Psykiatriski depilin blivin partur av ABC fyri sálarliga heilsu
Fólkaheilsuráðið samstarvar við fleiri ymisk feløg, stovnar og kommunur í Føroyum í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Nýggjasti samstarvsfelagin, ið hevur ynskt at gerast partur av ABC samstarvinum, er Psykiatriski depilin.
ABC samstarvið hevur týdning frá vøggu til grøv
Vit kunnu øll í hvør sínum lag gera nakað gott fyri sálarligu heilsuna við at fylgja ABC boðskapinum um at vera virkin, partur av einum felagsskapi og hugbinda okkum í meiningsfullum virksemi. Ábyrgdin liggur tó ikki bert hjá tí einstaka, tí samfelagið kann vera við til at skapa betri karmar fyri, at vit í Føroyum kunnu betra um okkara sálarligu heilsu uppá ymiskar mátar. Tí hevur okkara samstarv við ymiskar stovnar, kommunur og feløg ómetaliga stóran týdning, tá tað snýr seg um at betra um sálarligu heilsuna og trivnaðin í Føroyum, sigur Fólkaheilsuráðið. Hesum tekur Psykiatriski depilin undir við:
“Sálarlig heilsufremjan meta vit á psykiatriska deplinum eigur at fáa høga raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga. At vit røkja okkara sálarligu heilsu á jøvnum fóti við okkara likamligu heilsu, hevur stóran týdning fyri hvussu vit hava tað. Vit ynskja at viðvirka, til at hin einstaki gerst tilvitaður um sína sálarligu heilsu, umframt týdningin av hvussu vit sum samfelag, fakliga og persónliga røkja hesa frá vøggu til grøv” sigur Psykiatriski depilin.
Barna- og ungdómspsykiatriska toymið hevur verið partur av ABC verkætlanini nú í nakrar mánaðir, og tí fegnast Fólkaheilsuráðið um, at allur Psykiatriski depilin nú eisini ynskir at arbeiða sálarliga heilsufremjandi við ABC fyri sálarligari heilsu. “At partar av heilsuverkinum nú eru við í ABC samstarvinum er í tráð við heildarætlanina um sálarliga heilsufremjan og vísur, hvussu vítt fevnandi ABC-verkætlanin nú er vorðin” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
“Sjónarhornið hjá Heilsuverkinum er í stóran mun, viðgerð og fyribyrging. Hetta hevur týdning, men vit á Psykiatriska deplinum ynskja at hugtakið heilsufremjan kemur alsamt meir á breddan. Her er tørvur á einum paradigmu skifti, og ynskja vit á deplinum at ganga á odda, við at gerast partur av hesum ABC – samstarvinum í mun til sálarliga heilsufremjan” sigur Psykiatriski depilin.
Hittust fyri níggjundi ferð
Ein týdningarmikil liður í at vera samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu, er at samstarvsfelagar møtast nakrar ferðir um árið. Herfyri savnaðust eini 26 fólk frá ymiskum feløgum, stovnum og kommunum á níggjunda ABC samstarvsfundi. Umframt at økja um vitan og íblástur innan økið, eggja fundirnir eisini til nýggj samstørv millum samstarvsfelagarnar um sálarliga heilsufremjandi átøk. Tí gleðast vit um at fundurin hesaferð førdi til nýggj átøk og samstørv millum feløg og kommunur. Hesi kann almenningurin hoyra meira um í oktober, tá ein sokallað ABC vika verður frá 7.-13. oktober.
Mest lisið í farnu viku

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Framfýsin borgarstjóri: ongin orsøk at fella i fátt

Forkvinnan í Kringvarpstýrinum heldur eisini at ein kanning skal setast í verk, um lekan í KVF

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul

Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang

Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmálini hjá ST

R7 eisini rakt av fútabanni

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

Fiskaðu tosk, men avreiddu sild

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum

Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður

Samrøða: Óli Jacobsen um bókina “Njál – ljós í skugga”

TALUFRÆLSI

Er tað so KVF sum hóttir trygdina í Føroyum?

Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?

Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima

Høvdu vit átt ein Brand Sandoy, so var annareiðis her

Professari á DTU: Ætlanin er at fólk skulu hava elektroniska flís í heilan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











