Rák (41) Pál Weihe um føroyska heilsuverkið, kviksilvur og alternativar viðgerðir
Tosað verður um alternativar viðgerðir í heilsuverkum, um hvussu heilsa er tengd at veðurlagsbroytingum og umhvørvisavbjóðingini og um føroyska heilsuverkið. Spurt verður hvat serliga er brúk fyri í føroyska heilsuverkinum.
Tosað verður í smálutir um kviksilvur - í hvalum, tunfiski og koppsetingum, hvar kviksilvur dálking stavar frá og hvussu kviksilvur ávirkar. Altjóða markvirðið fyri kviksilvur er ásett grundað á granskingina hjá Pál Weihe.
Pál Weihe er yvirlækni, leiðari á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, adjungeraður professari á Setrinum, formaður fyri Læknafelagnum í Føroyum og hevur í nógv ár verið altjóða viðurkendur granskari.
Hetta er seinni partur av samrøðuni við Pál Weihe. Annika Bolton Mortensen er vertur í sendingini.
Rák er á R7 mikudagar kl. 13.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











