Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Raskur hjálparmaður hjá IRF

Innanlands, Myndarøðir | 25/09-2019 16:00

Hvønn mikumorgun er Petur Hammer úr Saltangará sera tíðliga á fótum - tað veri seg frídagur ella ikki - tí tá verða húsarhaldsposarnir heintaðir, og tá hjálpir hann innsavnarunum hjá IRF.

Petur gongur í 7. flokki í Frískúlanum í Skálafirði, og aftaná skúlatíð er hann í Frítíðartoyminum við Løkin. Størstu áhugamálini hjá honum eru IRF, skiljing, innsavningarbilar og alt har ímillum.

Mikumorgnar kann tað henda seg, at Petur kemur eitt sindur seinni í skúla, tí tá hjálpir hann IRF at heinta húsarhaldsposarnar í Saltangará.

Petur gongur høgt uppí at tryggja, at ruskið er væl skilt, at gera arbeiðið hjá innsavnarunum so høgligt sum gjørligt og at einki spískt verður latið beinleiðis í posarnar til vanda fyri innsavnarnar.

Um eg hjálpi, so gongur tað nógv skjótari 
Seinastu árini hevur Petur trúfast hjálpt innsavnarunum hvønn mikumorgun. Tá letur hann seg í IRF-blusu og helsi, sum hann hevur fingið frá monnunum, og fer at draga posar oman til vegin. Sama um tað er skúladagur ella frídagur, so er hann tíðliga á fótum og fer ágrýtin og hugagóður til verka.

Um tú spyrt hann, hví hann hjálpir innsavnarunum, er svarið einfalt og ósjálvsøkið: “Tí tað gongur nógv skjótari, um eg hjálpi teimum”. 

Tilvitaður tannáringur
Tað eru nógv, sum ikki gera sær nakað víðari far um, hvagar alt tað fer, sum vit hvønn dag koyra vekk.  Hetta er ikki galdandi fyri Petur. Hann gevur sær fær um alt hetta. Hann gongur høgt uppí skiljing av burturkasti - tað veri seg heima við hús, úti hjá øðrum og á kommunala endurnýtsluplássinum. Er nakar í iva um skiljing, so er bara at spyrja Petur, hvussu farast skal fram. Hetta dugir hann alt uttanat. Hann er javnan inni á heimasíðuni hjá IRF og lesur um skiljing, broytingar í innsavningini og onnur tíðindir frá felagnum.  

Størsti fjepparin hjá IRF
Tað eru ikki nógv, sum vita, at bilarnir hjá IRF hava blómunøvn, men Petur veit um eitt nú Rósu, Ryska og Baldursbrá, og hann kennir menninar, sum koyra bilarnar. Tí kann av sonnum sigast, at Petur er størsti fjepparin hjá felagnum.

Innsavnarunum dáma væl, at Petur kemur at hjálpa. Hann er ein fastur partur av rutunum á eystara armi av Skálafjørðinum og er við til at seta lit á gerandisdagin hjá monnunum. Spyrt tú Petur, ætlar hann sær sjálvur at arbeiða hjá IRF, tá hann verður vaksin. 

Petur er í sannroyndum ein góð fyrimynd - hjálpsamur, umhugsin og umhvørvistilvitaður.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi