Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nú skal Samhaldsfasti rænast

Innanlands, Lesarabrøv | 19/09-2019 21:00

Við at jarðleggja Samhaldsfasta, so eru tað ikki okkara pensionistar ið gerast vinnarar. Hinvegin so gerst  bólkurin hjá teimum hægst løntu stóri vinnarin í hesum málið.

Júst tað sama hendið í samgonguni frá 2011-15. Tí hesin bólkurin hevur goldið stóran part av inngjaldinum ínn í Samhaldsfasta, og harvið lívga okkara pensionistum fíggjarliga.

Men sambært fíggjarmálaráðharranum, so verður hesin bólkur ið hevur goldið bróðurpartin til okkara pensionistar, frítikin at gjalda nakað inn í grunnin, tí nú skal alt koyrast í ”stórapott”.

So dagin eftir løgtingsvalið var lyfturbrotið alment, eins og tær 2000 skattafríu krónurnar, bert vóru brúktar til at kasta torvmold í eyguni á okkara pensionistum, og sjálvandi, at koma út í Tinganes.

Undirritaði spáddi tað áðrenn løgtingsvalið. At ætlanin at gera Samhaldsfasta skattafrían hevði eittans endamál, at knúsa grunnin, og síðan at stjala virðini úr grunninum.

Uttan yvurhøvur at samskifta við eigarnum av Samhaldsfasta, so var niðubrótingarøðin so stór fyrsta dagin, at fíggjarmálaráðharrin orkaði ikki at halda sær, tí nú skuldi ”rationaliserast”.

Men, men her var ov lítið at koma eftir hjá sitandi fíggjarmálaráðharra. Tí við eini eginogn uppá 1,4 milliard, ella 1400 milliónir krónur, so kostar raksturin neyðars 3,4 milliónir. Sostatt kostar raksturin 0,24 %. Um tað ikki er so, kann onkur rættað tað. At ein so genial samhaldsføst skipan, við so gott sum ongari umsiting, átti ein og hvør fíggjarmálaráðharri at fegnast um.

Hinvegin, so hevur ein verið greiður yvur, at meginpartin av hesum 27 árunum, so hevur Fólkaflokkurin havt sum aðalmál, at jarðleggja Samhaldsfasta, líkasum hann vil jarðleggja Landsbankan.

Persónliga hevur undirritaði havt tað fatan, at í hesum málið stóð Fólkaflokkurin einsamallur. So eg má viðganga, at eg var skelkaður, tá eg hoyrdi poltisku útmeldingina frá Fíggjarmálaráðharranum. At Sambands og Miðflokkurin skuldu gerast skutilssveinar og fadrar hjá Fólkaflokkinum at jarðleggja Samhaldsfasta, tað man hava skelkað mangan í baklandinum hjá hesum báðum flokkum.

Tá ið hesir assosialu flokkarnir ikki megna at rationaliserað Samhaldsfasta, so er bert ein møguleiki eftir. Tað er at stjala hesa knøppu 1,5 milliard frá teimum løntakarnum og arbeiðsgevarum, sum í góðari trúgv, eins og við løgtingslóg eiga henda peningin,ið hevur verið goldin inn í Samhaldsfasta síðan 1992.

Kanska ALS grunnurin verður tað næsta á skránni, at fáa pening til vega til øll vallyftini, ið serliga Fólkaflokkurin lovaði veljarnum upp til løgtingsvalið.

PS. Viðvíkjandi eina niðurlegging afturat av Landsbankanum, so eru Bárður og Jørgin helst bangnir fyri, at Moody’s helst hevði sligið teir á fingrarnar.

Frank Davidsen
 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi