tann, sum hevur ábyrgdina, - hetta óheft av hvussu eyðsýnd og rímulig ein slík ásannan kann vera.

Fyri ikki at missa andlit kann tað tískil gerast umráðandi hjá Umhvørvisstovuni at verja – eisini blóðskeivar avgerðir!

Einasti veruligi møguleiki fyri at endurskoða hesi viðurskifti er sostatt, at landsstýrið, sum hægsti myndugleiki, sker ígjøgnum og krevur, at útboðið av vindmyllum nú verður gjørt uppá normalar og javnbjóðis kappingartreytir, og ikki grundað á jarðarspekulatión og lendismonopol!   

Bjørn á Heygum 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Útlendingar í føroyskari fiskivinnu
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
Bourbon Offshore Norway til Føroya at útvega manning
Kurdiskur politikkari er helst dripin í Sýria
Viðhald frá Løgtingsins umboðsmanni
Fyrispurn­ingur um hví vegurin til Hvalbiar­tunnilin skal hava so nógv sving
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Tíðindi á R7 klokkan 16:00 og 20:00
Færri ferðafólk og fleiri gistingar­hús
Fólk ilskast inn á líkasælu og vandalismu av listaverki
- Eg havi altíð havt fastan sess í kirkjuni
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Støðumynd av Eystur­oyartunli­num 16. oktober 2019
Avgerðandi munur á summar­dekkum, heilársdekkum og vetrar­dekkum
VIDEO: Einastand­andi dronu-upptøkur av heimsins størsta byggiskipi
Elsebeth á vitjan hjá Bústøðum
Reiðari fer at kanna møguleikar við reyðæti
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
Mary krúnprinsessa er vorðin ríkisfyristøðu­fólk
Mótmælisskriv handað við 1.534 undirskriftum um Suður­oyarsiglingina
1.062 av 10.785 metrum eru boraðir av Sandoyar­tunnlinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Rák
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Nýggjastu tíðindi