Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Rák
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Lýsing
Lýsing

Fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu 1.670 fólk ella 8,4% í 5 ár

Innanlands, Lesarabrøv | 25/09-2019 09:15

Tað gongur framvegis væl í Tórshavnar Kommunu. Fólkavøksturin er stórur, og seinasta árið frá januar í fjør til januar í ár vaks fólkatalið við 486 fólkum ella 2,3%.

Sæð yvir eitt fimm ára tíðarskeið hevur fólkavøksturin verið 1.670 fólk ella 8,4%.

Fólkavøksturin er at fegnast um, og hetta økir í allar mátar um virksemið í kommununi, tó at hetta um somu tíð hevur við sær øktan eftirspurning og tørv á tænastum og útbygging av undirstøðukervinum, so sum bygningar og vegir.

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2020, ið býráðið nú fer at viðgera, eru inntøkurnar mettar at verða 1.064 miljónir krónur í mun til 1.004 miljónir í 2019, svarandi til ein vøkstur á 60 miljónir ella 6,0%.

Útreiðslurnar eru mettar til íalt 824 miljónir í mun til 779 miljónir síðsta ár. Vøksturin er 45 miljónir ella 5,9%. Sáttmálabundin lønarvøkstur er framskrivaður við 2,5%.

Vaksandi íbúgvaratalið hevur við sær øktan tørv hjá bæði barnafamiljum og eldru borgarum í kommununi. Síðan 2017 eru útvegað umleið 140 dagstovnapláss og umleið 70 fyribilspláss.

Í fíggjarárinum 2020 verður roknað við samanlagt um 75 fleiri børnum í dagansing. Av hesum eru 106 fleiri børn í barnagarði og 20 fleiri í ungdómstilboði, meðan nøkur færri eru í frítíðarskúla. Til tess at nøkta tørvin á dagstovnaplássum verður Býlingshúsið vesturi á Flat útbygt við 4 stovum, svarandi til umleið 60 pláss aftrat.

Veittar verða enn fleiri tænastur á Heilsu- og umsorganarøkinum. Útbyggingin av Tjarnargarði sum demensdepil verður liðug komandi ár, og fer hetta at økja um talið á plássum. Gongd er sett á at byggja nýggjan umlættingar- og rehabiliteringsdepil, sum letur upp í komandi ári. Talan er um 28 nýggj umlættingarpláss og 7 nýggj búpláss.

Nýggjur kommunulækni er settur og nýggj høli eru fingin til vega uppi í Hoyvík. Talið á fulltíðarsettum kommunulæknum er økt úr 13 til 14.

Nýggi Musikkskúlin, sum er eitt megnar framstig fyri kommununa, er nú tikin í brúk, og skjótt verður eisini størsti fólkaskúlin í landinum, Skúlin á Fløtum, tikin í brúk. Í ávísan mun økir tað um raksturin, tá ið nýggir og fleiri fermetrar skulu røkjast.

Tænastan hjá Bussleiðini er enn einaferð uppraðfest, og nú hava borgararnir møguleika at nýta bussin hvønn dag í viku.

Fyri at tryggja, at vegakervið altíð er í besta standi, er skipað serstøk rakstrareind, hvørs høvuðsuppgáva er at viðlíkahalda vegakervið.

Hildið verður fram at talgilda fyrisiting og tænastur til borgaran í so stóran mun sum til ber, við atliti at, at tað er til fyrimuns fyri borgaran, tá ið hesin í størri mun avgreiðir viðurskifti við talgildum skipanum.

Raðfest hevur í góðu tíðunum verið at rinda niður skuld, og størsti parturin av skuldini hjá kommununi knýtir seg nú til stóru útbyggingina av Tórshavnar Havn, sum verður liðug komandi ár.

Íløgur

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2020 verður skotið upp at gera íløgur fyri íalt 228 miljónir krónur. Hesar íløgur eru allar í stóran mun tengdar at sáttmálabundnum verkætlanum.

Bróðurparturin av íløgunum fer eins og fjør til byggingina av Skúlanum á Fløtum, sum verður klárur til skúlaársbyrjan 2020.

Týðandi íløguraðfestingar eru á eldraøkinum. Byrjað er at byggja umlættingar- og rehabiliteringsdepli í Hoyvík, og um- og útbyggingin av Tjarnargarði til demensdepil verður liðug komandi ár. Framhaldandi verður eisini sett av til útbygging av kirkjugørðum.

Afturat kommunalu íløgunum ger Tórshavnar Havn í 2019 íløgur fyri 65 miljónir í havnaútbyggingina.

Fíggjarætlanaruppskotið verður lagt fram í býráðnum nú hóskvøldið 26. september 2019, og fer síðani til politiska viðgerð í nevndunum. Uppskotið fær 1. og 2. viðgerð í býráðnum ávikavist 31. oktober og 21. november, og skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Annika Olsen
borgarstjóri


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Bourbon Offshore Norway til Føroya at útvega manning
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
Kostaði 20.322 kr. at byggja kirkjuna – men tað lupu altso 129 krónur av
Viðhald frá Løgtingsins umboðsmanni
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
VIDEO: Einastand­andi dronu-upptøkur av heimsins størsta byggiskipi
Færri ferðafólk og fleiri gistingar­hús
Tíðindi á R7 klokkan 16:00 og 20:00
- Eg havi altíð havt fastan sess í kirkjuni
Avgerðandi munur á summar­dekkum, heilársdekkum og vetrar­dekkum
Reiðari fer at kanna møguleikar við reyðæti
Stór øking í tali á brennandi skipum
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Ivast um turkar hava nýtt hvítt fosfor
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Støðumynd av Eystur­oyartunli­num 16. oktober 2019
Kvotuskipan um mannliga umboðan innan skúlagátt
Elsebeth á vitjan hjá Bústøðum
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Mary krúnprinsessa er vorðin ríkisfyristøðu­fólk
VIDEO: Fylg restaurering­ini av altartalvuni í Klaksvík
ADHD felagið á rundferð
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Rák
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Nýggjastu tíðindi