Landstreymur ávegis
Fyrstu veruligu stigini ímóti eini loysn við landstreymi verða nú tikin. Á nýggju Eystaru bryggju verða leidningar lagdir í sjálva bryggjuna, sum kunnu taka ímóti landstreymi. Hetta er ein liður í arbeiðinum at framtíðartryggja landstreym.
Sum formaður í Vinnunevndini fegnist eg um, at vit nú taka fyrstu stigini, sum kunnu tryggja okkum landstreym.
Á eyka vinnunevndarfundi í dag og síðani á eyka býráðsfundi í kvøld verður endaliga loyvið samtykt til, at Tórshavnar havn kann taka eyka lán á 1,7 mió kr. til at leggja leidningar, so møguleikarnir verða betri fyri at leggja landstryem í framtíðini.
Á fyrstkomandi vinnunevndarfundi fara vit eisini at umrøða fyrstu fyrireikingar til landstreym í Kollafirði og á Sundi. Vit fara at hyggja at, hvørjir møguleikar bera til ymsu støðuni, og hvat hóskar seg best.
Landstreymur er góður fyri bæði trivnaðin og umhvørvið í Tórshavnar kommunu.
Bogi Andreasen
formaður í Vinnunevndini
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











