Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Brandstøðin í Havn helt føðingardag og starvsdagar

Innanlands | 02/10-2019 07:51

Tað var Gunvør Balle, varaborgarstjóri, sum handaði teimum fýra viðurkenningar.

Brandstøðin hátíðarhelt starsdagar hjá fimm sløkkiliðsmonnum í dag: Gordon Rajani og Petur Vágsgarð 10 ár, Edvard Kjeld og Jón Herluf Persson 25 ár, og Jákup Mortensen 30 ára starvsdag. Tað var Gunvør Balle, varaborgarstjóri, sum handaði teimum fýra viðurkenningar. Í stuttari røðu nevndi hon, at tað var nokkso stuttligt í brotum at síggja, hvussu okkara sløkkilið er vorðið til.

- Í 1784 kemur kongalig fyriskipan um brandverk í Tórshavnar býi og Frederiksvåg. Tá verður eisini manning sett á. Fyri hvørja sproytu verður settur ein sproytumeistari, ein strálumeistari, ein hjálparmaður og eitt hóskandi tal av brandsveinum, harav ein skuldi virka sum brandboð.

- Tað má hava verið eitt øgiligt levint í býnum, tá boðað varð frá eldi. Klokkarin skuldi klikkja títt á stóru klokku, vektararir skuldi bríksla, vakja øll og rópa hart, hvar eldur var í, samstundis sum tambururin (pauku- ella trummusláari) sló á trummu. Vit kunnu smílast at hesum í dag, men her vórðu so lunnar lagdir undir eitt seinni vælvirkandi sløkkilið.

- Í 1851 spyrja danskir myndugleikar amtmannin um møguleikarnar at skipa ein eldstrygging í Havn, men amtmaðurin svaraði, at havnarfólk vóru so fátøk, at tey vóru ikki før fyri at gjalda fyri eina eldstrygging. Og hartil var eldsbruni so at siga ókendur.

- Vandi var fyri, at øll sløkkiamboð vórðu mist, tá kongaligi einahandilin varð niðurlagdur. Amtmaðurin mælti tí til, at útgerðin hjá handlinum varð latin býnum. Og í 1856 kom so lóg um brandverk, sum var grundarlagið undir skipanini av fyrsta veruliga sløkkiliðnum.

- Og soleiðis byrjaði søgan um okkara sløkkilið. Tit fluttu herniðan í núverandi høli við Oyggjarvegin í 1994. Frammanundan hevði Brandstøðin hildið til í Varðagøtu síðani 1965, har sum Reinhaldið heldur til í dag. Og í dag er Tórshavnar Sløkkilið sanniliga annað og meira enn eitt sløkkilið.

- Brandstøðin er annað enn ein vaktarstova við sløkkiliðsfólki og brandbilum. Tit veita hjálp í sambandi við eld, ferðsluóhapp, oljudálking, druknivanlukkur, stormskaðar, koyra eldri og illgongd, geva frálæru í eldsløkking og eldfyribyrging, hava eftirlit við brandpostum og mangt annað. Og tit passa uppá okkum í ódnarveðri. Og ikki at gloyma hava tit eitt fantastiskt gripasavn.
---
- Sjálvandi arbeiðir ein brandstøð eftir eini nullhugsjón, men tíverri sleppa vit ongantíð undan, at vanlukkur henda. Tey, sum starvast á eini brandstøð, skulu vera úr einum serligum tilfari. Vit hava stóra virðing fyri tykkum, sum hvønn dag eru fús at seta bæði heilsu og lív í vága fyri at verja okkum øll og gera okkara umhvørvi tryggari.

- Eg havi eisini eina kenslu av, at bæði umsiting og politikkarar í Tórshavnar kommunu hava ein serligan tokka til Brandstøðina. Vit eru góð við tykkum og vilja, at tit skulu hava best hugsandi umstøður. Eg skal tí vegna Tórshavnar kommunu ynskja tykkum hjartaliga tillukku við bæði føðingardegi og starvsdøgum og alt tað besta í framtíðini.

---

- Tit eru fimm, sum hava starvsdagar í dag, og eg havi fingið nakrar upplýsingar um tykkum. Tann fyrsti er Gordon Rajani, sum hevur 10 ára starvsdag.

- Gordon hevur verið leysur brandmaður síðani 15. november í 2008. Gordon er kendur sum bilasølumaður, hann selur eisini onkran brandbil í millum ár og dag, men vit í politisku skipanini kenna hann best sum ein av oddvitunum, ið roynir at loysa íbúðartørvin her her í býnum. Sum stjóri í MARK hevur hann tikið okkurt takið á tí økinum.

- Gordon er ein í gongdsetari! Hann hevði 10 ára starvsdag 15. november 2018.

- Síðan er tað Petur Vágsgarð, sum byrjaði hjá Klaksvíkar Sløkkilið í november í 2008, og var har til hann í januar 2013 flutti til Havnar og harvið eisini til Tórshavnar Sløkkilið. Og tað eru vit sera glað fyri.

- Petur er ein skilagóður maður sum hevur stórt áræði, hann stendur fyri skeiðsvirkseminum og fyri at hjálpa stovnum við tilbúgvingarætlanum, at skipa venjingar og eisini er hann valdur álitismaður, og tað sigur ikki so lítið.
---

- So er tað Edvard Kjeld, sum er farin um 25 ára starvsdag.

- Edvard hevur verið leysur brandmaður síðani 15. 12. 1993. Hann hevur verið kavari í mong ár, eisini áðrenn hann byrjaði her, og hann er partur av tí toyminum í sløkkiliðinum eisini. Edvard hevur arbeitt við og selt kavaraútgerð og bátamotorar í mong ár, Saab báta-motorar kennir hann út og inn, hesi seinastu fleiri árini hevur hann arbeitt hjá MEST sum m.a. kranførari, alt hetta eru dygdir, sum saktans kunnu brúkast í sløkkiliðinum, eisini er hann aktivur við Rescue Lív, bjargingarbátinum.

- Edvard hevði 25 ára starvsdag 15. desember 2018, í tí sambandi fær hann eisini heiðurstekin og diplom fyri 25 ára góða tænastu í sløkkiliðnum frá drotningini.

---

- So er tað Jón Herluf Persson, sum hevði 25 ára starvsdag fyri jól í fjør.

- Jón Herluf byrjaði sum leysur brandmaður 15. desember 1993 og bleiv settur í fast starv 15. mars 1995, hann bleiv hold- og átaksleiðari í 2002 og er tað enn. Jón Herluf er útbúgvin bilmekanikari, men koyrdi last- og kranabil í fleiri ár, áðrenn hann byrjaði her, tað sæst kanska aftur, tá onkur túrur er við kranabilinum, tá er hann altíð til dystin fús.

- Jón Herluf róði kapp fyrr, og hann hevur í fleiri ár verið við í dómaratoyminum hjá Róðrarsambandinum, og stuðul hjá HB hevur hann verði í mong ár. Hann hevði 25 ára starvsdag 15. desember 2018, í tí sambandi fær hann eisini heiðurstekin og diplom fyri 25 ára góða tænastu í sløkkiliðnum frá drotningini.

---

- Og síðst, men ikki minst, er tað Jákup Mortensen:
- Jákup byrjaði 15. Juni 1989, sum leysur brandmaður og var tað til hann bleiv settur í fast starv í 1995, frá 2000 og til 2005 var hann hjá Føroya Tele, hann kom aftur í fast starv í Sløkkiliðnum í 2005, men hann var allatíðina knýttur at sløkkiliðinum sum leysur brandmaður og hevur havt 30 ára starvsdag í sløkkiliðnum 15. juni 2019.
- Hansara frítíðaráhugi er ellis- motorsúkklur, judo og frælsur ítróttur. Og mangar ferðir hevur hann verið uttanlands – eitt nú á Oyggjaleikum - við yngsta soninum. Og nú hevur hann altso havt 30 ára starvsdag.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi