Víðgongdi mentamálaráðharrin hevur sent ávaring út til foreldur
Hvad billar hann sær inn! Víðgongdi mentamálaráðharrin hevur í kringvarpinum sent eina ávaring út til foreldur um at ansa eftir børninum í samband við filmfestivalin sum verður 10-13 oktober.
Hvat er tað, mentamálaráðharrin er bangin fyri? Og er tað ikki at fara alt ov langt at siga, at foreldur eiga at ansa eftir børnunum?
Er tað at upplýsa um minnlutar vandamikið ella er tað at nøkur av teimum, sum skipa fyri fantastiska filmsfestivalinum ikki hava tann seksualiet, sum Jenis av Rana heldur vera tann rætta?
Men Jenis er markleysur og leggur onki í hvønn hann rakar bara hann sleppur at spýggja sitt gor og gall yvir okkum LGBT'arar. Mær dámar ikki boðskapin í fleiri av sendingunum í Lindini, men eg kundi ikki funnið uppá at sent eina ávaring til øll foreldur, um ikki at lata børnini hoyra Lindina!
Ná, men! Her kemur so ein áheitan. Latið ikki Jenis avgera, hvat er gott fyri tykkara børn. Átti eg smábørn so fóru vit heilt avgjørt til hesi sýning, og eg dugi ikki at skilja, hvat tað er hann ávarar ímóti, tí innihaldið í filminum er hetta:
Tá ið mamma June gerst sjúk og fer á sjúkrahús, hevur June ei longur hug at spæla í hugheiminum – Ævintýraparkini – ið tær báðar møðgurnar saman hava tilevnað. Hon hevur ikki longur hug at byggja sín dreyma russjibana, ella ein heim har eingin tyngdarlóg er. Hon rýmir undan sínum spælivinum, sjimpansuni Peanut, bjørnini Boomer, grísinum Gretu, tindasvíninum Steve og tólsmiðja-brøðrunum Gus og Cooper. Á einum túri í skóginum varnast hon, at tað er ikki er so lætt at rýma úr parkini, sum hon helt, tí nú stendur hon mitt í undirhaldsgarðinum, ið er við at forfarast. Skal hon velja at berjast fyri parkini ella rýma í allar ævir?
Tað skrivar Sonja J. Jógvansdóttir á facebookvanga sínum.
Innslagið í KVF, sum Sonja vísur til er HER https://kvf.fo/gmf?sid=99108 - fert tú til 9.min og 15 sekund, so hoyrir tú útsøgnina hjá Jenis av Rana.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











