Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Aftur ósannindi frá Zakariasi

Innanlands, Lesarabrøv | 28/09-2019 22:00

Í eini langari frágreiðing um ígildisetan av fólkaatkvøðuni í 1946 kann Zakarias Wang ikki bara sær fyri at koma við ósannindum um, hvussu uppgerðin av atkvøðugreiðsluni skuldi fara fram

Í eini langari søgu um, hvussu fólkaatkvøðan í 1946 var fyriskipað, dregur Zakarias Wang amtmannin, forsætisráðharran, allar danskar flokkar, Fólkatingið og Landstingið inn í myndina og gevur at enda donsku stjórnini æruna/ábyrgdina/skuldina fyri, at lógin um fólkaatkvøðuna varð sett í gildi. 

Og so skoytir hann uppí, at ”…og ásetti, at bert teir seðlar, sum høvdu kross annaðhvørt fyri stjórnaruppskotinum ella fyri loysing, skuldu telja við…”

Tann stutta søgan er,  at amtmaðurin staðfesti viðtøkuna frá Føroya Løgtingi. Longri er tann søgan ikki. 

Og fyri alt tað, so var ikki talan um eina lóg, men um eina kunngerð (Kundgørelse Nr. 10).

Ásetingin um, ”…at bert teir seðlar, sum høvdu kross annaðhvørt fyri stjórnaruppskotinum ella fyri loysing, skuldu telja við…” er als ikki við í kunngerðini. Har stendur bert, at arkvøðuseðilin er ugyldig/ógyldugur. Longri er tann søgan heldur ikki.


At loysingarmenn hava eftirrationaliserað og tvíhalda um, at ógyldugu atkvøðurnar ikki skullu telja við, hevur givið teimum møguleika at halda ”grýtuna á kóki” nú í 73 ár við páhaldinum um, at úrslitið var 49,3 % fyri stjórnaruppskotinum og 50,7 % fyri loysing og at ógyldugar atkvøður ikki skullu telja við.

Haldi, at grýtan nú átti at verið kókað turr, og at allir føringar kunnu geva enska søguskrivaranum.

John F. West rætt í, at fólkaatkvøðan var ”…a masterpiece of inconclusiveness…” og úrslitið var ávikavist 47,2 %, 48,7 og 4,1 %.

Sostatt var tað hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal fyri loysingini. Tað var bert ein minniluti fyri loysing, umenn hesin minniluti var 1,5 % størri enn minnilutin fyri stjórnaruppskotinum. Hetta er tann nakni veruleikin.

Fari at geva Zakariasi tey ráð, at lesa sína egnu bók um fólkaatkvøðuna á síðu 495 og 498, har Dagblaðið og Thorstein Petersen verða endurgivin fyri 10. sept. 1946 at siga, at ”…sjálvt um tú ikki vilt loysing, far so allíkavæl á val og legg seðil í kassa við ”Nei”…” og ”…øll tey, ið hava verið við valborðið, verða tald við…”.

Hugsi, at fólk tá, bæði tey, sum valdu og tey, sum ikki valdu, lurtaðu meiri eftir Thorstein Petersen, Andrassi Samuelsen og Petur Mohr Dam enn eftir, hvat ið ein tá 6 ára gamal Zakarias Wang fór at halda 73 ár seinni!


Johan Petersen

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi