Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Gott - men kundi verið betri

Innanlands, Lesarabrøv | 20/09-2019 21:00

Nú fingu vit nýtt landsstýri. Tað er gott, men spell at tað ikki gekk so væl sum tað kundi.

Tá formansumfarið hevði verið kom fram, at allir flokkar høvdu biðið um, at Bárður á Steig Nielsen skuldi standa fyri samráðingunum um nýggja landsstýri. Vanligt er at hava blokkpolitikk, har tvær fylkingar stríðast um at fáa meiriluta, og tann sum fær ein tepran meiriluta setir seg á alt og heldur minnilutan úti.

Hetta var ikki tað, sum føringafelagsmenninir frá 1888 settu sær fyri at vit skuldu gera. Teir hildu, at vit skuldu halda saman fyri at væl skuldi gangast øllum samfelagnum.

Sjálvandi vita vit, at eisini í Føringafelagnum komu fylkingar upp, sum hildu seg hava rættari loysnir enn nakar annar. Fyrsta rokið var millum Sambandið og Sjálvstýri frá 1906. Men hetta vóru ósemjur innan fyri Føringafelag, tí semja var um, at vit høvdu ta felags stevnu at fáa framburð í lag í ríki okkara, og báðir partar vóru samdir um, at vit vóru ein eind fyri okkum sjálvar. Samstundis vistu teir, at vit vóru í ríkjafelagsskapi við Danmark, men ikki vóru innlimaði í danska ríkið. 

Fyrsti flokkurin var Sambandsflokkurin. Formaður í honum var Fríðrikur próstur, og tað var hann sum kom við uppskotinum um navn floksins. Fríðrikur hevði fingið studentsprógv í Reykjavík 1875, so hann dugdi bæði íslendskt og fornmálið og visti tí hvat orðið samband týðir. Samband er nevniliga samstarv millum javnlíkar, sum hvør í sínum lagi ráða yvir sær sjálvum. Við at geva flokkinum hetta navn gjørdi Fríðrikur greitt, at hann var ímóti at vit skuldu limast inn í Danmarkar ríki, men helt at vit skuldu hava sjálvstýri í samstarvinum við Danmark.

Í so máta vóru sambandsmenn fullsamdir við sjálvstýrismenninar. Hesir høvdu einki ynski um at vit skuldu gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Tað stóð tó ikki á at finna fram til ósemjur um, hvussu stórt sjálvstýri saman við Danmark skuldi vera. Nakrir sjálvstýrismenn hildu at hinir í flokkinum gjørdu í so nógv burtur úr sjálvstýrisprátinum, og teir brutu úr og stovnaðu Javnaðarflokkin, sum kom á ting í 1928. Aðrir sjálvstýrismenn hildu at flokkurin fekk ov lítið sjálvstýri, og teir komu inn á ting sum Vinnuflokkurin 1936. Hesin flokkur gekk saman við fyrrverandi formanni Sjálvstýrisfloksins Jóannesi Paturssyni um at stovna ein nýggjan flokk. Hann fekk navnið Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri), og kom á ting í 1940.

Nú høvdu vit í veruleikanum fýra sjálvstýrisflokkar á tingi. Allir hesir flokkar vildu at vit skuldu ráða fyri okkara egnu viðurskiftum. Eingin av hesum flokkum vildi hava, at vit skuldu innlimast í Danmarkar ríki, men teir vildu allir at vit vóru saman við Danmark, og vóru teir tí allir samstundis sambandsflokkar.

Men í 1946 gjørdi danska stjórnin bart. Hon vildi innlima Føroyar í Danmarkar ríki. Hetta skuldi gerast við at vit fingu eitt uppskot um innliming til fólkaatkvøðu. Stjórnin setti trumf á við at siga, at tóku vit ikki undir við hesum innlimingaruppskoti, so skuldi Føroyar skiljast frá Danmarkar ríki. 

Hetta kom øllum flokkunum illa við. Teir vóru jú allir av somu rót, Føringafelagnum frá jólafundinum 1888. Samstundis vóru teir fyri at vit skuldu vera saman við Danmark á jøvnum føti. Men nú vildi stjórnin ikki loyva okkum at vera saman við Danmark sum javnlíki. Ringt var í at velja hjá flokkunum, og hvør einasti veljari noyddist at taka støðu eftir bestu sannføring. Allir eygleiðarar vóru sannførdir um, at innlimingin fór at vinna, tí tað bar ikki til at ein pinkulítil oyggjaflokkur úti í Atlantshavi við gott 30.000 fólkum kundi gerast eitt sjálvstøðugt ríki í heimssamfelagnum. Danska stjórnin kundi næstan ikki halda út so spent var hon at kunna siga øllum heiminum frá, at nú var Danmark vaksið við 1396 ferkilometrum og 30.000 fólkum. 

So mikið størri var vónbrot hennara, tá tað vísti seg, at bert 49% av føroyingunum vildu innlimast í Danmarkar ríki. 51%, ein tryggur meiriluti, vildi heldur loysa frá Danmark. 

Síðani hevur føroyskur politikkur snúð seg um hvussu henda fólkaatkvøða skal setast í verk.

Nú er nógv nýtt í so máta.

Vinnulív okkara er ikki nøgt við at ganga í donskum hafti. Avleiðingin er, at Sambandsflokkurin fór til val uppá at vit skulu hava størri uttanríkispolitiskar heimildir. 

Hetta fekk undirtøku veljaranna, og tí var einki at siga til, at allir flokkar kundu taka undir við at formaður Sambandsfloksins kundi gerast samráðingarleiðari fyri at skipa landsstýri. 

Vanligt er, at samráðingarleiðarin roynir at fáa teir flokkar, sum hava peikað á seg, til at semjast um at skipa landsstýri. 

Tað hevði verið natúrligt at gjørt soleiðis í hesum føri, tí tað at fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir er ikki hissini mál. Tað krevur stóran kunnleika til altjóða politikk og okkara rættarstøðu. Her er umráðandi at vit fáa allar góðar kreftir at samstarva, og tí var almikil orsøk til at fáa allar flokkar at vera saman fyri at fáa hetta alstóra mál avgreitt. 

Men tíverri valdi samráðingarleiðarin nakrar flokkar burtur úr at samráðast við. Tá so val skuldi fara fram av løgmanni, var greitt, at teir flokkar, sum ikki vóru slopnir upp í part, kundu vera fornermaðir og siga at teir ikki vildu stuðla løgmanni. 

Hetta kundi Sjálvstýri eisini havt gjørt. Men tá landsstýrið vil fáa okkum fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, er tað umráðandi, at tað fær stuðul frá øðrum enn einari smalari samgongu til at reka sín politikk. Tí var tað, at Sjálvstýri sum tann einasti av teimum flokkum, sum var sett uttan fyri samráðingarnar, gjørdi av at stuðla tí manni, sum flokkurin hevði gjørt av at geva samráðingarheimildina, at gerast løgmaður.

Okkara partur skal ikki liggja eftir tá tøk skulu takast fyri at vinna okkum meir sjálvstýri!

Zakarias Wang
 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi