Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Rák
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Lýsing
Lýsing

Elisabethsminde

Innanlands, Lesarabrøv | 26/09-2019 19:00

Søgan um fyrsta minnisvarðan í Føroyum yvir navngivna føroyska kvinnu.

Gongur tú ein túr í gomlu Havnini úti á Reyni og leggur leiðina út á Bakhellu framvið "Strúkijarninum", so standa skamt har frá navngivin hús, nevniliga "Elisabethsminde".

Ein snøggur relieffur sæst á eystursíðuni á húsinum, sum myndin omanfyri sýnir: "Elisabethsminde" og árini 1863 - 1938, umframt ein vakur summardái síggjast.

Niðanfyri sæst innskrift á vegginum: "J Danielsen inngongd".

Húsini eru soleiðis nevnd eftir "Elisabeth Danielsen" (1863 - 1938) - og relieffurin (og øll húsini standa) sum ein minnisvarði yvir hesa virdu kvinnu. Húsini / minnisvarðin stóðu liðug í 1938 - flutt var inn seint sama ár.

Mær vitandi er hetta fyrsti minnisvarði í Føroyum yvir navngivna føroyska kvinnu - hetta fyri 81 árum síðani!

Tað var havnarmaðurin Jacob Danielsen (1887 - 1945) sum vísti mostrini Elisabeth Danielsen hesa virðing og heiður.

Tað er eisini sannlíkt, at "Jakke", sum hann var róptur - tó best kendur sum "G" eisini í stóran mun luttók í byggingini av húsinum - og tískil ikki óhugsandi, at hann sjálvur gjørdi henda relief.

Hetta er tó ikki vist, men eitt tað fyrsta ein sær til "G" í skattalistanum í Havn, so er hann skrásettur sum "stenhugger" og "jordarbejder", so hendurnar hevði hann.

Tó betur kendur var "G" fyri "Danielsens Café" í Sjúrðargøtu - eini hús hann læt byggja og átti til áleið 1938. Tað eru tey húsini, har "Rabarbuglas" í dag heldur til. Best kendur mundi "G" vera fyri havan og serliga kioskina á Vaglinum (bygd í 1935) - hana vit í dag kenna sum "Kioskin hjá Astu".

Eisini læt hann áðurnevnda "Strúkijarnið" gera í 1943. Tað var nýtt sum lagur til kioskina.

Annars var "G" eitt skifti nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, og var við til at stovna "Foreningen Frit Danmark" undir seinna kríggi.

"Jakke" ella "G" vaks upp á Bakhellu hjá ógiftu og barnleysu mostrini Elisabeth, sum arvaði húsini frá foreldrunum Elisabeth f. Simonsen (1822 - 1898) - ættað úr Trøðum á Sandi og Dánjal Magnussen (1819 - 1873), krambakallur í einahandlinum. Hann var bóndasonur av Skála.

- (Nakað meira fæst at vita um Sands ættina í Kvørnini nr. 9 frá 2006). Elisabeth og Dánjal áttu 12 børn - harav eg her nevni Elisabeth Danielsen (1864 - 1938), sum var nr. 11 í rekkjuni, meðan Jacobine (1855 - 1936) var nr. 6.

Tað var henda "Bina", nevnd, sum var mamma "Jakke" ella "G", men hon var ógift og átti 6 børn - so tað kom sera væl við, at hjartagóða systurin Elisabeth kundi taka sær av "Jakke".

- Tað var eisini hon, sum ótilvitað kom at geva "Jakke" eyknevnið "G". Hetta komst av, at tá hon rópti dreingin heim og rópti "Jakke" - tá hoyrdist bert eitt langt "G" um tað lítlu Havnina tá. Ofta skal ikki nógv til. Tað sat fyri lívið.

Elisabeth Danielsen starvaðist í nógv ár í H.N.Jacobsen Bókahandli, har hon eisini hevði ættarbond við Jóhannu Mariu úr Koytu heiman av Sandi, sum var kona bókbindaran, Hans Nicolai Jacobsen.

- "Jakke" mundi virðismeta dygdirnar hjá mostrini, sum at síggja til ikki spardi seg, tá hjálp kravdist í familjuni - hon gav seg tað hon megnaði. Og tá hon var barnleys, tá varð "Jakke" eina arvingur. Hetta hevði Elisabeth skipað fyri.

Tað tykist sum, at "Jakke" ynskti at flyta oman í gamla barnaheimið. Men húsini á Bakhellu vóru í sera ringum standi - og tá er tað, at hann gerð av at byggja nýtt.

Og hann mundi ikki ivast í, at nú skuldi Elisabeth heiðrast og minnast. Tí fingu vit Elisabethsminde í 1938 - Føroya helst fyrsti minnisvarði fyri navngivnari kvinnu.

Og so kann eg leggja aftrat, at tá pápi mín var føddur, tá fekk hann navnið Jógvan Elis Danielsen - millumnavnið "Elis" eftir Elisabeth.

Ofta verður spurt, hvar og nær var tann vanliga kvinnan í Føroyum vird í mun til reiðarar, handilsmenn ella skiparar og fiskimenn, sum hava fingið fleiri minnisvarðar, sum man verða felagsnevnarin fyri standmyndir, minnisplátur og skurðmyndir /relieffar.

Her var so eitt gott dømi um, at ein navngivin kvinna var vird og heiðrað fyri 81 árum síðani í Havn  - og helst er hetta tann fyrsti minnisvarðin av sínum slag í Føroya søgu, um eg ikki fari skeivur.

Álvur Danielsen


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Bourbon Offshore Norway til Føroya at útvega manning
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
Kostaði 20.322 kr. at byggja kirkjuna – men tað lupu altso 129 krónur av
Viðhald frá Løgtingsins umboðsmanni
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
VIDEO: Einastand­andi dronu-upptøkur av heimsins størsta byggiskipi
Færri ferðafólk og fleiri gistingar­hús
Tíðindi á R7 klokkan 16:00 og 20:00
Avgerðandi munur á summar­dekkum, heilársdekkum og vetrar­dekkum
- Eg havi altíð havt fastan sess í kirkjuni
Reiðari fer at kanna møguleikar við reyðæti
Stór øking í tali á brennandi skipum
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Ivast um turkar hava nýtt hvítt fosfor
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Støðumynd av Eystur­oyartunli­num 16. oktober 2019
Kvotuskipan um mannliga umboðan innan skúlagátt
Elsebeth á vitjan hjá Bústøðum
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Mary krúnprinsessa er vorðin ríkisfyristøðu­fólk
VIDEO: Fylg restaurering­ini av altartalvuni í Klaksvík
ADHD felagið á rundferð
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Rák
Rák (45) Akupunkturviðgerð við nálum, súgvikoppum, lasarastrálum og moxa
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Nýggjastu tíðindi